Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 186 - 30. september 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Eyðbjørn Petersen, Fugla­fjørður, andaðist mánadagin, 68 ára gamal. Kistan við Ha­nnu Højbro, fødd La­mha­uge, fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi heim í Christianskirkjuna mikudagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni hósdagin kl. 13.30. Andlát og jarðarferðir Hósdagin 1. oktober fyllir Eli Simonsen í Havn 70 ár. Eli er føddur og uppvaksin á Skarvanesi. Hann er yngst av teimum sjey børnunum hjá Andreu og Mortani Sim­ onsen. Eftir seinna heims­ bardaga flutti familjan til Havnar at búgva. Eli fór sum ungur í læru sum prentari. Annars gjørdi hann ymiskt fyrifallandi, var til skips, arbeiddi upp á veg og var í Grønlandi um summarið. Frá 1963 til 1975 búði hann í Vestmanna­ oyggjunum, har hann róði út. Fyrst í 80­unum byrjaði hann sum avloysari á bil­ støðini Auto í Havn, og í 1986 fekk hann sær egnan hýruvogn. Hann hevur koyrt hýruvogn, til hann gavst fyri nøkrum árum síðan. -red Eli Simonsen 70 ár 25 ára starvsdagur Hósdagin 1. oktober 2009 hevur Pól Joensen, verkmeistari á Fossáverkinum, verið í starvi hjá elfelagnum SEV í 25 ár. Kunngjørt verður, at kæri maður mín, okkara góði pápi, verpápi, abbi og langabbi Hans Frederik Huusgaard ættaður úr Syðrugøtu fyrrverandi lærari, Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum 27. sept. , 92 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin 1. okt. kl. 17.00 Jarðarferðin verður fríggjadagin 2. okt. kl. 15.00 úr Vesturkirkjuni. Hjørdis Hansina, Eyðun, Marjun, Heri og Rannvá Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri bróðir og svágur Kristian Sofus (Kidda) Joensen Á Lækju, Toftir andaðist og varð jarðaður. Takk fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Vesturskin. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjan Dagurin 30. september. Hieronymus, doyði í árinum 420. Hetta er tann mikli kirkjulærarin, sum kom úr Stridon í Bosnia. Í Róm var hann skrivari hjá pávanum Damasusi fyrsta (366­384), sum setti hann at týða Bíbliuna av nýggjum. Úrslitið var tann latínska Bíbilin Vulgata, ið enn (tó eitt sindur umbøtt) verður nýtt í katólsku kirkjuni. Vugata merkir tann vanliga. Í hesi týðing hevur hann nýtt mong handrit, ið síðani eru horvin, og Vulgata er tí í mongum førum elsta verandi kelda til halgubók. Hieronymus doyði sum abbati í einum kleystri í Betlehem. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) 65 ára føðingardagur Fríggjadagin 2. okt. fyllir Kitty Gudmundsen, í Vági, 65 ár. Føðingardagurin verður hildin í Billiardhúsinum frá kl. 19. Øll er hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Fríggjadagin 2. okt. fyllir Johan Thomasen, Tvøroyri, 80 ár. Dagurin verður hildin 3. okt., frá kl. 15 í heiminum hjá Elin og John Thomasen, Fornarett 13. í Trongisvági. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Sunnudagin 4 okt. fyllur Gudrun Joensen, Hósvík, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Harriet, á Fløtugøtu 12, Hósvík. Øll eru vælkomin. 90 ára føðingardagur Týsdagin 29. sept. fyllir Magnus Jacobsen úr Norðragøtu, búsitandi í Havn, 90 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 3. okt. saman við familjuni. 90 ára føðingardagur Mikudagin 30. sept. verður Hannemia Petersen, Runavík, 90 ár. Tey ið vilja heilsa uppá Hannemiu, eru vælkomin í Sjókafeina mikukvøldið kl. 18. 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 2. okt. fyllir Johanna Johannesen, Jóhanna í Kinn, Fuglafjørður, 90 ár. Føðingardagurin verður hildin við køkuborði í Lonini frá kl. 19.30. merkisdagar Mynd frá ”Realskúlafram­ sýningini 1916­66”, sum Jórunn Dánjalsdóttir skip­ aði fyri í Kommunuskúlan­ um í Havn í 2007. Myndin er av realskúlanæmingum í 1952. Næminga­rnir eru f.v.: Gudmund Niclasen, Oda Danielsen, Petur Jacob Sig­ vardsen, Marjun Niclasen, Jóannes Joensen og Sanna Joensen (Kelduberg) Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er við­ komandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánjalsdóttir á telefon: 226024 (mynd nr. 115) Myndaeigari: Sólrun Holm Realskúlanæmingar í 1952