Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 186 • 30. september 2009 Í Hestsøgu greiðir Jóan Chr. Poulsen m.a. soleiðis frá skaðadegnum í Hesti í 1919: Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar í havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar. Harðasti streymur var og mysing men ørgrynni av fiski. Skjótt drógu allir uppí bátarnar og koyrdu segl á aftur at landi. Tá ið tað seinra seksmanna­ farið “Roysningurin” var komið nakað inn, helt ein av bátunum seg síggja fýramannafarið sigla langt undan teimum, og var leiðin hjá teimum inn á Hælin (sunnast í Hesti.) Vestfalskyrrindi vóru, og teir munnu helst ikki hava torað inn á Kolturssund fyri íðuni, ið væntaðist at vera í tann dagin. Bæði seksmannaførini fóru inn á Kolturssund og komu fram í øllum góðum. Tá ið “Roysningurin” var komin á land, og teir sóu, at fýramannafarið var ikki komið, kom ótti á teir; men lítið var tosað, tí eingin vildi leypa ræðslu á tey, ið avvaraðu. Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin í iva um, at ein vanlukka var hend. Fóru at leita, komu heldur ikki aftur Sjey menn tóku seg saman at fara at leita eftir teimum. Lykt høvdu teir við sær. Um ta tíðina, tá ið teir vóru komnir út fyri Hælin, varð ein sovorðin bøla niða, at ein sá einki burtur frá sær, og munnu teir tá hava rógvið seg á land. Eingin dugdi at svimja, hvørki á fýramannafarinum ella seksmannafarinum. Onkur heldur, at teir eru komnir í samband við hin bátin og umkomnir undir bjargingini. Tá ið hesin seinri báturin heldur ikki kom aftur, var tað onkur, ið eggjaði til at manna ein annan bát og fara at leita eftir teimum; men tá segði ein maður, ið mist hevði son á tí seinna bátinum nei. ”Tí,” segði hann, at ”um ein bátur fór avstað afturat, so kom hann heldur ikki aftur.” Teir fóru so til gongu út í Hælin og róptu, um nakar var har. Har kom einki aftursvar. Deyðans tøgn hevði tikið alt í sín kalda favn. Einans eitt tjaldur læt sítt klipp, klipp sum ein gravarsang yvir teimum, ið farnir vóru. Morgunin eftir varð farið at leita við báti. Uttanfyri Hvanna­ gjógv fleyt stýrið av fýramanna­ farinum við stýrisvølinum í. Teir høvdu siglt fyri stýriborðsháls. Tætt við landið innanfyri Sáturnar fleyt ein ár og fótalunnar og tiljur, ið hoyrdu til báðar bátarnar. Teir fýra, ið umkomust við tí fyrra bátinum, vóru Hans Poulsen í Sakrastovu við eldra soninum, Jóhannes Paula, Jóan Dánjal Dani­ elsen á Nýlendi og Esmar Poulsen. Teir sjey, ið fóru við tí seinna bátinum, vóru Jóan Jákup Zachariassen, norðan fyri Garð, Sámal Johannesen, norðan fyri Vegg, Jógvan Joensen uppi í Stovu, Antinis Kolbjørnsen í Pállstovu, Jógvan F. Joensen í Kova, Hjalgrim Hentze, ið var slektaður av Sandi og búsitandi í Hesti og Franz Danielsen á Stykki. Lógu heima Aftaná henda mannskaðan var ligið heima frá útróðri í fleiri dagar, og fyrsta dagin, ið farið var aftur til útróðrar, gjørdist ódnarveður á suðri, og tá var lítið væntandi, at nakar fór at koma aftur. Hevði ikki skaði verið hendur fyrr, so mundi hann farið og hent henda dagin. Men nú vildi eingin brúka ólíkindi. Her komu teir sær inn undir land undan vestfallinum, tó at teimum tóktu líkindini at vera ikki so hættislig. Henda dagin vóru fá eygu í bygdini turr, so leingi eingin bátur sást koma. Teir høvdu koyrt inn á Koltursnakk og høvdu eina tunga stremban suður við Koltri. 90 ára minning: Skaðadagurin í Hesti Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Ein kendur maður í Hesti var Jóan Christian Poulsen. Her er hann saman við móður og konu Teir sum fórust við tí seinna bátinunum. Ovast f.v. eru teir Anthonius Kolbjørnsen, Jógvan Joensen, Hjalgrim Hentze. Niðast: Samuel Christoffer Johannesen, Frants Danielsen, Joen Jacob Zachariassen og Joen Ferdinant Joensen, mammubeiggi Ingibjørg. Niðast á myndini stendur: Meiri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar. Johs ev. 15,13 ➘