mikudagur 30. september 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 186 • 30. september 2009
S
um vit øll vita er okkara søga
fylt við syrgiligum ársdøgum
fyri tær stóru vanlukkurnar, sum
raktu okkara fólk.
Vit hava í ár umrøtt fleiri av
teimum rundu og hálvrundu
árstølunum fyri hesum hending
um. Hetta er gjørt út frá tí, at
tíðin gongur skjótt, og skal søgan
fáast frá teimum, sum sótu eftir,
er einki at bíða við.
Í ár eru 75 ár síðani, at Neptun
og Nólsoy gingu burtur við
43 monnum. Tað eru nokk so
nógv fólk, sum minnast hesar
tilburðir, og tí eru teir hampiliga
væl varðveittir. Tí hava vit eisini
kunnað skrivað ein stóran part av
hesi søgu niður, sum vit hava havt
í Miðvikuni í summar.
Í ár eru eisini 85 ár síðani, at
Generel Gordon og Anna gingu
burtur. Her eru sjálvsagt færri
avvarðandi eftir, men so heppið
var tað, at tað er eydnast at fáa
hesar tilburðir hampuliga væl
lýstar, eisini av fólki, sum mintust
hetta. Tað hevur eisini víst seg,
at serliga tey avvarðandi eru
fegin um, at henda søgan verður
varðveitt á prenti.
Verður farið longur aftur í tíðini,
so er tað í ár 90 ár síðan tann
”stóra skaðadagin” í Hesti. Og
so heppið er tað eisini í hesum
føri, at enn er eitt av børnunum,
sum misti pápan tá, á lívi og kann
greiða væl frá umstøðunum hjá
teimum, sum sótu eftir.
Hetta er tann 94 ára gamla Ingi
bjørg Hansen, ættað úr Hesti, sum
vit hava hitt á sambýlinum Gøtubrá
í Norðragøtu, har hon býr nú.
Nógvir skaðar í Hesti
Fyrst skal takast eitt sindur aftur
í søguna um vanlukkur í Hesti.
Hesa greiðir Jóan Christian Poul
sen frá í síni Hestsøgu. Hestmenn
hava altíð søkt bjørgini, og nógvar
frásagnir eru um menn, sum eru
dotnir oman í bjørgunum.
Tað vóru eisini nógvar hending
ar, tá ið menn fórust á báti. Men
í 1912 hendir tann vanlukkan, at
sluppin Olivia hjá Pola í Dali gongur
burtur undir Íslandi og allir fórust.
Tá vóru fýra mans úr Hesti við.
Teir vóru Petur á Kletti við tí
eldra soninum Petur Jákup, Anton
Danielsen á Nýlendi og Martin
norðan fyri Garð.
Anton var pápabeiggi Ingibjørg.
Kona hansara æt Hanna. Tey
áttu ein son Jens Kristian, sum
var abbi Høgna Hoydal. Hann var
pápi mammu hansara Gunnvør
Hoydal.
Árið fyri í 1911 fór Jógvan
Danielsen úr Andrassstovu fyri
borð av skipi á Havnarvág og
druknaði.
Í 1919 er tað, at stóri skaða
dagurin kostaði 11 monnum lívið.
Hetta merkir, at árini 19111919
misti Hestur 16 mans í bestu
árum. Tað ber illa til at ímynda
sær, hvør vanlukka, tað hevur
verið fyri bygdina. Umframt
saknin og sorgina var hetta
meira enn helvtin av arbeiðsføra
mannfólkinum í bygdini.
Seinni fórust fleiri mans á
sjónum, og hetta gav íblásturin til
Johan Niclassen at fáa ein svimji
hyl í Hesti, so menn í hvussu er
skuldu duga at svimja, um illa
vildi til.
Men hetta er eisini enn ein
søga um, at fólkið kláraði at fóta
sær, hóast slík bakkøst, og her
var tað aftur kvinnurnar, sum vóru
hetjurnar.
Ingibjørg greiðir frá
Ingibjørg minnist væl til og dugur
væl at greiða frá eisini viðurskift
um undan hennara tíð og greiðir
hon frá:
Mamma kallaðist Marianna
f. Joensen. Hon átti trý systkin:
Johanna Maria, kallað Mia, var
ógift og búði hjá ommu. Amalia,
kallað Malla, giftist til Havnar við
Nikláa Skála, mest kendur sum
fergumaður saman við beiggja
sínum Tom. Thomasia doyði 15
ára gomul av menigitis, og so var
tað Jógvan, sum var ógiftur og
búði í Hesti.
Pápi var Dánjal Danielsen.
Beiggjarnir hjá honum vóru
Anton, sum gekk burtur við Oliviu,
og Jens, sum fall í bakkanum
í 1894, bert 1819 ára gamal.
Teir vóru fimm mans, sum fóru
út um oynna at draga lunda, og
tað leyp oman yvir teir. Umframt
Jens umkomst eisini Jóhannis í
Nýggjustovu.
Hestur var
framkomin bygd
Tað var nokk so framkomið í
Hesti, tá hugsað verður um
støddina á bygdini, og hvussu
avskorin hon var við nútíðar
eygum. Telefon komu longu út í
Hest í 1906, sama ár sum fyrsta
telefonin í Føroyum. Tá varð vatn
eisini innlagt í húsini. Hetta hevur
bert verið fá ár aftaná Havnina,
sum fekk vatn í 1898. Men tað,
sum er eins áhugavert, er, at
opnu køstarnir longu áðrenn eg
minnist vóru avtiknir. Eg minnist
ongan opnan køst, meðan tað
framvegis vóru opnir køstar, táið
eg kom til Gøtu í 1946.
Komandi summar eru 100 ár
síðan kirkja kom í Hesti. Pápi og
mamma vóru fyrsta brúðarparið,
sum varð gift í kirkjuni, og tað
var 20. november 1911. Men
kirkjugarðurin kom í 1901. Áðrenn
tað vórðu líkini førd til Kirkjubøar
at verða jarðað.
Pør giftust gjarna í Kirkjubø ella
í Havn.
Prestur kom javnan út í Hest.
Annars var deknur, sum tað
framvegis er.
Tann seinasta vanlukkan í bjørg
unum undan míni tíð var í 1905,
tá ið feðgarnir Oluf og Zacharias
Zachariassen duttu oman.
Men skaðadagin í 1919, tá ið
eg misti pápa mín, havi eg eina
hóming um. Eg gekk á fjórða ári
tá. Eg fylti fýra ár í september,
sum vanlukkan hendi í apríl. Pápi
fórst við tí fyrra bátinum, sum
hvarv.
Eg minnist, at tað kendist,
sum um tað var nakað, sum var
undarligt. Mamma situr undir
mær um morgunin.
Omma kemur inn, og
nú sigur mamma: ”Eru
Ingibjørg misti pápan
skaðadagin í Hesti í 1919
Fyri 90 árum síðani hendi ein ræðulig vanlukka í Hesti, sum kostaði meira enn einum tíggjundaparti av
fólkatalinum lívið. Eftir einum degi hvurvu tveir bátar við 11 monnum. Eftir sótu foreldur, systkin, einkjur og
børn. Vit hava hitt einasta barn, sum tá mistu pápan, og sum enn er á lívi, og vit hava fingið hennara søgu
➘
Ingibjørg minnist, tá ið hon misti pápan í 1919
Hestur og Koltur sæð frá Kirkjubø