Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 • 30. september 2009 MIÐvIkaN 17 teir komnir?” ”Nei,” sigur hon, ”mamman hevur heldur ongan fingið aftur.” Tá var mammu­ beiggi, Jógvan Joensen í Kova, sum var 33 ár, farin við tí seinna bátinum, sum var farin at leita enn tí horvna fýramannafarinum. Omma hevði tá mist sín einasta son við seinna bátinum. Mamma visti tá ikki, at hesin báturin eisini var farin. Tá hevði eg mist pápa og mammubeiggja. Dimma greiðir frá Um hesa hending skrivar Dimmalætting: Hvorledes Ulykken er foregaaet, er der naturligvis umuligt at sige med bestemthed, men Sandsynligheden taler for, at Ottemandsfareren er forulykket ved at ro paa et af de farlige Undervandsskær ud for ”Hælin”. Man har sandsynligvis næret haab om, at Besætningen af Firemandsfareren kunde have reddet sig i land her og er af den Grund i den mørke Nat kommet saa nær Land, at Ulykken er sket. Under Bestræbelserne for muligvis at redde de andre, har Ottemandsfarerens Besætning ikke tænkt saa meget paa sin egen Sikkerhed. For de i Hestø Bygd længsels­ fuldt ventende Hustruer, Børn og Forældre blev det en frygtelig Nat i Spænding og Uvished, men da det saa endelig blev klart, at alt Haab var ude, kendte Sorgen og Trøsteløsheden ingen Grænser. Omtrent halvdelen af Byens Mænd revet bort paa en eneste Nat! Sjældent er en færøsk Bygd bleven ramt saa haardt af Skæbenens tunge Haand. For Bygden Hestø med sine ca. 80 Indbyggere føles denne sørgelige Ulykke som et uudsigeligt tab, der vil sætte sit Præg paa Bygden for lange Tider. Dimmalætting skrivar 8­manna­ før. Tað er rætta er 6­mannafør. Teir sum fórust Tað vóru jú tvær manningar sum fórust. Her skal fyrst verða greitt eitt sindur frá teimum, sum vóru í fyrra bátinum. Esmar Poulsen f. 1873, var ættaður úr Kollafirði, men vaks upp á Bakka úti í Hesti. Hann fór ungur til skips við Jens í Dali og eisini við Pola í Dali. Hann førdi skip hjá Pola, og eisini skip, sum teir áttu í felag. Honum gekk væl at fáa fisk. 1907 var nokk seinasta árið, hann var burtur. Aftaná tað hevði hann handil og róði út. Esmar var giftur við Elisabeth Helenu f. Jacobsen f. 1867 av Selatrað. Hon hevði verið á Føroya Læraskúla í 1887, sum var fyrsta árið, kvinnur fingu læraraprógv. Hon var lærarinna í Hesti frá 1897­1900, sama ár sum tey gift­ ust í Kirkjubø. Tey áttu eingi børn. Elisabeth Helena doyði tíðliga í tíðini av tuberklum. Hetta var vist í 1916. Tey bæði vóru limir í teirri lítlu brøðrasamkomuni, sum var í Hesti um hesa tíðina, men sum seinni fánaði burtur aftur. Eg minnist, at teir í Brøðra­ samkomuni komu út í Hest at halda gatumøti. Hetta man hava verið menn úr Havn. Helst hevur Andrew Sloan verið ein teirra. Formaðurin á bátinum var syst­ kinabarn pápa. Hann fór sjálvur annar, sonurin fór eisini. Teir vóru Hans Poulsen í Sakrastovu, sum var 46 ár og eldri sonurin Johannes Pauli, sum var 17 ár. Har vóru einkja, Maria, og trý børn eftir, sum vóru 14, 11 og 3 ára gomul. So nakað um teir á seinni bátin­ um. Jóan Jakku Zachariassen, 37 ár, var giftur við Sissal, dóttir Trónda á Trøð í Skálavík, og tey átti ein drong, Martin, sum var 4 ára gamal. Hon flutti úr Hesti aftur og setti seg niður í Skopun. Sum tann konan Malena, kona Zacharias, gekk nógv ígjøgnum. Hon misti mannin og sonin í Bakkanum í 1905. Hon missir aftur ein son við Oliviu. Nú misti hon aftur ein son, Jóan Jakku, í 1919. Hon misti tískil mann og tríggjar synir í vanlukkum. Jógvan Joensen uppi í Stovu, var 53 ár. Hann passaði eisini vitan í Hesti. Herdis og trý børn sótu eftir hann. Tey vóru 18, 13 og 8 ár. Sonurin Johannes Martin giftist við Sannu av Velbastað, dóttir Theu Malenu og Óla Olsen. Hon var sjálv bert 9 ára gomul, tá ið hon misti mammuna. Sanna var eitt álitisfólk og skilafólk. Hjá henni helt prestur til, tá hann kom út í Hest. Sanna gjørdist 94 ára gomul. Her fylgdi eisini óeydnan. Abba­ sonur Jógvan, Jógvan Joensen, sonur Sannu, datt oman í Hesti og doyði fyri nøkrum árum síðani. Hjalgrim Hentze, keypmaður, var 33 ár. Hann var giftur við Charlottu, dóttir Zacharis Zachariassen, sum datt oman í 1905. Hjalgrim og Charlotta átti eina gentu, Marta, sum var eitt ár eldri enn eg, og ein drong Hjalgrim, sum var hálvtannað ár. Hann fekk navnið hjá pápanum eftir, at hann var deyður. Hjalgrim giftist við Nancy, dóttir Wensil Petersen, og hann gjørdist eisini leiðari í hesi fyritøku. Her er eisini tann serliga søgan, at Hjalgrim bjóðaði sær at fara við bátinum fyri systirsonin Hans Poulsen, sum annars skuldi við. Hans var bert 18 ár. Hann var komin í bátin, og Hjalgrim segði við hann: ”Far tú upp aftur og lat meg fara við.” Kanska hevur Hjalgrim hildið tað vera ov strævið fyri henda unga dreingin at fara avstað aftur. Frants Danielsen var 19 ára gamal. Hann var sonur Onnu Sofíu og Hans Danielsen. Har vóru fleiri onnur systkin. Ein annar ungur drongur fórst eisini. Hetta var Sámal, sonur Klæmint Johannesen norðan fyri Vegg. Hann var 17 ár. Har vóru fleiri systkin. Sámal var mammubeiggi Jens Paula Heinesen. Antines Kolbjørnsen var giftur við eini einkja, Kristinu. Hon hevði verið gift við Johannes, beiggja Jóan Kristian Poulsen, hann doyði av tuberklum. Hon átti tvey børn, Hans og Fridu, við honum. Hon var tá fyri kortum gift aftur við Antines, so nú misti hon seinna mannin eisini, meðan Hans, sonurin, varð bjargaður av mammubeiggjanum. Kristina átti eina aðra systir, sum misti mannin. Hon æt Herdis og var gift við Jógvan uppi í Stovu. Hjalgrim Hentze var beiggi teirra. Tey vóru trý systkin, sum settu seg niður í Hesti. Tey vóru slektað av Sandi. Eingin av einkjunum giftist aftur. Tað hava búð upp til 120 fólk í bygdini. Vanliga varð fólkatalið tó ikki meira enn 100. Men við slíkum mannfalli kundi tað bert ganga niður á bakka. Lívið broyttist Tað bleiv ikki nógv tosað um vanlukkuna, heldur ikki millum børnini. Hetta var tað vanliga tá í tíðina, meðan tað í dag verður viðurkent, at tað umræður at tosa mest møguligt um slíkar sorgartilburðir fyri at linna sorgina. Sum vanligt var tá, fór mamma í svørt klæði eins og hinar einkjurnar í bygdini. Lívið broyttist sjálvsagt í bygd­ ini. Umframt sorgina og saknin vóru jú so nógv færri menn til tað arbeiði, sum vanliga varð gjørt av monnunum. Tað komu altíð nógv fólk út í Hest at ferðast, og tað var serliga nógva aftaná hesa vanlukkuna. Hestur hevði altíð verið ein Grækarismessubygd, men nú varð ikki dansað aftur í fleiri ár. Tað var einki lønarbeiði í Hesti. Teir menn, sum livdu eftir, hildu á at rógva út. Tað hendi seg eisini meira enn so, at vit fingu fisk, tá ið teir komu aftur at landi. Vit høvdu fýra gyllin í jørð. Kúgv var, men hon bleiv dripin árið eftir, at pápi doyði. Abbi stóð fyri jørðini, og nú máttu jørðin skiftast til Jens Kristian, son Anton pápa­ beiggja. Tað vóru níggju gyllin, men býtið varð, at Jens Kristian fekk fimm gyllin, og vit fingu fýra. Men vit kundu ikki føða eina kúgv við hesi jørðini. Eingin var heldur at sláa, sum var eitt mannfólkaarbeiði. Omma hevði tó kúgv. Tey áttu eitt gerði, sum mammubeiggji hevði dyrkað. Annars áttu tey ikki jørð. Kúgvin kom so út í kjallaran hjá okkum at standa. Fjósið hjá teimum var ikki so gott, og vit høvdu eini so góð hús. Soleiðis fingu vit mjólk. Mamma átti eina ógifta systir. Tær vóru felags um kúnna og skiftust tær um at mjólka. Tað hendi seg eisini meira enn so,at onkur bar okkum ein dropa, tá kúgvin var slept. Tá plagdi eg eisini at ganga til neyta. Hetta var eisini uppi á oynni. Tað var sera bratt og tungt at ganga niðan. Hvørt hús fekk loyvi til at hava eina kenningaær. Hana plagdi mamma at fóðra inni við hoyggi frá hesum fýra gyllin, sum vit áttu. Vit systrarnar plagdu at hjálpa til, tá vit vóru so frægar. Høvdu líkverju klára Abbi og omma, foreldrini hjá pápa, búðu inni hjá okkum. ➘ Ingibjørg og Óluva sum smágentur Húsini hjá teimum. Tey goymdu nóta hjá hestmonnum upp á loftinum og fingu nótapart afturfyri Esmar Poulsen hevði ein dreym, sum ikki boðaði frá góðum Kona Esmar var longu deyð í 1916, nú var húsið tómt