mikudagur 30. september 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 186 • 30. september 2009
Mamma mátti so taka við ábyrgd
ini, sum pápi annars hevði havt.
Abbi doyði árið eftir. Mamma
mátti tá eisini hugsa um at fáa
hann í jørðina. Hon átti altíð eitt
stykki av hvítum toy til at taka til
sum líkverju. Hetta plagdu fólk
yvirhøvur at liggja inni við.
So var tað at fáa viðin til kistu,
og tað mátti mamma so eisini
syrgja fyri. Kistur vóru smíðaðar
í oynni. Mamma mátti eisini fáa
onkran at hjálpa sær við at smíða
eina kistu.
Afturat hesum kom, at omma
bleiv í ørviti aftaná skaðadagin.
Øllum hon møtti í bygdini eftir
hetta spurdi hon: ”Hava tit sæð
teir? Hava tit hoyrt nakað frá
teimum?”
Men skjótt legðist hon í seing
ina og gjørdist røktarsjúklingur við
øllum tí stríði hetta hevði við sær.
Omma lá nøkur ár í seingini á
hendan hátt. Eg havi vist verið út
móti skúlaaldri, tá ið hon doyði.
Tað hevur tí verið so tungt hjá
mammu at fara gjøgnum hetta
umframt missin av manninum.
Mamma segði altíð, at tað var
gott, at hon átti eini deilig hús,
sum vóru skuldarfrí. Hon fekk
onga fíggjarliga hjálp av nøkrum
slag. Trygging var eingin, og hon
slapp ikki so mikið sum undan at
rinda jarðarskatt fyri tað sindri av
jørð, sum var í húsinum.
Pápi var 43 ár, tá ið hann doyði,
og mamma var nakað yngri.
Mamma varð stundum spurd, um
hon ikki fór til Havnar at búgva.
Har kundi tað kanska verið lættari
at klára seg. ”Men hvat skuldi
eg gera í Havn?” Nei, hon skuldi
ongan veg.
Konufólkið
kastaði nót
Hestur var eitt gott seiðapláss
Tá ið tey kastaðu nót, vóru
konufólkini altíð uppi í á landi
at draga nótina. Og vit børn um
skúlaaldur, vit hjálptu eisini til
uppá okkara máta og fingu seiðin
niðan frá.
Vit høvdu eitt so gott og stórt
loft. Táið nótin hevði verið brúkt,
varð hon vaskað og turkað. Hon
varð hongd á stakittir rundan um
kirkjuna. Tá hon var turr, varð hon
borin út á loftið hjá okkum uppi
undir vaðingina. Loftið var stórt,
og har var bert eitt kamar. Vit
fingu ein nótapart fyri at goyma
nótina. Tað var eitt kvett. Mamma
dugdi so væl at fáa burtur úr.
Hon gjørdi knettir og frikadellur,
so leingi tað bar til, og seiðurin
var nóg feskur. Seiður var eisini
hongdur upp ella saltaður.
Mamma flakti eisini seiðin, og
hann var saltaður. Livurin var
eisini brúkt. Seiðurin kundi vera
kókaður í livur ella eisini steiktur í
livur. Áðrenn mína tíð bræddu tey
eisini livur í Hesti.
Mamma dugdi eisini so væl
við mati. Hon hevði eisini verið
burtur, tá ið hon var ung, og hon
hevði tænt í Havn.
Millum húsini, har hon tænti
var hjá Amaliu og Grønlands
Johan. Hetta var í hvussu er eitt
av teimum ”fínu” húsunum í Havn.
Johan hevði verið kolonibestýrari
í Grønlandi. Hon var dóttir gamla
sýslumannin Müller, og hon hevði
privatskúla í nógv ár, eftir at tey
vóru komin heim aftur.
Eisini hevði mamma tænt hjá
Conrad Nicolajsen, kendur sum
postførari, og sum tann, ið legði
navn til Konradsbrekku, núverandi
Grím Kambansgøtu.
Mamma hevði altíð góðan mat.
Nakrar hønur hevði hon eisini,
so tað fekst altíð eitt sindur av
eggum.
Hon steikti eisini grindabúffar,
sum tað kallast í dag. Tað var ikki
vanligt tá.
Tá so grind var, fingu vit grinda
partar. Tað kundi vera, tá grind
var i Havn ella í Vágum. Matthias
Thomsen, sum var slektaður úr
Vágunum og gifti seg til garð í
Hesti var grindaformaður. Tá ið
grind var í Sandoy, vóru hestmenn
sjálvandi við. Tá áttu fólk í Hesti
eisini heimapart.
Mamma dugdi eisini so sera
væl til hendurnar. Hon kundi
seyma, og hon kundi veva. Var
onkur, sum bað hana um at veva
sær til einar buksur ella at seyma
sær ein skjúrtu, so gjørdi hon tað.
Mamma bant og spann eisini.
Torv
Nógv gekk út uppá gerðabýti.
Onnur gjørdu okkum beinar aftur
fyri tað, sum vit gjørdu fyri tey.
Tað var tað sama, tá torv skuldi
skerast. Onkur bjóðaði sær til at
skera torv hjá okkum. So gjørdi
mamma okkurt fyri tey afturfyri
sum at seyma. Onkur velti okkum
eina lítla veltu, so vit høvdu nokk
av eplum. Men alt hetta máttu
hon skipa fyri einsamøll.
Eg havi ofta hugsað um tað. Vit
sum børn høvdu tað gott, men hjá
mammu at vera forsyrgjari var
strævið.
Ongantíð minnist eg hana
klaga. Eg minnist, at eg plagdi at
hoyra hana fara upp um morgnar
nar. Hon skavaðist í køkinum at
kyka og slíkt.
Torvið var heilt uppi á oynni.
Hvørt hús hevði sínar torvheiðar.
Sjálv mátti mamma bera torvið
til hús.
Eg kann minnast sum barn, at
hon fór nokk so tíðliga um morgn
arnar niðan á oynna, áðrenn tað
var blivið ordiliga ljóst. Eg minnist
eisini, tá eg havi verið eini fimm
ár og systir mín sjey ár, at hon
beindi svávulpinnar og knívar
burtur og bant vindeyguni, hvørja
ferð hon fór avstað.
Vit gjørdu vist einki býtt, men
hetta gjørdi hon fyri at vera púra
sikkur. Serliga út móti heystinum
kundi hon vera tríggjar ferðir um
dagin uppi á oynni. Hvør túrur tók
út ímóti trimum tímum. Tað kundi
fara allur dagurin.
Millum torvferðirnar royndi
hon at fáa ketilin kókaðan, og
meðan hon bíðaði sat hon altíð
og las í bíbliuni, og so sang hon
fyri seg sjálvan. Hesar sangir
dugdi eg uttanat, tá ið eg varð
konfirmerað.
Tey vóru so føst í Harranum.
Tað var tann troystin tey høvdu.
Tá mamma var í torvi vóru vit
vanliga saman við øðrum børnum.
Hon setti okkum altíð ein bita, so
vit kundu fáa okkum, meðan hon
var burtur.
Ein uppgáva hjá mammu var
eisini at skiftast við hini bygda
fólkini um at leggja torv í ovnin í
skúlanum og leggja so nógv torv
har, at tað var heitt fyri dagin.
Eisini skuldi skúlin vaskast
tríggjar dagar um vikuna, og tað
var á sama hátt.
Tað vóru eini 25 hús í Hesti.
Tað var ein sovorðin missur í
Hesti tá, tað var øgiligt. Tó rýmdi
eingin úr Hesti, men nú umstøð
urnar eru so góðar, nú rýma øll.
Dreymar
Som ofta er við slíkum vanlukk
um, varð eisini her sagt frá nógv
um dreymum, sum kundu fatast
sum eitt varsil.
Oddmar, sonur tann umrødda
Hans Poulsen, greiðir serliga
frá einum dreymi, sum nógv var
tosað um.
Ein dagin fólk var savnað inni í
skómakaraverkstaðnum hjá Hans
Jacob Niclasen, kemur Esmar inn.
Hann fortaldi frá einum dreymi,
hann hevði havt. Hann hevði sæð
ein mann uppi á Snið, sum er
gøtan niðan á oynna. Hann hevði
sagt nakað soleiðis: ”Tað skal ikki
vera leingi til tað, sum vendir upp
á Hestoynni, skal venda niður.”
Tann fyrri báturin sum gekk
burtur, kallaðist júst Hestoyggin.
Bátsformaðurin Hans í Sakra
stovu gjørdist líkbleikur, og slapp
sær út.
Tað var heldur ikki hann, sum
gav útróðrarboð feigdardagin. Tað
vóru eisini frásagnir um dreymar
aftaná skaðadagin. Mamma
tosaði tó ongantíð um slíkt, so
hetta havi eg ikki hoyrt.
Minnisvarðin í Hesti
Hestbygd misti 16 menn á sjónum frá 1911-1919
Álvagjógv í Hesti
Komandi partur
Í seinna partinum
greiðir Ingibjørg
millum annað frá
fólkafundinum í
Hesti í 1934
Sanna verdóttir Jógvan Joensen, saman við dótrini Theu.
Sjálv misti Sanna ein son, sum datt oman