mikudagur 30. september 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 30. september 2009
19
tíðindi
Leygardagin tann
3. oktobur letur fram
sýning upp í Gallarí
Snærós við føroysk
um listgrafikki. Fram
sýningin er onnur
í røðini av norðan
londum og er ætlanin
at øll norðurlendsk
lond skulu framsýna
grafikk á gallarínum
FRAMSÝING
Tíðindaskriv
Listgrafiska framsýningin
er kuraterað av Rikharði
Valtingojer og sýnir myndir
hjá átta føroyskum lista
fólkum. Tey føroysku lista
fólkini á framsýningini eru:
Jóhan Martin Christiansen,
Oggi Lamhauge, Tróndur
Patursson, Rannvá Holm
Mortensen, Marius Olsen,
Kári
Svensson,
Bárður
Jákupsson og Jóna Ras
mussen. Tað er nokk fyrstu
ferð at hesi átta listafólkini
sýna fram saman.
Hjúnini Rikharður Valt
ingojer,
listgrafikari
og
Sólrún Friðriksdóttir, lista
kvinna, lótu í 1988 upp
Gallarí Snærós í Stöðvar
firði, Ísland.
Rikharður
Valtingojer
varð lærari á Myndlista og
Handiðaskóla Íslands og
síðan í Listaháskúla Íslands
í mong ár. Tá hann fór frá
við eftirløn fór hann til
Noreg og uppbygdi har eitt
hitt
størsta
listgrafiska
verkstaðið í norðanlondum.
Heimafturkomin í 2007
víðkaði hann, saman við
konu síni um gallaríið og
gjørdi eina listgrafiska mið
støð. Umframt listgrafikk
arbeiðir Rikharður eisini
við silvursmíði og varð í
ungum aldri útbúgvin silv
ursmiður. Dóttir Rikharður
og Sólrún, Rósa er eisini
listakvinna og arbeiðir við
leirlist.
Í samband við listgrafisku
framsýningina hevur Rik
harður Valtingojer gjørt eitt
serligt katalog við myndum
av prentum, og við teksti
um listafólkini.
Framsýningin letur upp
3. oktobur og heldur áfram
til 9. november.
Síðan fer framsýningin
til Reykjavíkar, og verður
at síggja í hølinum hjá
Íslands Grafik frá 25.
februar til 14. mars.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk søkir avloysara til
fíggjardeildina
Arbeiðsuppgávur
Tú fært ábyrgdina av allari
debitorrøktini hjá stovninum, og
verður høvuðsuppgávan tí
málsviðgerð av debitorunum hjá
stovninun. Hetta inniber millum
annað at tryggja, at allar debitor-
avtalur verða hildnar, at hava eftirlit
við eftirstøðum, at senda krøv til
innheintingar og at gera gjalds-
avtalur við debitorar. Harumframt
kemur tú at fyrisita debitorskránna,
umframt at aðrar fyrifallandi
uppgávur, ið ein fíggjardeild hevur,
koma fyri.
Førleikakrøv
Tað er ein treyt, at tú hevur
skrivstovuútbúgving ella líknandi og
viðkomandi royndir á økinum. Tú
skalt hava góðan telduførleika, t.e.
kunnleika innan tekstviðgerð og
rokniark. Tað er ein fyrimunur, um tú
dugir at nýta Navision og BSL
(Búskaparskipan Landsins).
Vit vænta, at tú dugir væl at
samskifta – bæði munnliga og
skrivliga. Sum persónur ert tú
samstarvandi, arbeiðssamur,
dugnaligur og væl skipaður. Tú
arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi
og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið
gevur eitt jaligt íkast til arbeiðs-
plássið.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt avloysarastarv, ið
varir í eitt ár. Arbeiðstíðin svarar til 81
% av einum fulltíðarstarvi. Løn og
setanartreytir annars eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongd-
arlýsing (cv) verður at senda til
lv@lv.fo ella:
Landsverk,
Postboks 78,
110 Tórshavn,
og skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 9. oktober 2009, kl. 12.00.
Merkið umsóknina „Umsókn til
fíggjardeildina“. Vinarliga viðmerk í
umsóknini, hvar tú hevur sæð
starvslýsingina.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Árant
Andriasson, fíggjarleiðara,
á tlf. 540 821 ella arant@lv.fo
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.
STARVSLÝSING
Føroyskur listgrafikkur í Íslandi
EFTIRLØN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stýrið fyri Arbeiðsmarkn
aðareftirlønargrunnin hevur
samtykt at hækka eftirlønina
úr grunninum við umleið
4,0% frá 1. januar 2010,
soleiðis at eftirlønin verður
2.600 krónur um mánaðin,
sum er 31.200 krónur um
árið. Ásetingin er galdandi
fyri árið 2010.
Løgtingslógin um eftir
lønargrunnin er frá 1991,
men hon er broytt nakrar
ferðir. Lógin ásetir, at stýrið
fyri grunnin skal áseta
útgjaldið eina ferð um árið
fyri álmanakkaárið eftir.
Løgtingslógin er seinast
broytt tann 28. apríl 2009
við virknaði frá 1. juli. Øll,
sum fingu eftirløn áðrenn
henda dag, fáa nú fulla
eftirløn. Tann, sum verður
67 ár aftaná 1. juli, sum býr
í Føroyum, og sum hevur
búð her í 40 ár ella meira
millum 15 og 67 ára aldur,
fær fulla eftirløn. Hevur
hann búð í minni enn 40 ár,
fær hann brotpensjón mill
um 3/40 og 39/40.
Tann persónur, sum hevur
búð í Føroyum í meira enn
trý ár, tá hann var millum 15
og 67 ára aldur, sum býr
uttanlands, tá hann fyllir 67
ár, ella flytir uttanlands aftaná
at hava fylt, kann søkja um at
fáa eftirløn.
Lønmóttakarar og arbeiðs
gevarar hava síðan 1. januar
1992 goldið í grunnin. Løn
móttakarar og arbeiðsgevar
ar rinda ein prosentpart av
ávikavist ainntøkuni og út
goldnu lønini, so hvørt lønin
verður útgoldin. Arbeiðsgev
arar kunnu tó velja at rinda
so hvørt, lønin verður útgold
in, annars fáa teir rokning
fyri undanfarna árið. Frá 1.
januar 2008 hava lønmóttak
arar og arbeiðsgevarar rind
að hvør 1,75% av lønini.
Persónar rinda ikki í grunn
in aftaná at hava fylt 67 ár.
Persónar, sum ikki hava búð
í Føroyum fyrr og sum flyta
higar eftir at hava fylt 64 ár,
rinda ikki í grunnin.
Eftirlønarveitingin
er
ásett soleiðis, at grunnurin
sleppur undan at lækka
hana seinni, og í staðin fyri
hevur møguleika fyri at lata
eina vaksandi upphædd,
sum í minsta lagi veksur
líka nógv sum inflatiónin.
Eru samkyndir
íslendskir wrestlarar
ólukkuliga forelsk
aðir? Fá svarið á
ársins Nordisk Semi
nar, ið verður hildið
í Grønlendska húsin
um í Keypmannahavn
um vikuskiftið
NoRdISk SEMINAR 2009
Tíðindaskriv
Her hittast 50 ung úr øllum
norðurlondum eitt vikuskifti
fyri at kjakast um evni sum
minnilutar, norðurlendskar
og nasjonalar identitetar og
hvussu hesir verða lýstir í
filmi og sjónvarpi. Ráðstevn
an er fyriskipað av FNU
Danmark
–
Foreningen
NORDENs Ungdom.
Ráðstevnan
byrjar
fríggjakvøld við íslendska
filmserfrøðinginum Birgir
Thor Møller (frá m.ø.
Norðurbryggjuni), ið intro
duserar lýsingina av identi
tetum í norðurlendskum
filmum og sjónvarpssend
ingum. Hann vísir eisini
filmbrot og ein stuttfilm.
Ráðstevnan leygardag er
opin fyri øll og verður hildin
í Grønlendska Húsinum. Á
skránni er ummælarin og
rithøvundurin
Bo
Tao
Michaëlis, ið heldur fyri
lestur um norðurlendskar
filmar, filmsleikstjórin Ivalo
Frank, ið sýnir og greiðir frá
um
dokumentarfilm
sín
”Tro Håb og Grønland”, og
løgtinglimur og speirekari
Sjúrður Skaale, ið fer at tosa
um útisetar og føroyingar
sum minnilutar. Og ikki
minst Harald!
Umframt
fyrilestrarnar
verður
leygardagin
ein
workshop, og kvøldið endar
við einari veitslu við grøn
lendskum mati, norðurlend
skum undirhaldi og finskari
minikonsert.
Sunnudag
endar vikuskiftið við sýning
av og kjaki um satiru um
framt rundvísing á Nordisk
Film.
Eftirlønin úr Samhalds-
fasta hækkar 100 krónur
Ráðstevnan um minnilutar
í filmi og sjónvarpi