hósdagur 1. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 187 - 1. oktober 2009
Ein maður varð í gjár
handtikin, eftir at
løgreglan fann yvir
170 hassjplantur í
húsunum við Norð
skála. Maðurin var
í morgun grund
lógaravhoyrdur, og er
varðhaldsfongslaður í
14 dagar
Politi
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Uttan fyri eini hús við Norð
skála stóð seinnapartin í
gjár ein politibilur. Stóri,
blái bilurin var á tremur av
grønum vøkstri, tí løgreglan
hevði nevniliga gjørt ratsia
í húsunum og funnið yvir
170 hassjplantur.
Maðurin í húsunum varð
handtikin seinnapartin og í
gjárkvøldið var maðurin
avhoyrdur av løgregluni.
Í morgun var maðurin til
grundlógaravhoyring,
tí
ákæruvaldið
vildi
seta
mannin í varðhaldsfongsul.
Ákærin í málinum vildi
ikki upplýsa, hví maðurin
skal
varðhaldsfongslast,
men sambært øðrum ákæra
er møguleiki fyri, at orsøkin
til ynski um varðhalds
fongsling er, at ákærdi ikki
skal forða uppkláringini av
sakini.
Eg kann ikki úttala meg
um konkretu sakina, men
vanliga er tað fyri at tey
ikki skulu forða uppkláring
ini av sakini, sigur Finn
Ougaard frá ákæruvaldin
um.
Eftir umhugsunartíð av
gjørdi dómarin, at dyrnar
skuldu vera dupultstongdar,
sum merkir, at onki frá rætt
arfundinum verður upplýst.
Hetta kundi bent á, at sakin
er rættiliga viðkvom.
Fingu ábending
Bergleif Brimvík, kriminal
ovasti, staðfestir, at orsøkin
til, at løgreglan gjørdi ratsia
í gjár, er at hon hevði fingið
eina ábending, um at okkurt
gekk fyri seg í húsunum.
Vit fingu eitt tipp, men
vit hava havt illgruna rætti
liga leingi, staðfestir Berg
leif Brimvík, kriminalov
asti.
Hann staðfestir eisini, at
talan er um mann í 30unum,
sum varð handtikin í gjár.
Fyltu salatfat
Kriminalovastin staðfestir
eisini, at hóast talan var um
170 plantur, so var ikki
neyðugt við lastbili ella
nøkrum tílíkum.
Planturnar vórðu settar í
salatfatið, og tær fyltu rætti
liga nógv, staðfestir Bergleif
Brimvík.
Í rættinum varð avgjørt, at
ongir upplýsingar í málinum
skuldu upplýsast, eftir at
ein maður í 30unum varð
handtikin við Norðskála í
gjár, tí hann hevði einar 170
hassjplantur í húsinum
Hassjmaður er varðhaldsfongslaður
Ungdómskonsert í TUTLhandlinum
Felagið Tutl er farirð undir eitt miðvíst ungdómsarbeiði, tí fara vit nú eisini at bjóða
meir og minni royndum ungdómum, at spæla í TUTLhandlinum. Fríggjadagin 2.
Oktober spælir 17 ára gamli Sigmund V. Zakariassen, sum bæði skrivar tekst og smíðar
síni egnu løg. Sigmund spælir gittar og tónleikastílurin er Singer/songwriter. Til dagligt
gongur hann í 1.g uppi í Hoydølum. Øll eru hjartaliga vælkomin til ókeypis konsert í
TUTLhandlinum, har vit bjóða kaffi og te til tystar sálir.
Á middegi varð
nýggjur matportalur
gjørdur almennur.
Mortan í Hamrabyrgi
er stigtakari og
ritstjóri og síðan er
um mat og drekka
Matur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
grams.fo er heitið á nýggjari
heimasíðu, sum snýr seg
um mat og drekka. Á síðuni
ber millum annað til at
síggja yvirlit yvir matstov
urnar í Føroyum, ábendingar
um røtt víngløs, umframt
ummæli av fleiri ymiskum
vodkum.
grams.fo fer at gerast
eitt tíðarleyst vaksandi dátu
savn við góðum leitingar
møguleikum. Pallurin er
alnótin, ið gevur spennandi
talgildar møguleikar, eitt
nú fyri myndasøvnum og
kykmyndum, sigur Mortan
í Hamrabyrgi í tíðindas
krivi.
Hann leggur afturat, at
umframt vælkendu vín og
matummæliniverður farið
undir at ummæla útgerð og
at lata hent prei.
Ummælini hava verið
hýst í báðum størru bløðun
um seinastu árini.
Rís og rós
Ætlanin við grams er sam
bært ritstjóranum at upp
lýsa, kunna, greiða frá, og
at rósa og finnast at ymisk
ari matgerð.
Somuleiðis verður ein
teigur, sum verður róptur
»Fiskatorgið í Vágsbotni.«
Her ber til hjá seljarum um
alt landið at kunna um, nær
tey eru í Havn og hvat tey
fara at selja á Fiskatorginum
í Vágsbotni.
Gramsa á netinum