hósdagur 1. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 187 - 1. oktober 2009
Rógvi K. Mouritsen,
sum hevur skrivað
stórt verk um fiskar
og fiskasløg, heldur
ikki, at brama-
fiskur, sum bátar og
skip stundum fáa á
snellu og í troli, kann
sigast at vera nakar
nýggjur fiskur undir
Føroyum. – Longu í
1977 fingu vit henda
fiskin á laksalínu
við Jens Chr. Svabo,
sigur hann og heldur
seg minnast, at teir
onkran túrin fingu
einar 40 slíkar fiskar
Fiskar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri høvdu vit samrøðu
við Mortan Johannesen,
útróðrarmann, sum hevði
fingið
fleiri
sonevndar
bramafiskar á snellu vestan
fyri. Hann helt tað vera
keðiligt, at ikki slepst av
við henda fisk í Føroyum.
Sosialurin hevur frætt frá
bæði útróðrarmonnum og
trolmonnum, at stundum
hevur fitt av hesum fiska
slagi verið uppi í veiðini.
Á Fiskamarknaði Føroya
sigur Jens Chr. Olsen, stjóri,
seg kenna lítið til hetta
bramafisk, men hann held
ur, at onkur kassi hevur
verið á marknaðinum, sum
trupult hevur verið at fingið
keyparar til.
Í sínum starvi sum sølu
maður í Bretlandi í sínari
tíð gjørdist hann heldur ikki
serliga kunnugur við hetta
fiskaslag.
Rógvi K. Mouritsen á
Havstovuni, sum bæði kenn
ir og nakrar ferðir hevur
etið hetta fiskaslag, heldur
seg hava sæð, at bramafiskur
verður seldur fyri góðan
prís onkustaðni á evropeiska
marknaðinum,
og
hann
heldur eisini, at veiða er
eftir hesum fiski.
Men eg hugdi herfyri og
dugdi ikki at finna prís
leguna hjá bramafiski. Eg
man helst hava leitað ov
illa, leggur hann aftrat.
Jens Chr. Olsen sigur seg
ikki vita um útflytarar, sum
hava gjørt royndir við at
senda hetta fiskaslag av
landinum.
Men nú kann eg spyrja
onnur, sum arbeiða her, og
veit eg okkurt tá, skal eg lata
tykkum vita, sigur stjórin.
Pelagiskur fiskur
Rógvi K. Mouritsen sigur, at
fyrstu ferð, hann kann minn
ast seg at hava sæð bramafisk,
var í 1977, tá Jens Chr. Svabo
royndi við laksalínu.
Eg meini, teir onkran
túr fingu einar 40 fiskar av
hesum slagi.
Hann sigur seg um dagar
nar hava hoyrt um snellu
menn, sum fiskaðu upsa, ið
vóru noyddir at rýma, tí so
nógvur bramafiskur var
uppi í veiðini.
Hetta er ein pelagiskur
upp og miðsjóvarfiskur,
sum oftast fæst uppi í sjón
um. Hann gerst upp til ein
metur langur, men liggur
vanliga um einar 4060 senti
metrar. Umframt, at snellu
menn plaga at fáa fiskin, er
hann ikki óvanligur í flóti
troli, eitt nú í veiði eftir
svartjafti. Hinvegin haldi eg,
at hann er minni vanligur í
botntroli.
Rógvi sigur seg ikki duga
at meta um, hvørt brama
fiskur er meira vanligur nú
enn áður, men hann heldur
ikki, at stór broyting er í so
máta.
Tað er serliga seint um
summarið og um heystið, at
fiskurin fæst í føroyskum
sjógvi. Eg skal ikki siga, at
talan ikki kann vera um
eina øking – ella minking
– upp á eini 1020%, men
eg havi ikki varhugan av, at
broytingin í so máta hevur
verið hin stóra, leggur hann
aftrat.
Góður matfiskur
Rógvi K. Mouritsen sigur,
at hann nakrar ferðir hevur
etið bramafisk, men nú er
langt síðan seinast.
Flakið er vakurt á at líta,
og hetta er góður matfiskur,
sum smakkar serstakliga
væl. Minnist eg rætt, er sjálv
ur fiskurin í bramafiski eitt
vet gráligt á liti.
Eftir myndunum, sum
Rógvi hevur sent okkum, at
døma, kundi flakið kanska
verið eitt sindur ljósareytt á
liti.
Hann sigur, at umleið
fimti til tíggjundi hvør fisk
ur hevur ein ”parasitt” mitt
í flakinum.
Sker tú 10 fiskar til flak,
kanst tú rokna við, at ein
ella
tveir
hava
henda
parasittin, sum líkist eini
hvítari blommu, ið líka sum
liggur leys í flakinum. Hetta
er tað, sum eg havi sæð og
fingið staðfest. Tað er tó
eingin vansi við hesum, og
parasitturin
er
púrasta
vandaleysur. Tú skolar hann
burtur og sker holið burtur,
Góður
matfiskur
kann ikki
seljast
Olympisk egning
Dagurin í dag verður roknaður sum tann stóri egningardagurin upp undir fundin hjá
altjóða olympisku nevndini, sum verður í Keypmannahavn í morgin. Tí fara umboð fyri
býirnar Chicago, Rio de Janeiro, Madrid og Tokyo at fjeppast uppi í limunum í olymp
isku nevndini í dag fyri at ávirka teirra støðutakan. Millum teirra, sum egna fyri sínum
býum, eru Michelle Obama og Oprah Winfrey fyri Chicago, Lula forseti og Pele fyri Rio
de Janeiro og tey sponsku kongshjúnini fyri Madrid. Í morgin kemur Barack Obama,
forseti, eisini at hjálpa Chicago. Eygleiðarar halda, at tað verður annaðhvørt Chicago ella
Rio de Janeiro, sum fær OL í 2016.
Soleiðis sær bramafiskur
út. Hann kann gerast upp
í ein metur langur, men
liggur vanliga um einar
40-60 sentimetrar
Mynd: Rógvi K. Mouritsen
Sjóprónur er klænur sum stokkur.
Fyri fáum árum síðan var nógv til
av hesum fiski í føroyskum sjógvi,
men nú er hann at kalla burtur
Mynd: Rógvi K. Mouritsen