hósdagur 1. oktober 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 187 - 1. oktober 2009
Frakland skyldar nógv
Í Fraklandi er skuldin hjá tí almenna vaksin sera nógv tað seinasta árið. Hagstovan
í París sigur, at tann 30. juni var tann almenna skuldin 1.428 milliardir evrur. Tað
merkir, at skuldin vaks 3,9 prosent í øðrum ársfjórðingi. Tað merkir, at skuldin er
nú oman fyri 70 prosent av tjóðarframleiðsluni ella væl oman fyri hámarkið hjá
ES, sum er 60 prosent. Franska stjórnin hevur í seinastuni arbeitt við fíggjarlógini
fyri 2010. Tað ljóðar, at stjórnin fer at geva fólki skattalætta, sum fer at økja ta
almennu skuldina uppaftur meiri, skrivar AFP úr París.
har hann sat. So, er flakið
klárt at tilreiða.
Rógvi sigur, at tað eru
tvey sløg av bramafiski, og
bæði
eru
sædd
undir
Føroyum.
- Fiskurin, vit tosa um og
sum ávísar nøgdir verða
fingnar av, er bramafiskur.
Hin verður róptur silvur
bramafiskur og er minni
vanligur um okkara leiðir.
Mær vitandi eru bert nakrir
fáir
silvur
bramafiskar
veiddir undir Føroyum.
Hann sigur, at vanligt er,
at bramafiskur, sum bátar
og skip fáa uppi í veiðini
um sumrarnar og heystarnar,
stingur av aftur, tá ið
sjógvurin gerst kaldari.
Á latíni verður brama-
fiskur róptur brama brama.
Sjóprónur burtur
Fyri einum trimum árum
síðan fekst væl av sjópróni
(entelurus aequoreus) undir
Føroyum. Meðan brama-
fiskur ikki er vanligur at
síggja inni við land, kundi
sjóprónur saktast síggjast í
sjónum inni á firðum og
sundum.
- Eg haldi ikki, vit kunnu
siga, at nógv tekin eru um,
at fleiri fiskasløg, sum liva
syðri í Atlantarhavinum,
hava leitað sær norðureftir
til okkara leiðir. Ábendingar
vóru kanska um hetta fyri
nøkrum árum síðan, men í
dag er líkt til, at minni kend
fiskasløg hava leitað sær
suðureftir
aftur,
heldur
Rógvi K. Mouritsen.
Hann sigur, at meðan
sjóprónur kundi síggjast í
stórum tali, eitt nú í 2002
og 2003, minkaði hetta
fiskaslag um okkara leiðir,
sum árini gingu.
- Í 2006 sóust bert fáir
sjóprógvar undir Føroyum,
og síðan 2007 er fiskurin at
kalla ikki sæddur í okkara
sjógvi.
Rógvi sigur, at sjóprónur
er ikki ein fiskur, sum hevur
verið uppi í føroyskari
veiði, men er serliga sæddur
í
maganum
á
øðrum
fiskasløgum.
- Eitt skifti, tá sjófuglinum
vantaði nebbasild, var líkt
til, at fuglur tók sjóprón til
føði hjá ungum sínum. Mær
er sagt, at fólk tá kundu
finna lundapisur deyðar við
sjónpróni upp úr hálsinum.
Hann vísir á, at fiskurin
er ógvuliga klænur og er
vanliga einar 40 sentimetrar
langur, og tí er ógvuliga
ivasamt, hvussu væl egnað
føði sjóprónur er hjá sjó-
fugli og ungum teirra.
- Sjóprónur er sum ein
stokkur til tjúktar, og eg
haldi, at hann líka sum kvaldi
pisurnar, leggur hann aftrat.
Hann sigur, at tað ikki
var óvanligt, at útróðrar-
menn sóu sjóprón svimja
uppi í sjónum framvið
bátssíðuni.
- Men eitt hvørt er hent,
tá hetta fiskaslag at síggja
til nú er burtur úr føroyskum
sjógvi, sigur Rógvi K.
Mouritsen á Havstovuni
Millum fimti og tíggjundi hvør bramafiskur
hevur ein ”parasitt”, sum líkist eini blommu.
Parasitturin er kortini púrasta vandaleysur og
kann skolast burtur, og holið skerast burtur
Mynd: Rógvi K. Mouritsen
Í eini tíð, tá sjófuglinum vantaði føði, tók fuglurin sjóprón til
pisur sínar, men hetta riggaði eftir øllum at døma ikki serliga
væl, tí pisur lógu kvaldar við sjópróni upp úr hálsinum
Mynd: Rógvi K. Mouritsen
- Tað letur til, at
fiskaprísirnir eru
farnir rætta vegin,
men nú bíða vit
spentir eftir at síggja,
hvussu verður, tá
fiskiflotin rætti-
liga kemur í gongd
aftur. Vit fegnast
um, at Kósavirkið
letur uppaftur, og
at eftirspurning-
urin soleiðis verður
størri, sigur Jens Chr.
Olsen, stjóri á Fiska-
marknaði Føroya
Fiskaprísir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskaseljarar hava leingi
gramt seg um, at ov fáir
keyparar hava verið til
fiskin á marknaðinum.
Nú keypsavtala er gjørd
um stóra fiskavirkið á
Kósini, sum væntandi
letur uppaftur um einar 2-
3 vikur, eru útlit til, at
heldur størri kapping fer
at verða um fiskin.
Fiski-og útróðrarmenn
hava verið sera misnøgdir
við fiskaprísirnar tað
mesta av hesum árinum,
og tað hevur ikki gjørt
støðuna betri, at lítið
hevur verið at fingið av
toski og hýsu.
Rætta vegin
Stjórin á Fiskamarknaði
Føroya, Jens Chr. Olsen,
sigur, at fiskaprísirnir í
seinastuni hava gingið
rætta vegin, sum hann
tekur til.
- Jú, líkt er til, at prísir-
nir sum heild kvinka upp-
eftir. Tað letur til, at so er.
Hann heldur, at næstu
vikurnar fara at geva eina
enn betri ábending um,
hvør gongdin verður og
um tær ábendingar, hann
heldur seg síggja í dag,
fara at vísa seg, sum
heystið gongur.
- Jú, vit eru ógvuliga
spentir eftir at síggja,
hvussu verður, tá allur
flotin er komin í gongd
aftur, sigur hann.
Stjórin á Fiskamarknaði
Føroya sigur seg fegnast
um, at Kósavirkið letur
uppaftur, og hann væntar,
at eitt so stórt virki hevur
sína ávirkan á kappingina
um fiskin.
- Vit hava sæð eina
ávísa prísøking á eitt nú
toski og hýsu og øðrum
fiskasløgum við.
Toskur liggur úr 15 krón-
ur fyri kilo og uppeftir, og
hýsa liggur millum 10 og
13 krónur fyri kilo.
- Hetta er eisini tíðin, tá
fiskurin plagar at fáa betri
prís. Fiskurin er betri til
dygdar um heystarnar enn
um summarið, og kuldin í
veðurlagnum ger sítt til,
at fiskurin vanliga heldur
sær betri.
Jens Chr. Olsen vísir á,
at tað í størri mun enn
nakað annað er útboð og
eftirspurningur sum
avgera prísstøðið.
- Í fjør heyst, tá nógv
var frammmi um heims-
kreppu, gjørdist útlendski
marknaður trekur, serliga
tá ræður um tey dýraru
fiskasløgini, men nú er
líkt til, at marknaðurin í
ávísan mun hevur hug at
lata seg uppaftur.
Kortini lægri
Vit spurdu eisini Jens
Chr. Olsen, hvussu
prísstøðið er í heyst í mun
til heystið 2008, men her
er eingin ivi.
- Fiskaprísirnir eru ikki
komnir upp á aftur tað,
teir vóru fyri prísfallið,
og enn vantar nakað í,
leggur hann aftrat.
Stjórin vísir á, at
framvegis kemur lítið av
upsa um uppboðssøluna
hjá Fiskamarknaði Før-
oya, og hetta heldur hann
vera spell, tá stórt
gjøgnumskygni er á
fiskamarknaðinum.
- Tá skipini landa bein-
leiðis til virkini, kann
upsaprísurin á fiskamarkn-
aðin ikki brúkast sum
grundarlag undir prísmet-
ingini. Av samlaðu upsa-
nøgdunum, sum verða
landaðar í Føroyum, eru
nøgdirnar, sum seldar
verða um uppboðssølu,
alt ov smáar til tess, at
hesar kunnu brúkast í
nakrari samanbering,
sigur Jens Chr. Olsen.
Fiskaprísir rætta vegin