Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 187 - 1. oktober 2009 tíðindi Tá Smyril Line fyri góðum 14 døgum síðani bjóðaði fram túrin, sum tey kalla »Í slóðum føroyinga í Íslandi«, vónaðu tey at kunna fylla ein buss. Tað gjørdust útvið hundrað, sum vildu uppliva gamlar dagar í Íslandi ÍSLAND Orð og myndir: Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Seyðisfjørður: Tað eru væl nøgd umboð fyri Smyril Line, sum nú eru á veg heim aftur til Føroya eftir góða og væleydnaða ferð í slóðum føroyinga í Seyð is­ firði, Skálanesi og Bakka­ firði. Við í ferðalagnum eru útvið eitthundrað føroy ing­ ar, sum fegnir vilja vitja aft ur á føroyskar slóðir í Ís landi. Og sambært Óla Jacobsen, so er Bakkafjørður ein av heilt stóru føroysku arbeiðsplássunum í Íslandi í farnum døgum. ­ Tað var tosað meiri før­ oyskt enn íslendskt á Bakka firði, og sjálvt tá eg var her fyri seks árum síð­ ani, skiltu tey hvørt einasta orð føroyskt, sigur Óli Jacob sen, sum er ferða­ leiðari og frásøgumaður á túrinum. Eisini umboðini á Smyril Line eru stak væl nøgd við undirtøkuna. – Hetta er munandi fleiri enn vit høvdu torað at droymt um, sigur Annika Larsen Black, sum er sølu­ leiðari hjá Smyril Line á heimamarknaðinum. Túrurin til Bakkafjørðin umvegis Egilsstaðir og Vopnafjørð gjørdist drúgv­ ur, og eyka drúgvur, tí buss­ førararnir einar tvær ferðir koyrdu skeivt. Bussarnir og førararnir eru báðir før­ oyskir, so tað skal sjálvandi verða teimum fyrigivið. Glæsilig móttøka Á Vopnafirði hevði Smyril Line skipað soleiðis fyri, at ferðaleiðarir skuldu vísa okkum runt í bygdini. Men har var gjørt nógv meiri burt ur úr, enn umboðini fyri Smyril Line høvdu ánilsi av. Ferðalagið varð møtt við Merkinum veitrandi uttan fyri bygdarhúsið, og inni í salinum var vælsmakkandi og leskiligt borð reitt til teir næstan hundrað føroying­ arnar í ferðalagnum. ­ Og tað kom púra óvart á okkum, tí tað var ikki av ­ talað framman undan, men nakað, sum íslendingarnir sjálvir hava gjørt av sínum eintingum, sigur Annika Larsen Black. Vopnafjørður er annars ein av teimum býunum ella bygdunum í Íslandi, sum er sloppin stak væl undan krepp uni, sum reikar í land­ inum í dag. Ein av teimum trimum føroysku kvinn un­ um, sum búgva í Vopnafirði, Edil Jensdóttir, sigur, at arbeiðsloysi er nærum ikki til í bygdini. ­ Vit eru eini 560 fólk, sum búgva í Vopnafirði, og stóra sildafabrikkin í bygd­ ini hevur eini 100 starvs­ fólk. Hartil er sjálvandi skúli, eldrabýli og ein maskin verkstaður. Og so hava vit eisini eitt slakti­ virki, sum fæst nógv við at slakta seyð. So flestu fólk hava arbeiði, sigur Edil Jensdóttir. Lítið eftir Leiðin gekk síðani teir 35 kilometrarnar úr Vopnafirði til Bakkafjørðin. Fyrst varð tó steðgað á við gomlu kirkjuna, sum hoyrir til Bakka fjøðin, hon liggur á einum stað, ið kallast Skeggja staðir. Hetta er gamalt kirkju­ pláss og hevur havt kirkju síðani í 1200­talinum. Hend an seinasta kirkjan er tó bygd í 1845 av viði, og er elsta kirkjan á eysturland­ inum. At enda gekk leiðin so móti Bakkafirði, og har kundu nakrir av teimum, sum høvdu róð út har í 40­unum, kenna seg aftur. Eitt nú Kaj í Bartalsstovu úr Gøtu, sum var í Íslandi eitt ár, í 1944. Hann greiddi so frá – sum onkur kanska hevur hoyrt á Rás2 – um hvussu teir stríddust á Bakkafjørðinum í teimum tíðum. Hvussu teir noyddust at flekja fiskin í fjøruni, um ikki sluppir lógu inni og kundu keypa ráfiskin. Okkurt stendur eftir, men nógv er farið, eitt nú húsið, har Kaj og hansara báts­ felagar búðu. Handilshúsini standa enn, men tað er týðiligt, at tey hava sæð betri dagar. Og í sjálvari bygdini er eisini eitt ávíst tal av sethúsum, sum týðiliga hava sæð betri dag­ ar, men tað forfallið er kort­ ini eldri enn tað eina árið, kreppan hevur herjað í Ís ­ landi. Óli Jacobsen, ferðaleiðari, visti at siga frá, at flaka­ virkið í bygdini er endur­ stovnað við einum handils­ manni úr Reykjavík, sum partur av einum virki í høv­ uðsstaðnum. Tá hann flutti til Bakkafjørðin stutt síðani við konu og tveimum børn­ um, vaks íbúgvaratalið í bygdini við fimm prosentum upp í 85. Tey hasta eftir Óla Hon er ikki stór, men sambært upplýsingum er hetta elsta kirkjan á eysturlandinum MBF sendir drunn – Eitt gott høvi at siga sina hjartans meining um ymisk viðurskifti. Soleiðis sigur MBF, sum í heyst fer undir eitt tiltak, ið tey kalla Drunnurin. Tey byrja tiltakið við at heita á eitt fólk um at skriva eina grein til heimasíðuna hjá MBF. Hetta skal verða ein møguleiki, at siga sína hjartans meining um okkurt evni, ið hevur við brek at gera. Tann fyrsti sum skrivar sendir síðani áheitanina um at skriva víðari til onkran persón sum viðkomandi heldur kundi gjørt kjakið um viðurskiftir innan brek og politikk ella okkurt heilt annað, ið hevur við brek at gera meiri fjølbroytt. Tann fyrsta sum skrivar til Drunnin er forkvinnan í Ráðnum fyri Brekað, Barbara á Tjaldrafløtti (myndin). Drunnurin hesaferð er nú veruleiki og liggur á okkara heimasíðuni hjá MBF www.mbf.fo