hósdagur 1. oktober 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2009
13
tíðindi
Ikki strævið
Hesin túrurin gjørdist sum
nevnt drúgvur. Heilir 11
tímar gingu frá tí, at farið
var av Norrönu til ferðalagið
aftur var umborð. Tað førdi
við sær, at kokkar og tæn
arar máttu hava eyka leingi
opið, fyri at ferðalagið
skuldi fáa ein bita at eta.
Talan var um kalt borð, og
tað var íroknað prísin fyri
hendan túrin, Í slóðum før
oy inga í Íslandi, so tað var
ikki verri enn tað.
Fólk vóru móð eftir túrin,
men kortini helt eingin, at
tað hevði verið ov strævið.
Fólk, sum Sosialurin tosaði
við, hildu, at túrurin var
fram úr góður.
Og øll vóru samd um, at
sjálvt um stak góða veðrið
var prikkurin yvir i’inum,
so var tað Óli Jacobsen,
sum við sínum framúr
áhuga verdu frásagnum, ið
gjørdi túrin so góðan.
Óli Jacobsen ER túrurin,
staðfesti Annika Larsen
Black heilt einfalt.
Mikudagurin
gjørdist
langt frá so langur, men
hann gjørdist rørandi, tá
minningarhald varð hildið
yvir teir sjey menninar av
Riddaranum, sum sjólótust
í september 1927, tá skips
báturin hálvdist. Bert ein av
átta monnum slapp frá van
lukkuni við lívinum, og teir
fimm, sum vórðu funnir
aft ur,
vórðu
jarðaðir
í
Seyðisfirði
6.
oktober
1927.
Tað var í gjár, 30. sep
temb er, júst 82 ár síðani
vanlukkan við manningini
á Riddaranum hendi.
Meiri verður um hendan
serliga túrin, »Í slóðum før
oyinga í Íslandi« komandi
dagarnar.
Tá ferðalagið kom á Vopnafjørðin, høvdu íslendsku vertirnir gjørt leskiligt matarborð til reiðar
Ein av teimum heilt fáu, sum hevur upplivað lívið í Íslandi sum
føroyskur útróðrarmaður, er Kaj í Bartalsstovu úr Gøtu
Skúlin í Vopnafirði er bygdur sum brúgvin á einum skipi
Talið av handverkslærlingum met lágt
Alt bendir á, at talið á handverkslærlingum fer at seta botnmet. Tað verður lægri, enn tað var eftir
kreppuna í 1995, verður sagt av Yrkisdeplinum. Síðani oktober mánað í fjør er lærlingatilgongdin
komin niður á eitt sera lágt støði. Í mun til trý tey seinastu árini er tilgongdin í 2009 minkað frá 324
í 2006 til 108 sama tíðarskeið í 2009. Á Yrkisdeplinum siga tey, at um henda tilgongdin heldur fram
árið út, verður talið á lærlingum í 2009 umleið 140, og er tað minni enn talið á lærlingum var beint
eftir kreppuna í 1995, tá lærlingatalið var 151.