Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2009 15 viðmerkingar Tað kemur Føroya Arbeiðs­ gevarafelag sera dátt við at hoyra, at tað longu verður umhugsað at broyta útlendingalógina aftur Tey árini búskaparvøkstur var í Føroyum og uttanlands, mistu føroyskar fyritøkur sáttmála oman á sáttmála bæði úti og heima, tí politiska skipanin ikki megnaði at loysa upp fyri atgongdini til arbeiðsmegi. Tey árini tað tók politiska myndugleikanum at taka støðu, mistu føroyskar fyritøkur nógvan pening og møguleikar. Hesi árini við sera stórum búskaparvøkstri og sera lágum arbeiðsloysi kærdi vinnan sína neyð um, at ikki bar til hjá vinnufyritøkum at leggja so­ leiðis til rættis, at til bar at økja um framleidni í fyritøkunum, meðan búskaparvøkstur var. Hóast hetta gingu minst 4 ár, áðrenn ein skipan varð funnin, sum bøtti nakað um støðuna. Nú eftir bert tríggjar mánaðir við arbeiðsloysi millum 3,5 og 4% sær út til, at myndug­ leikarnar ætla sær at taka málið upp aftur av nýggjum. Nýggja útlendingalógin hevur bert verið í gildið síðan 1. juli 2008, og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at henda skipan verður broytt, áðrenn veruligt høvi hevur verið til at sæð, hvussu hon virkar. Eitt gott ár er alt ov stutt tíð til hetta, og tað hevur ikki givið vinnu og myndugleikum høvi veruliga at fáa royndir av hesi skipan. Tað er sera ørkymlandi, at tað yvirhøvur verður umhugsað at broyta skipan aftur longu nú. Fyri tað fyrsta er lítið at ivast í, at føroyskir arbeiðs­ gevarar velja føroyingar framum útlendingar til møgu­ lig leys størv, tí í allar flestu førum er tað munin lættari at hava fólk í starvi, sum megna føroyska málið. Tí er ikki væntandi, at lutfallið millum føroyska og útlendska partin av arbeiðsstyrkini fer at hækka næstu tíðina, kanska heldur hinvegin. Harafturat standa útlendingar fyri einum sera lítlum parti av samlaðu arbeiðsstyrkini. Tosað verður sostatt um, at lata dyrnar aftur fyri útlend­ skari arbeiðsmegi um somu tíð, sum tað verður arbeitt við og tosa um, hvørt Føroyar skal hava tættari tilknýtið til ES við aðrari avtalu enn henni, vit hava í dag. Summi tosa enntá um ES limaskap. Hvussu skal Føroyar kunna knýta seg tættari at samstørv­ um, har frælsi fyri m..a. arbeiðsmegi er ein av høvuðs­ táttunum, tá vit ikki sjálvi tora at lata okkara dyrð upp fyri útlendinum? Føroya Arbeiðsgevarafelag ásannar, at hetta ikki kann tulkast øðrvísi enn, at polit­ iska skipanin ikki megnar at arbeiða fyri gagnligum og stabilum vinnukørmum í Føroyum, hvørki í góðum ella ringum tíðum. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir sostatt staðiliga frá, at tann smidliga skipan, sum er fyri ES –borgarar verður broytt og at farið verður aftur til skipanina, sum var í gildið fram til 1. juli 2008. FAKTA Arbeiðsstyrkin í Føroyum er umleið 30.000 persónar. 220 arbeiðsloyvir eru givin eftir lógini, sum var broytt 1. juli 2008. Útlendingarnir á før­ oyska arbeiðsmarknaðinum standa sostatt fyri 0,73% av føroysku arbeiðsstyrkini. Hóast arbeiðsloysi í Før­ oyum er hækkað, er tað tó enn lágt. Vanliga verður sagt, at sokallaða bygnaðarliga arbeiðsloysið liggur um 4%, sum er á leið tað arbeiðs­ loysið, vit hava í løtuni. Útlendsk arbeiðsmegi í Føroyum formaður í Føroya, Arbeiðsgevarafelag Jóhan Páll Joensen Nú um dagarnar lógu Kirkju­ tíðindi nr. 3 í postkassanum. Hetta er eitt sera snotiligt blað. Í blaðnum eru nógvar góðar og áhugaverdar greinar, sum avgjørt eru verdar at lesa og sum geva høvi til eftirtanka. Tað var serliga ein grein, sum eg hefti meg við. Tað var greinin hjá Fríðleif Lydersen, gudfrøðingi. Yvirskiftin á grein hansara er: Hví ikki prestaligt margfaldni? Í grein síni greiðir hann frá síni upplivan at fáa presta­ starv í míni egnu kirkju, sum hann málber seg. Tá tú hevur lisið grein hansara, situr tú eftir við hesum orðum: Tað kann ikki verða rætt at hesin maður ikki kann fáa starv sum prestur í fólkakirkjuni. Var tað ikki fyri tveimum árum síðan, at tann kirkju­ politiski myndugleikin og Føroya løgting avgjørdu at yvirtaka kirkjuna og harvið fáa hana á føroyskar hendur? Tók politikararnar upp á orðið Hesin ungi presturin tók okkara politikarar upp á orðið. Hesir høvdu upp­ fordrað lesandi um at søkja í onnur lond enn Danmark. Presturin úr Skálavík valdi at fara til Noregs at lesa. Hann las gudfrøði á meinigheitsfakultetet í Oslo. Tað skuldi seinni vísa seg at verða ikki tað besta valið, tá ein sær tað í ljósinum at fáa prestastarv í tí føroysku fólkakirkjuni. Í 2008 hevði hann lokið lestrartíðina og var tí klárur at taka presta­ starvið uppá seg her á landi. Hann hevði jú kall at virka her í Føroyum. Hesin ungi prresturin kom at renna pannuna ímóti tí latínska múrinum. Fyri at hann kann fáa fast starv í tí føroysku fólkakirkjuni, má hann lesa latín, nakað av kirkjusøgu og Gamla testamenti. Vert er at nevna í hesum sambandi, at tey, sum hava lisið í Noreg, hava havt fak sum hebraiskt og griskt, tí tey eru grundmálini í heilagu skriftini, sum kirkjan stendur á. Grønlendingar betur møguleikar enn okkara egnu landsmenn Tað kann tykjast rættiliga ørkymlandi, at tað innan føroysku fólkakirkjuna verður arbeitt eftir eini lóg, sum setir okkara landsmenn, sum lesa í øðrum londum enn Danmark. Vit tosa her um eina setanarlóg av prestum. Tað eru bert tríggir møgu­ leikar fyri at fáa fast starv í tí føroysku fólkakirkjuni. Tað eru hesi: 1. Hevur eitt gudfrøðisligt prógv frá einum donskum universiteti. 2. Hava virkað eitt ávíst áramál (7 ár?) í eini evangel­ iskt lutherskari fríkirkju. 3. Hevur grønlendska prestaútbúgving. Sambært greinini hjá tí unga prestinum úr Skálavík, so er tann grønlendska prestaút­ búgvingin á nógv lægri støði enn bæði tann danska og norska gudfrøðisútbúgvingin. Ei undur í, at hesin ungi presturin stendur spyrjandi og heldur, at tað er løgið, at hann sum við eini norskari gudfrøðisútbúgving ikki kann fáa starv í síni egnu kirkju. Tá ið ein, ið hevur grønlendska útbúgving, sum er á nógv lægri støðu enn tann norska, kann fáa starv í tí føroysku fólkakirkjuni. Orsøkin til hesa støðu er at finna í einari danskari fatan av tí norsku prestaútbúgvingini. Tann norska prestaútbúgv­ ingin verður av donskum universiteti ikki mett at hava alt tað fakliga, sum krevst fyri at kunna virka í tí føroysku fólkakirkjuni, hóast at tann norska presta­ útbúgvingin er nógv betur fyri enn tann grønlendska prestaútbúgvingin. Vit síggja í einum sangi ”Mangt er undarligt, tað sigur abbi”. Hetta má verða eitt tað merkiligasta, sum er til í nýggj­ ari tíð. Her má avgjørt verða nakað, sum bæði kirkjupolit­ isku og kirkjuligu myndug­ leikarnir eiga at fáa uppá pláss. Í nærmastu framtíð skulu fýra prestastørv setast. Tað vildi verði gleðiligt, um vit sóu ungar prestlærdar menn/ kvinnur fingu hesi størvini í tí føroysku fólkakirkjuni, óansæð hvar í hesi hava lisið, um tað er í Danmark, Noreg ella í øðrum landi. Latín ella starvsvenjing Eg vil hervið sitera úr grein­ ini hjá Fríðleif Lydersen. Sitat: Norska útbúgvingin hevur valt at leggja meira dent á onnur fakøkir enn tann danska. Tann praktiska gudfrøðin hevur fingið størri rúmd í tí norsku útbúgvingini enn í tí donsku, ímeðan ein hevur valt ikki at leggja dent á latín, sum verður gjørt í donsku útbúgvingini. Í nor­ sku útbúgvingini verður stórur dentur lagdur á at fyrireika tann lesandi til prestatænastuna, ið tann lesandi skal út í. Tí er starvs­ venjing ein týdningarmikil partur av útbúgvingini, har tann lesandi í styttri tíðar­ skeiðum undir vegleiðing roynir seg sum prest. Tann lesandi kann eftir fyrstu starvsvenjingina við biskupligari fullmarkt virka sum prestavikarur við rætti til at hava gudstænastur, for­ rætta dóp, altargongd og jarðarferir. Tann danska og føroyska fólkakirkjan loyva ikki hesum, tí ein í hesum kirkj­ unum skal vera prestvígdur, um ein skal forrætta guds­ tænastu ella aðrar kirkjuligar handlingar. Eg havi havt stóra nyttu av starvsvenjingini og presta­ vikartænastuna, tí tað hevur verið við til at fyrireika meg til prestatænastuna. Men eins og í donsku útbúgvingini læra vit tey bíblisku málini hebraiskt og grikskt, tí tey eru grund­ málini í heilagu skriftini, sum kirkjan stendur á. Sitat slutt. Tað er púra óskiljandi, at hesi, sum hava lisið gudfrøði í øðrum landi enn Danmark, ikki kunnu fáa fast starv á líka fóti við hinar prestarnar. Hvar liggur ábyrgdin av hesum? Liggur hon hjá kirkjupolitisku myndug­ leikunum? Ella hjá kirkjuligu myndugleikunum? Yvirtøka, sum endaði sum danskt kopi Tað var fyri tveimum árum síðani, at tann føroyska fólka­ kirkjan var yvirtikin. Tað vóru nógv, sum trúðu, at nú komu broytingar at henda í kirkjuni. Ein skuldi trúð, at nú fóru vit at síggja eina føroyska fólkakirkju, sum fór at byggja sín egna og sjálv­ støðuga samleika. Til nú eru ikki tey stóru nýggju frambrotini at síggja. Sum nú er í sambandi við at seta nýggjar prestar í starv, verður arbeitt eftir einari danskari lóg. Tí kann ein ikki koma til annað úrslit enn, at føroyska fólkakirkjan er eitt kopi, avrit, av tí donsku, hví so yvirtaka fólkakirkjuna? Lat meg enda hesa grein. Eg ákæri ikki danir at blanda seg uppí okkara kirkjuliga mál. Eg vildi fegin vita, hví vit ikki sjálvi kunnu gera okkara egnu setanarreglur fyri prestastørvini í tí før­ oysku fólkakirkjuni, sum nú fult og heilt er á føroyskum hondum. Avgera danir, hvør skal virka sum prestur í føroysku fólkakirkjuni? Thomas J. askham Undirritaðu fakfeløg heita á Anniku Olsen, landsstýris­ kvinnu við innlendismálum, um at bera so í bandi, at ríkislógartilmæli um at »Lov for i Færøerne om udlænd­ inges adgang til opholdstil­ ladelse med henblik på visse former for beskæftigelse« missur virknað beinanvegin, tí at tørvur er ikki longur á arbeiðsmegi. Tvørturímóti, so er arbeiðsloysi vaksið rættiliga nógv seinastu mánaðirnar, og eru nú uml. 1200 fólk um allar Føroyar arbeiðsleysar. Tá ið ríkislógartilmæli var samtykt í fjør summar var m.a. sagt í viðmerkingunum at »Sum avleiðing av teimum hoyringum, sum hava verið í fjør heyst, verður skotið upp, at reglurnar viðvíkjandi ES­ ríkisborgarum bara hava virknað, tá ið serligur tørvur er á arbeiðsmegi. Sambært viðmerkingunum til hesa áseting er serligur tørvur á arbeiðsmegi, tá ið arbeiðs­ loysið í Føroyum er lágt. Um so er, at arbeiðsloysið í Føroyum, soleiðis sum tað verður uppgjørt á Hagstovu Føroya, í eitt samanhangandi tíðarskeið á í minsta lagi tríggjar mánaðir, fer upp um 3,5 %, boðar Føroya Lands­ stýri donsku útlendingamynd­ ugleikunum frá hesum. Hetta hevur við sær, at umsóknir um uppihaldsloyvi til ES­ ríkisborgarar ikki verða við­ gjørdar í mun til hesa serligu áseting, av tí at tað ikki verð­ ur mett, at serligur tørvur er á arbeiðsmegi, tá ið arbeiðs­ loysið er oman fyri 3,5 %...» Sum støðan er í løtuni, so er einki, ið bendur á, at gongdin við vaksandi arbeiðs­ loysi fer at venda í bræði – tvørturímóti síggja undir­ ritaðu feløg javnt og samt, at limir okkara hava minkandi arbeiði og fallandi inntøkur. Hetta hevur verið serliga ringt hjá sjófólki síðani 2007, og hevur eisini rakt hart hjá arbeiðsfólki á landi síðani oktober 2008, tá ið arbeið­ loysi tók dik á seg. Sum talvan niðanfyri frá Hagstovu Føroya vísir, so fór arbeiðsloysi upp um 3,5% í juni mánaði, og er síðani vaksið til 4%. Árstíðarjavn­ aða arbeiðsloysi fór í mai mánaði upp á 3,5% og er síðani vaksið til 4,2%. Arbeiðsloysi skift á mánaðir og mát Gongdin síðani oktober mánaði 2008 hevur verið greið, og tað er í løtuni einki sum bendur á, at henda neiliga gongd broytist í bræði. Grundgevingar eru tí ikki fyri, óavmarkað at loyva fleiri útlendingum inn í landið at arbeiða, tí tað eru arbeiðstøk fólk í øllum teimum vinnugreinum, sum útlendingar vanliga koma til Føroyar at starvast í. Undirritaðu heita eisini á landsstýriskvinnuna við innlendismálum um at tryggja, at lógin um útlend­ ska arbeiðsmegi verður hildin, og at tey sum eru komin higar at starvast hava virðilig arbeiðskor, so leingi arbeiðsloyvi er galdandi. Vinarliga Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag Viðvíkjandi útlendskari arbeiðsmegi