Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 187 - 1. oktober 2009 Danski handilsflotin hevur tað ringt í kreppuni. Inntøkan í ár er ein triðing minni enn í fjør, og tað fær nú A.P. Møller Mærsk til at koyra danskar yvirmenn av bingjuskipunum og at lata asiatiskar yvirmenn loysa teir av. Teir føroysku yvirmenninir, sum sigla við Mærsk, verða taldir saman við teimum donsku Sjóvinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo – Ein dimmur dagur fyri danska sjóvinnu og ein dyggur smeitur fyri yvir­ menninar umborð á bingju­ skipunum hjá Mærsk. Tað var niðurstøðan hjá formanninum í danska navi gatørfelagnum Søfart­ ens Ledere, eftir at leiðslan í tí kenda reiðarínum hevði boðað frá, at 170 danskir yvirmenn skulu í land, og at asiatiar skulu umborð ístað­ in fyri. Teir donsku/før­ oysku yvirmenninir verða ikki koyrdir í land bein­ leiðis, men fáa tilboð um eina sokallaða fráfaringar­ skipan, sum reiðaríið vænt­ ar, at teir flestu fara at taka av. Í fyrsta umfari er talan um yngri yvirmenn, meðan teir eldru og meiri royndu verða verandi í reiðarinum. Grundgevingin fyri av ­ gerð ini hjá reiðaríleiðsluni er tann einfalda, at teir donsku/føroysku yvir­ menn inir eru ov dýrir at hava umborð samanborið við teir asiatisku. Í sjónvarp­ inum í gjárkvøldið varð nevnt, at talan kann vera um helvtarmun. Søfartens Ledere ásannar eisini, at Mærsk kann spara einar 33 milliónir krónur um árið við at koyra asiatiskar yvir­ menn umborð ístaðin fyri teir 170 donsku, men felag­ ið heldur ikki, at hetta er alt roknistykkið. – Í mínum oyrum eru boð ini, at sum frá líður verða eingir danir umborð á bingjuskipunum hjá Mærsk. Avgerðin fer eisini at hava við sær, at tað verður vón­ leyst at fáa fólk til sjó vinn­ una í framtíðini, sigur Peer Bøje Brandenborg við danska kringvarpið. Tey ungu hava longu gjørt vart við sína misnøgd. Í dag vóru næmingarnir á sjó­ vinnuskúlanum í Marstal í verkfalli fyri at vísa sína misnøgd við avgerðina hjá Mærsk. Tað einasta rætta Ikki heilt óvæntað fær av ­ gerðin hjá leiðsluni í A.P. Møller Mærsk undirtøku frá Lene Espersen, búskap­ ar­ og vinnumálaráðharra. Felagið ger tað einasta rætta, sigur hon. – Tá inntøkan hjá einari fyritøku minkar so nógv sum í hesum førinum, eigur leiðslan at taka neyðug stig. Tað er umráðandi, at fyri­ tøkan lagar seg eftir kreppu­ støðuni, soleiðis at hon stendur klár, tá búskapurin fer at venda. Hetta er eisini galdandi fyri reiðaríini, sigur Lene Espersen í einari skrivligari viðmerking til avgerðina hjá Mærsk. Ráðharrin leggur dent á, at tað er umráðandi, at skip hjá donskum reiðaríum sigla undir donskum flaggi. Tí fer hon ikki at pilka við DIS­skipanina, sum sam­ bært ráðharranum er ein týðandi trygdarkarmur hjá teirri donsku sjóvinnuni. Lene Espersen sigur, at hon fer at biðja Sjó­ ferðslustýrið seta seg í sam­ band við navigatørfelagið og maskinmeistarafelagið fyri at vita, um teir yvir­ menninir, sum skulu í land, fáa tørv á eftirútbúgving. Mist 60 milliardir Bingjudeildin hjá A.P. Møller Mærsk hevði næstan seks milliardir krónur í halli fyrra hálvár, men tað er ikki bara hetta felagið, sum líður undir kreppuni. Í danska reiðarafelagnum siga tey, at inntøkurnar hjá reiðaríunum verða einar 130 milliardir krónur í ár, og tað er næstan ein triðing minni enn í fjør. Tey donsku reiðaríini eru í kapping við reiðarí í Fjareystri, sum fáa munandi størri almennan stuðul enn teirra kappingarnmeytar í Evropa. Í Fraklandi og Týsk landi hava politik arar­ nir tosað um at veita reiða­ ríunum almennan stuðul, men tey donsku ætla sær ikki at biðja tað almenna um hjálp, sigur varastjóirin i reiðarafelagnum, Jan Fritz Hansen, við DR. Hann sigur, at avgerðin hjá A.P. Møller Mærsk at koyra 170 danskar/føroysk­ ar yvirmenn í land fyri at spara pengar vísir, hvussu meint kreppan hevur rakt tey donsku reiðaríini. – Tann stóra afturgongdin ger, at A.P. Møller Mærsk og hini reiðaríini eru farin við tættkambinum at leita eftir hvørjum einasta møgu­ leika at spara, sigur Jan Fritz Hansen. 236 føroyingar, sum búgva í Føroyum, sigla sum naviga tørar ella maskin meist­ arar við skipum hjá Mærsk. Har­ afturat eru 24 føroyingar, sum búgva í Danmark, og tríggir búgva í øðrum londum. Mærsk ikki ráð at hava føroyskar og danskar yvirmenn Tað er ov dýrt hjá A.P. Møller Mærsk at hava danskar og føroyskar yvirmenn umborð á bingjuskipunum, og tí skulu bíligari yvirmenn úr Asia umborð at loysa teir av Mynd: A.P.Møller-Mærsk BMW úr Formel 1 BMW taka seg úr Formel 1 rasarakoyringini, tá hetta árið er úti. Orsøkin sigst vera, at teir vilja brúka meira orku upp á at menna framkomna tøkni, sum kann nýtast í vanligum bilum. Eitt nú hava teir gjørt samstarvsavtalu við Bosch og Samsung um menning og levering av lithium battaríum til tann komandi elbilin BMW Megacity og aðrar eldrivnar BMW elbilar. Flest gráir bilar Hóast bilídnaðurin hevur verið og framvegis er í kreppu við nógvum broytingum, er tað eitt sum ikki er broytt. Tað er liturinum á bilunum. Gráir bilar eru framvegis mest seldir í Evropa við 31 prosentum, nummar tvey eru bláir bilar við 25 prosentum og sum nummar trý eru reyðir bilar við umleið 10 prosentum, skrivar enska blaðið Carkraft.