Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 187 - 1. oktober 2009 tíðindi gátan um toskin Dánjal Petur Højgaard Føroysk fiskifrøði á odda um toskin á norðurhálvu jarðar Í mongum londum hava sveiggini í toskastovnum volt bæði fiskimonnum og fiskifrøðingum stórt høvuð­ brýggj. Hví øll hesi sveiggj? Hví og hvar ferðast toskur­ in? Hvat er tað, ið stýrir flyt ingini av teim ymsu aldurs bólkunum hjá einum toska stovni? Hesir spurningar fáa svar fríggjadagin, við tað, at dokt ara rritgerðin “Food availa bility and feeding in Atlantic cod (Gadus morhua L.) at Faroe Islands: conse quences for spatial distribu tion, recruit­ ment, natural pro duction and fishery” í morgin verð­ ur vard væl og virðiliga við Uni versitet i Bergen. Verjan vardi Miðvísa, vísindaliga arbeið­ ið á Havstovuni (fyrr: Fiski­ rarnnsóknarstovuni) hevur enn einaferð borið stoltan ávøkstur.! Arbeiðið hjá Peturi hevur víst seg at vera slóðbrótandi á mongum økjum. Umframt sínar egnu merkingar roynd­ ir, magakanningar o.a.m., setir hann hesi eisini í sam­ band við onnur gransk ing­ ar úrslit á stovninum. Til døm is kanningar av gróðr­ inum. Ein kann tí av sonn­ um tosa um eina synergi­ effekt í arbeiðinum hjá Havstovuni: summurin av øllum, ið verður lagt saman, gerst mun andi størri enn væntað! Arbeiðið hjá Peturi gongur fyri seg á mongum, ymisk um fakligum stigum. Kann ingar og kjak er farið fram innan: vistfrøði, fiski­ frøði, atburðarfrøði, arva­ frøði og lívevnafrøði. Hetta gevur ritgerðini eina heilt óvanliga fakliga styrki – og harvið góða vissu fyri, at niður støð urnar eru rættar. Í stuttum kann nevnast, at Petur Steingrund hevur funnið fram til ein koll velt­ andi samanhang millum vøkstur hjá toskastovninum og stovnsstøddina. Hetta er ein útrokningarháttur, ið eisini kann vera til at greina, hvat hendir við toskinum í øðrum havøkjum. Sum dømi um eitt annað óvæntað og spennandi úrs lit, kann nevnast sambandið millum 1­2 ára gamlar tosk ar og slánar (gamlar rak­tosk­ ar). Her hevur Petur funn ið vísindaliga haldgott prógv fyri, at slánarnir (ið eru innar laga, tá ið lítil føði er til) eru við til at beina teir yngru út á djúpari vatn, har teir kunnu vaksa seg stórar og feitar av tí føðini, ið er har úti. Mangt annað kann nevn ast úr drúgvu doktara­rit gerðini hjá Peturi, ið fevnir um ikki minni enn 10 vís inda ligar greinar. Til dømis, um hvat í veru leik anum hendi, tá ið toskurin »hvarv« í nítiárun­ um, undir kreppuni. Roknast kann við, at hetta koma føroyingar at hoyra nærri um í komandi døgum, tá ið Petur og kona hansara, Tórun, koma heim aftur á klettarnar! Perman á ritgerðini sær soleiðis út: Food availability and feeding in Atlantic cod (Gadus morhua L.) at Faroe Islands: consequences for spatial distribution, recruitment, natural production and fishery Fyrrverandi føroyska Fiskirannsók- narstovan (nú Havstovan) hevur enn einaferð í verki víst, at fakliga arbeiði hennara hevur internationalt støði. Niðanfyri er víst, hvørjir persónar, atknýttir í størri ella minni mun til Havstovuna hava vart PhD/doktarar- itgerðir. Eisini eru evni og heiti sett upp: 2009: Petur Steingrund (um føroyska toskastovnin á landgrun- ninum, serliga føði og ferðing): Food availability and feeding in Atlantic cod (Gadus morhua L.) at Faroe Islands: consequences for spatial distribution, recruitment, natural production and fishery 2009: Karin Margretha H. Larsen (um vatnskifti á føroyska landg- runninum og á árin á vistskipan): Circulation and exchange of water masses on the Faroe Shelf and the impact on the Shelf ecosystem 2007: Høgni H. Debes (um sam- bandið millum plantu- og djóraæti á føroyska landgrunninum): Phyto- plankton and Zoo plankton Interac- tions on the Faroe Shelf 2004: Hjálmar Hátún (um streym- víðurskifti við Føroyar): The Faroe Current 2002: Hóraldur Joensen (um fit- isýrur í føroyskum fiski): Discrimina- tion among fish species and stocks by multivariate analysis of fatty acid profiles in selected tissues 2001: Eilif Gaard (um æti-samfelagið á føroyska landgrunninum): The Plankton Community Structure on the Faroe Shelf 2000: Jan Arge Jacobsen (um laksin og vistfrøði hansara): Aspects of the marine ecology of Atlantic salmon (Salmo salar L.) 1998: Dánjal Petur Højgaard (um upsa og lívsringrásina hjá rundor- mum): Aspects of the Life Cycle of Whaleworm, Anisakis simplex, and its Infection of Saithe, Pollachius FAKTA Gátan um tosk Føroyski fiskifrøð ing­ urin Petur Stein grund fer í Bergen í morgin at verja doktara ritgerð sína um før oyska toskin. Hervið eru fleiri av gátun um um toskin á føroyska landgrunni­ num loystar Petur Steingrund Fleiri nýggir bilar Fyri fyrstu ferð í 13 mánaðir er sølan av nýggjum bilum í Japan vaksandi. Sølan í august vaks við 2,3 prosentum í mun til í fjør. Tey flestu japansku bilmerkini høvdu framgongd, meðan nøkur høvdu afturgongd. Hybridbilarnir hjá Toyota og Honda høvdu størst framgongd. Helst orsakað av lágu avgjøldini upp á hesar bilar. Sølan av bilum hálverað Seinasta hálva árið er sølan av nýggjum bilum í Russlandi næstan hálverað. Øll bilmerkini hava havt afturgongd uttan Volkswagen. Størsta marknaðarpart hava russisku Lada við umleið 25 prosentum Russland hevur annars verið skjótast vaksandi marknaður í Evropa seinastu árini.