Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2009 19 tíðindi – samsvar millum toskaframleiðslu og gróður, sigur Petur Steingrund í samrøðu við Dánjal Petur Højgaard Hvussu verður funnið fram til nýggj vísindalig úrslit í t.d. vistskipanini, ið hevur við toskin at gera? Leiðin hagar kann vera bæði long og drúgv, tí ikki altíð er gøtan bein og sløtt, men heldur krókut og ósløtt. Tað nógva er hart og drúgt arbeiði, t.d. sýnistøkur og kanningar umborð, eftir fylgt av hagfrøðiligari við gerð á landi, kjak á fundum, á ráðstevnum og við starvs­ felagar. Men onkun tíð koma úrslitini á ein heilt óvænt­ aðan hátt. Lat meg taka tvey dømi: Framleiðsla og gróður Einaferð fyri nógvum árum síðani skuldi eg halda ein fyrilestur til fyrstu Fish Fair stevnuna í Runavík. Evnið skuldi vera okkurt um toskin og lív hansara. Fekk hugskot at fara og hyggja at framleiðsluni av toski og so gróðrartølunum hjá Eilifi Gaard. Mín sann, um ikki har var eitt so gott samsvar, at eg gjørdist púra bilsin! Fór so inn til Runa víkar við hesum stak áhuga­ verdu úrslitum í skjáttuni. Fyrilesturin skuldi vera í Býráðshøllini. Avmerkingin var onkursvegna komin seint upp, so fáur fann fram til hølið. Tá ið fyrilesturin byrjar, eru tveir áhoyrarar (ein vinmaður og so pápi mín). Ein triði ­ ein býráðs­ politikari – kom inn eina løtu, við fartelefon í hond ini. Fór so víðari... Men, sama ger. Uppdagingin mill um tað avbera góða sam svarið millum toska fram leiðslu og gróður var gjørd. – Og hetta bleiv ein týðandi súla undir doktara­ritgerð míni. Slánar og ungfiskur Eina aðru ferð skuldi eg greiða frá merkingarroynd um mínum til eina sam komu, har burturluting skuldi fara fram millum inn komin merkir hjá fiski monn um. Hetta eru eisini longu nøkur ár afturi í tíðini. Úrslitini frá merkingar royndunum byrjaðu so smátt at taka skap. Vit byrj aðu at síggja, hvussu og hvar toskurin ferðaðist. Til dømis at hann altíð fór aftur til sama stað ­ hann kundi finna neyvt aftur til “sítt egna” økið. Beint eftir fyrilesturin sigur Eilif Gaard við meg: “Petur tú átti at farið og rokna prosent uppá, hvussu nógvir koma á júst eitt ávíst øki, sammett við aldur osfr.”! Eg so gjørdi....og sum eitt skot kom sam band ið millum slánarnar (stórar raktoskar) og ungfiskin fram. – Har var onki ivamál um, at har sum slánarnir vóru, har var lítil og ongin ungfiskur – og øvugt! Hervið kom fram hypo tes an um, at slánarnir styggja teir ungu út á tær ytru leiðirnar (galdandi, tá ið lítil gróður er og harvið lítil føði inni við land). Hart og drúgt arbeiði virens (L.)).Í løtuni eru fleir aðrir granskarar a Havstovuni í ferð PhD-ritgerðar arbeiði. Hetta eru arbeiði, ið væntandi koma at økja munandi um fatan okkara av tí sera áhugaverda og ríka havumh- vørvinum við Føroyar. Um stutta tíð ber til at fáa fatur á ritgerðini hjá Peturi Steingrund. Nógv er tungur lesnaður; men ein drúgvur føroyskur samandráttur er gjørdur. Hetta skuldi gjørt tað møguligt hjá flestu fólkum at seta seg inn í hetta sera spennandi og drúgva arbeiðið, ið Petur og Havs- tovan hava fingið loyst úr lagdi. Legg til merkis, at ongastaðni í Europa hevur nøkur tjóð so gott greiði á sambandinum millum gróður í sjónum og so framleiðs- luna av toski, hýsu og upsa. Hetta eiga allir føroyingar at vera ernir av! Var rætt atborið, bleiv eitt havfrøðiligt universitet bygt bein- anvegin, har útlendingar í stórum tali eisini kundu komið og fingið frálæru í teim kollveltandi úrslitu- num, sum Havstovan/Faroe Marine Institute er komið fram til. kin loyst Bót til Bata opið hús Sjálvhjálparbólkururin Bót til Bata bjóðar øllum kvinnum, ið eru viðgjørdar fyri bróstkrabba, til opið hús í krabbameinsfelagnum. Felagið vil fegið røkka so nógvum kvinnum, ið hava havt bróstkrabba, sum til ber, og vónar bólkurin, at nógvar kvinnur taka av tilboðinum. Endamálið er at hava eina hugnaløtu saman, har møguleiki er fyri at tosa, stuðla, hjálpa hvør arðari og veita hjálp til sjálvhjálp. Royndir av hesum tiltakið siga, at kvinnurnar eru fegnar um at koma samam á henda hàtt. Bót til Bata er sjálvhjálparbólkur undir Krabbameinsfelagnum. Bólkurin var stovnaður í 1988 og hevur verið virkin síðani. Ì bólkinum eru kvinnur, sum eru skurðviðgjørdar í brósti. Tær hava fingið upplæring í at veita stuðul, vegleiðing og ráð til arðar kvinnur, ið skulu skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabbameini í brósti. Opið hús verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn fríggjadagin 9 oktober kl 10 – 12