hósdagur 1. oktober 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 187 - 1. oktober 2009
tíðindi
Tíðindaskriv
21. januar í ár vóru 9 ár
liðin síðani Lindin byrjaði
at senda. Lindin hevur øll
hesi árini fíggjarliga verið
hildin uppi við føstum stuðl
um og gávum, og sigast má,
at var tað ikki fyri tann kær
leika, ið trúføstu gevarnir
veita Lindini, bar als ikki til
á henda hátt at senda gleði
boðskapin um náði Guds í
Kristusi.
Øll hesi árini hevur Lind
in verið í støðugari menn
ing, men alt kostar. Bæði
tíðarinnar tonn og økingin í
sendineti og sendiflatu ger,
at tað alsamt er tørvur á enn
fleiri stuðlum. Tann tekniski
parturin av Lindini er lutvíst
niðurslitin, og hetta krevur
støðugar ábøtur.
Komandi leygardag frá
kl. 14 og til umleið á mid
nátt verður spennandi stuð
ulsdagur í Lindini: Jenis av
Rana og Tór Arni Samuelsen
fara út við mikrofonini og
Preben
Hansen,
Erna
Háberg og Hjørdis Háberg
Petersen fara at sita í stovuni
í Lindini. Tónleikafram
førslur og gestir verða eisini
við í sendingini.
Høvið verður hjá lurtarum
at tekna seg sum stuðul ella
at geva Lindini eina gávu. Í
sendingini verður lutakast
um nógvar góðar vinningar
m. a. flogferðir, veðurlamb,
vikuskifti á gistingarhúsi,
gávukort og mangt annað.
Drigið verður bæði millum
nýggjar og verandi stuðlar.
Lutakast verður hvønn heil
an tíma og kl. 23:00 verður
drigið um høvuðsvinning
in.
Sendingin verður at hoyra
í Lindini leygardagin 3. okt.
frá kl. 14.00 til midnátt.
Lindin hevur
stuðulsdag
leygardagin
Leygardagin hevði
Vodafone serligt tiltak
í SMS
TELEFOn
Tíðindaskriv
Seinasta vikuskifti skipaði
Vodafone fyri einum tiltaki
á torginum í SMS, undir
heitinum »Reyður dagur«.
Og sigast má, at dagurin
livdi upp til sítt navn, tí mest
sum alt torgið var reytt.
Reyðir møblar á reyðum
teppi, har vitjandi kundu
njóta ein góðan kaffimunn,
starvsfólk í reyðum búnum,
og sjálvandi var eisini reyða
búmerkið eyðsýnt.
Kappingarnar
Klokkan 13 varð skipað
fyri brotssparkskapping, og
var tað sjálvur landliðsmál
maður okkara, Jákup Mikk
elsen,
ið
vardi
málið.
Umleið 50 børn og vaksin
nýttu høvi at bjóða Jákupi
av, og tá ið avtornaði, var
tað Høgni Midjord úr Skála
vík, ið fór við sigrinum.
Vinningurin, ið Høgni
fekk, var eitt gávukort áljóð
andi kr. 3.000 frá Vodafone,
umframt ymiskir aðrir Voda
fone lutir.
Klokkan 14 skuldi Føroya
skjótasti SMS’ari finnast,
og gjørdist eisini hetta ein
sera spennandi kapping.
Eftir fyrra umfar vóru 10
tey skjótastu funnin, og av
hesum var tað Hildibjarta
Simonsen úr Tórshavn, ið
var kvikast á knøttunum og
vann. Næst gjørdist Lív
Arge úr Tórshavn, og tann
triðja var Jórun Hvidbro úr
Tórshavn.
Vinningarnir í SMS kapp
ingini vóru gávukort áljóð
ani kr. 3.000, 2.000 og
1.000 til ávíkavist nummar
1, 2 og 3, umframt at tey eis
ini fingu hvør sín posa við
ymiskum Vodafone lutum.
Marknaður
Sigast má, at torgið í SMS
var sera væl brúkt henda
dag. Umframt at pláss var
fyri stovuumhvørvið við
møblum, fótbóltsvølli til
brotssparkskappingina, so
var eisini stórur marknaður,
har vitjandi høvdu møgu
leikan at ogna sær ymiskar
telefonir og tilhoyr til heilt
lítlar upphæddir.
Samanumtikið má sigast,
at »Reyður dagur« tiltakið
á torginum eydnaðist avbera
væl, og eru fyriskipararnir
eisini sera væl nøgdir. Hýr
urin var góður og nógv vitj
andi vóru, so hetta verður
neyvan seinastu ferð, at
Vodafone skipar fyri einum
líknandi tiltakið.
Reyður dagur á Torginum í SMS
Savnsmynd
...allar tær kulu felgurnar
Nýtt felgukatalog við
øllum teimum flottu
felgunum frá
Dekkmaster kann nú
takast niður á
www.dekkmaster.fo