hósdagur 1. oktober 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 1. oktober 2009
Ronaldo er
pengarnar
verdur
Cristiano Ronaldo hevur
higar til skúgva allan
iva til viks. Í gjár skoraði
hann tvær ferðir og var
upphavsmaður til reytt
kort og brotsspark, tá
Real Madrid vann 3-0 á
Marseille í Champions
League-kappingini
Stóra sensatiónin í gjárkvøldið
kom annars á San Siro í Milano,
har AC Milan tók ímóti FC
Zürich. Á pappírinum var eingin
sum helst ivi um, at dysturin
skuldi enda við heimasigri, men
Leonardo og hansara menn
máttu ásanna, at dystir eisini
skulu spælast á vøllinum,
áðrenn stigin eru heima.
Longu í 10. minutti skoraði
Hanni Tihinen, og ta leiðsluna
helt FC Zürich fast um.
Manchester United var aftan
fyri 1-0 móti Wolfsburg. Ryan
Giggs javnaði, tá hann skeyt sítt
mál nummar 150 fyri Man-
chester United, og so kundi
Michael Carrick tryggja ensku
meistarunum sigurin.
Og eisini Chelsea vann sín
dyst. Men í løtum stóð nógv á,
tá teir við einum máli frá
Nicholas Anelka vunnu 1-0 á
útivølli móti Apoel Nicosia.
Mørk
Úrslitini í gjárkvøldið:
Bólkur A
Bordeaux-Maccabi Haifa 1-0
Bayern Munchen-Juventus 0-0
Bólkur B
CSKA Moskva-Besiktas 2-1
Manchester Utd-Wolfsburg 2-1
Bólkur C
AC Milan-FC Zurich 0-1
Real Madrid-Marseille 3-0
Bólkur D
Porto-Atlético Madrid 2-0
Apoel Nicosia-Chelsea 0-1
Eyðun Samuelsen og
Andreas F. Hansen skulu
stýra uppgerðini, tá
kvinnulandsliðini hjá
Onglandi og Fraklandi
hittast tann 17. oktober.
Talan er um dyst í undankapping til
EM-endaspælið, sum verður
komandi ár.
Fronsku kvinnurnar eru kanska
ikki heilt á somu hæddum sum
menninir, men tær verða kortini
mettar at hoyra í bólkin av liðum
beint undir heimstoppinum. Og
millum annað taptu tær herfyri
tepurt móti bæði Noreg og
Týsklandi.
Ongland hevur seinnu árini spælt
móti føroyska kvinnulandsliðnum,
men í mun til liðið, sum hevur tikið
lut í Challenge-Trophy, hevur
Ongland nú funnið fleiri spælarar í
bæði Danmark, Noreg og Týsklandi,
ið so ella so hava ensk ættarbond,
og sum tí kunnu spæla á landslið-
num. Ætlanin við hesum er at hava
eitt lið, sum í 2012 kann standa seg
væl á Olympisku leikunum í
London. Og eitt nú vann Ongland á
Finnlandi í undan-undankappingini.
Finnland vann finaluna í Challenge
Trophy kappingini í fjør við sigri á
Føroyum.
Í fyrradagin varð
FM-finala í tennis spæld á
tennisvøllinum í Gundadali
Vinnarin gjørdist Martin Nolsøe
Simonsen, sum basti unga Róa
Agnarsson við úrslitinum 6-1 6-2.
Dysturin var til tíðir væl spældur,
men eisini darvaður av skiftandi
veðri.
Tað var fyrsta finala hjá Róa í
tennis fyri vaksin, men hóast hann
vísti góðar taktir, so megnaði hann
ikki av álvara at leggja fleirfaldaða
føroyameistaran undir nóg stórt
støðugt trýst.
Havnar Tennisfelag skipaði aftur í
ár fyri FM í tennis í einmansleiki.
Hóast vánaligt veður seinastu
vikurnar hevur darva møguleik-
unum at spæla, so hava 18 luttak-
arar verið við til kappingina.
Mørk
Martin N. Simonsen er
framvegis fremsti tennis-
spælarin í landinum. Í finaluni
basti hann Róa Agnarsson, sum
soleiðis hevur vunnið silvur í
bæði tennis og borðtennis
Martin
vann FM
Skulu døma
Ongland–Frakland
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Í gjár fingu Eyðun Samuelsen
og Andreas F. Hansen boð um,
at teir skulu til London at døma
dyst millum ensku og fronsku
hondbóltskvinnurnar