Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 187 - 1. oktober 2009 E ffersøeættin er rættu­ liga væl umboðað í gamla kirkjugarði, og hava vit umrøtt fleiri teirra. Tann kendasti av teimum man vera Rasmus. Her skal verða greitt eitt sindur frá ættarsambandi­ num millum hesi, sum vit hava umrøtt. Tann fyrsti Effersøe í Føroyum var Jón Gudmundson Effersøe (1784­1866). Hann rýmdi til Føroyar úr Íslandi eftir at hava verið í parti við Hundadagakonginum móti dønum. Jón giftist við Susanne Olesdatter (1797­ 1882) úr Vestmanna. Tey eru bæði grivin í gamla kirkjugarði, men hava neyvan stein. Tey fingu níggju børn, og nógv teirra eru jarðað í sama kirkjugarði. Men tey sum hava sjónligan stein, sum vit hava umrøtt eru Poul, Oliver Petræus og “jomfruerne” Josefina, Vilhelmina og Henrietta, sum hava sama stein. Ein sonur var Gudmund (1827­1916). Hann var skrivstovumaður hjá sorin­ skrivaranum og gjørdist sýslumaður í Suðuroy. Hann giftist við Cathrine Elisabeth Helene Müller (1824­1903.) Tey fingu sjey børn, og teirra millum vóru Poul og Rasmus. Onnur børn teirra vóru Oliver, kendur sum sambandspolitikkari og Josefina, sum giftist við tí eldra Niels J. Mortensen. Av søguligum áhuga kann vera, at ein beiggi Rasmus var Jón f. 1852. Dóttir hansara Karen Marie giftist vi Christian Peter Kryssing. Hann var eitt skifti undir krígnum leiðari fyri Fri­ korps Danmark, sum var eitt danskt herlið, sum stríddust saman við týskar­ um. Hann gjørdist tann út­ lendingur, sum hevði hæg­ stu tign í týska herinum. Hann kom eisini at rinda prísin fyri hetta. Báðir syn­ irnir doyðu, meðan teir bard­ ust fyri týskararnar. Sjálvur varð hann eftir kríggið dømdur at sita fýra ár. William um Rasmus Rasmus verður nógv um­ røddur fyri sítt mentunnar­ liga virksemi og sum íðin fráhaldsmaður. Her skal verða endur­ givið okkurt, sum kanska ikki er so kent. Fyrst ein lýsing av Rasmussi hjá William Heinesen. Hon stendur í bók hansara Fortællinger fra Thorshavn. “Ude på landtungen på en høj skrænt ud imod Vestrevåg boede de to brødre Poul, der var sag­ fører, og Rasmus, der var landbrugskonsulent, redak­ tør og digter. Deres store rummelige hus var opført på en gammel kirketomt og omgivet af en besynderlig makaber lokalitet: resterne af en forlængst nedlagt kirkegård, overgroet med kvan­ og kørvelbuske, tidsler og nælder og andet ukrudt. Vejr og vind, frost og brænding havde gennem århundreder faret hårdt frem imod dette gamle hvilested; jordbrinken ud mod vandet var skredet sammen og blottede de muldnede rester af gamle kister samt deres indhold af dødningeben. Hvide renvaskede kranier grinede frem her og der, rullede også lejlighedsvis ned på strandbredden og blev liggende der blandt vrag­ sprinter, rustne kaseroller og ilanddrevet skrammel – så underligt det kan lyde, for mage til mangel på pietet fra kirkelige og verdslige myndigheder skal man lede længe efter. Rasmus Effersøe var vistnok det eneste menn­ eske, der havde hjerte for disse henfarne sjæles jord­ iske levninger. Han havde i altfald nogle store tønder med skeletrester stående i sin kælderforstue. Jeg var ofte gæst i dette forunder­ lige ungkarlehjem, hvor min faders kusine var husholderske. De to brødre var for­ nemme og statelige mænd, men begge var angrebne af lungetuberkulose. Rasmus Effersøe var utvivlsomt en af de mest fængslende personligheder i Færøernes nyere historie, en utrættelig foregangsmand, patriot og menneskeven, en betydelig skribent og tillige en lysse­ er og skælmmester, der ind imellem de mere seriøse opgave, han satte sig og løste, hengav sig til fornøje­ lige pudsenmagerier. I en krog på loftet hang hans hjemmelavede dykk­ erdrakt, et uhyre spøgelse af mørnet olietøj, som vi børn med gru måtte pass­ ere, når vi skulle fejre vor grandtantes fødselsdag på hendes gavlværelse, og i et af rummene i den store kælder lå resterne af et par vældige stylter. På disse stylter skulle Rasmus i sine yngre år have vandret om­ kring i byen ved aftenstid og chokeret venner og bekendte ved pludseligt at vise sig defilerende i stor højde forbi deres vindue uden at foretrække en mine. M.S. Viðstein um Rasmus Síðan ein stubbi úr bókini hjá M.S. Viðstein “Horvnar Havnarmyndir:” Rasmus Effersøe skaraði fram um mangan í sínari tíð, og hann tókst við so mangt, sum lá uttan fyri hansara vanliga starv. Veg­ urin Ormurin Langi var nú eitt av hesum arbeiðum hansara uttanfyri tað vanliga. Hann gav seg í holt við at gera hendan veg, hóast pen­ ingur var lítil til vegagerðir í Havn í teirri tíðini, og tað ið vegurin kom at kosta meira enn peningur var til, ja, tað rindaði hann sjálvur. Tað er eisini vert at hefta seg við, at hann rindaði størri tímalønir, enn aðrir gjørdu um hesar leiðir. Her í Havn var tímalønin 20 oyru um tíman, men á Tvøroyri var hon komin upp í 25 oyru. Rasmus Effersøe vildi ikki vera ringari maður enn har suðuri og rindaði fegin tey 5 oyruni meira um tíman enn aðrir, sjálvt um hann kom at rinda tað sjálvur. Og tað gjørdi hann eisini. Pól í Funningsstovu, sum arbeiddi hjá Rasmussi við Ormin Langa ivaðist ikki í, at Rasmus Effersøe rindaði allar lønarútreiðslur sjálvur í hesum arbeiði. Ikki tí, segði Pól: “Hann legði okk­ um tær 3 krónurnar í lógv­ an hvørt kvøld, tá ið arbeiðs­ dagurin var at enda.” Rasmus Effersøe var stórur hugsjónarmaður og vildi einki hava at iðra seg um, tá ið arbeiði hansara var liðugt. Tað einasta sum fall í hansara ágóða av Orminum Langa var tað torvið, hann læt skera sær, tá ið teir komu fram á stakgóðan mógv uttanfyri húsini hjá Johan av Lava skipara. Hann fekk umleið 60 leypar av góðum torvi haðani. Rasmus Effersøe gekk altíð spakuliga. Og vert var at ganga spakuliga framvið húsini á Bryggjubakka, har ið Rasmus búði. Her stjórn­ aði hann Føringatíðindi, her skrivaði hann sínar eldhugaðu fosturlands­ sangir og sínar sjónleikir, sum vit eiga eftir hann. Her helt Føringafelag til, so leingi tað livdi. “Koyrið varliga,” stendur at lesa. “Stígið varðliga!”, hevði hóskað betur her, ið tann neistin kyknaði upp, ið vermdi okkara køldu hjørtu, so vit kvaklaðust við og áasnnaðu, at vit vóru føroyingar. Rasmus Effersøe hevði tunnur við mannabeinum í kjallaranum Ein av teimum best kendu føroyingum man vera Rasmus Effersøe. Tað ber jú framvegis til at hitta hann á tí mest sjónliga staðnum í landinum, nevniliga á Tinghúsvøllinum Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo RASMUS CHRISTOFFER EFFERSØE F. 30. MAJ 1857 D. 23. MARTS 1916 Rasmus Effersøe Rasmus Effersøe, sum vit øll kenna hann á Tinghúsvøllinum Her búðu Rasmus og Poul Effersøe Rasmus, teknaður av William Heinesen Komandi partur Komandi hósdag umrøða vit Petronellu gift við Vilhelm Tórsheim. Dóttir hennara fór ung til USA og kundi ikki koma heim aftur