fríggjadagur 2. oktober 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 188 - 2. oktober 2009
Bóndin á Skálanesi
var tíðindafróður og
greitti eitt sindur frá,
tá føroyingar róðu
út har. Inntøkan frá
føroyingunum var so
góð, at bóndahúsini
vórðu bygd og goldin
eftir einum ári
EYSTURLANDIÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eitt av støðunum, føroyingar
róðu út frá á eysturlandinum
í Íslandi, var Skálanes.
Tað var eisini eitt av mál
unum hjá ferðalagnum hjá
Óla Jacobsen – sum tað
heilt einfalt varð nevnt – og
bóndin á Skálanesi greiddi
eisini eitt sindur frá um ta
tíðina, føroyingar vóru har.
Í dag ber ikki til at siga,
at maðurin livir sum bóndi,
sum hotellstjóri ella sum
veiðuleiðari.
Alt er blandað saman í
dag. Ein partur av inntøkuni
kemur frá at hava útlendskar
lesandi búgvandi, ein onnur
frá at verða ferðaleiðari hjá
veiðumonnum, sum hava
keypt sær lisens at veiða
reinsdjór. Og ein triði partur
kemur frá innheintan av æðu
dúni, greiðir bóndin frá.
Hann hevur eini túsund
æðureiður, har hann savnar
dún. Tilsamans savnar hann
eini fimm kilo um árið, og tað
plagdi at geva einar 150.000
krónur í inntøku. Men nú
íslendska krónan er so lág,
eru tær inntøkurnar falnar nið
ur í 75.000 krónur um árið.
Hinvegin er eingin seyður
longur á Skálanesi.
Hann fekk eina sótt, so
alt mátti takast av. Nýggjur
seyður er settur við, men
hann kennir ikki leiðirnar
út á Skálanes, og tískil finst
eingin seyður har í dag.
Gott lag
Ein heilt serlig uppliving
við túrinum út á Skálanes
var busstúrurin. Tað bar
ikki til at koyra út á Skálanes
við vanligum bussi, tí
vegurin var snøgt sagt ikki
soleiðis skikkaður, at tað
lat seg gera.
Neyðugt var við serbygd
um bussi við serliga høgn
um hjólum. Koyrast skuldi
eisini tvørtur um fleiri áir,
og bakkarnir vóru í fleiri
støðum so høgir, at vanligir
bussar høvdu botnað og
staðið fastir.
Men tað var eisini eitt
upplivilsi, vóru tey flestu
samd um.
Tíverri hevði hann hug at
dropa, meðan ferðalagið
var á Skálanesi, men tað
var ikki verri enn so, at fólk
hildu seg til at vera uttan
dura eisini.
Lagið var so gott, at
nýbygdi
tilbygningurin
legði gólv til »Tá eg verði
stórur«, sum var so lystiliga
kvøðin á Skálanesi. Helst
fyrstu ferð í søguni.
Og at fólki dámdi væl
hendan túrin og hesar út
ferðirnar, sást – ella rættari,
hoyrdist – týðiliga, tí gomlu
slagararnir rungaðu í bussi
num til tónarnar frá gittaran
um, sum Atli Gregersen
hevði við á ferðini.
Peningastøð
Føroyingar róðu sum nevnt
út frá Skálanesi í fleiri ár og
somuleiðis út frá Brimnesi
hinumegin fjørðin.
Hetta var ein góð vinna
fyri føroyingar flestu árini,
og ikki minni fyri íslend
ingar, sum tóku seg rímiliga
væl betaltar fyri at leiga hús
út til føroyingar, og við at
keypa fiskin, sum føroy
ingar fiskaðu.
Bóndin á Skálanesi kundi
soleiðis greiða frá, at bónda
húsini, bygd í 1921, vórðu
bygd og goldin frá inntøk
unum frá føroyingum eftir
einum ári. Hann legði tó
aftrat, at hann ivaðist í, um
hetta var fullkomiliga satt.
Men eisini í aðrar mátar
var nógvur peningur og
ríkidømi í økinum.
Um aldarskifti fluttu nógv
ir íslendingar til Kanada, og
tá ferðaðust teir um Brimnes,
og har varð jørðin seld, og
brimnesmenn seldu hana so
víðari. So serliga Brimnes
var ein peningamiðdepil í
gomlum døgum.
Bóndin var søgufróður,
og føroyingarnir væl nøgdir
við túrin, hóast tað sum
nevnt hevði hug at dropa
nakað.
Greenpeace-fólk tikin
Løgreglan í Keypmannahavn tók fyrrapartin 43 fólk í sam
bandi við vitjanina hjá amerikanska forsetanum, Brack
Obama. Løgreglan sigur, at talan var um limir í Greenpeace
og onnur, sum vildu gera vart við veðurlagsbroytingarnar.
Eitt nú høvdu tey skelti, har tað stóð, at Obama var komin til
tann rætta býin, men skeivan dag. Við hesum sipaðu tey til,
at tað hevur størri týdning, at hann kemur til Keypmanna
havnar á veðurlagsráðstevnuna í desember. Í dag er Obama í
Keypmannahavn í einari roynd at fáa teir olympisku summar
leikirnar til Chicago í 2016.
SPD nýggjan formann
Sosialdemokratiski flokkurin í Týsklandi, sum fekk ein dygg
an frammaná á valinum fyri átta døgum síðani, fær nýggjan
formann í næsta mánaði. Tá fer tann 50 ára gamli Sigmar
Gabriel at loysa tann 69 ára gamla Franz Müntefering av í
formansstólinum hjá SPD. Hann er umhvørvismálaráðharri í
stjórnini, sum nú fer frá. Á valinum seinasta vikuskiftið fingu
sosialdemokratarnir 23 prosent av atkvøðunum, og úrslitið er
tað ringasta hjá flokkinum síðani seinna heimsbardaga. Tað
merkir samstundis, at SPD skal í andstøðu eftir at hava sitið í
stjórn tey seinastu ellivu árini.
Á Smyril Line eru
tey sera væl nøgd
við túrin Í slóðum
føroyinga í Íslandi,
og Annika Larsen
Black, søluleiðari á
heimamarknaðinum,
roknar við, at
slíkir túrar verða
fyriskipaðir í
komandi árum
ÍSLANDSTÚRUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vit eru væl nøgd. Alt hev
ur gingið væl, og tann skrá
in, vit høvdu sett upp frá
byrjan av, gjørdist størri og
fjølbroyttari eftir at vit
vórðu komin til Íslands,
sigur Annika Larsen Black.
Hon sigur, at blíðskapurin
hevur verið ógvuliga stórur.
Og so hevur tað eisini
verið ógvuliga áhugavert at
hoyrt Óla Jacobsen greiða
frá um viðurskiftini, sum
føroyingar baldust undir í
Íslandi. Vit hava fingið
greitt frá ymsum hending
um, og saman um tikið eru
vit ótrúliga væl nøgd, sigur
Annika Larsen Black.
Tað er eisini langt frá
víst, at hetta verður seinasti
túrur av hesum slag.
Eg haldi, at hetta fer at
verða ein afturvendandi
táttur hjá Smyril Line, at vit
gera slíkar túrar. Kanska vit
fara at gera soleiðis, at vit
taka eina viku í Íslandi, har
vit koyra longur inn í land
ið, og harvið uppliva eitt
sindur meira, sigur Annika
Larsen Black.
Og ferðalagnum hevur
eisini dámt túrin væl.
Tær afturmeldingar, vit
hava fingið, eru bara posi
tivar. Tað er einki, ið kundi
havt verið annaðleiðis, og
fleiri teirra siga, at tey
høvdu kunnað gjørt hendan
sama túrin umaftur við júst
somu skrá, sigur Annika
Larsen Black.
Bygt og goldið eftir einum ári
Hetta verður endurtikið
Annika Larsen Black er sølustjóri á heimamarknaðinum
hjá Smyril Line, og hon er stak væl nøgd við túrin í Íslandi
Mynd: Jens Kristian Vang
Bóndahúsini vórðu goldin fyri
inntøkurnar frá føroyingum
eftir einum ári. Í seinni tíðum er
matstova bygd upp í, og garðurin
virkar eisini sum ferðafólkamál