fríggjadagur 2. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 188 - 2. oktober 2009
Eitt av hæddarpunkt
unum á ferðini til
eysturlandið, var eitt
minningarhald yvir
teir sjey menninar,
sum fórust við
skipsbátinum hjá
Riddaranum í 1927
MINNINGARHALD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var ein syrgilig hending,
tá sjey mans av Riddaranum
sjólótust við Fagranes í
september 1927.
Vanligt var, at føroysku
sluppirnar keyptu seyð frá
íslendskum bóndum, og tað
gjørdi skiparin á Riddaran
um eisini. Hann hevði keypt
frá sama bónda í fleiri ár, so
teir kendust væl, eins og ein
stórur partur av manningini
og bóndin eisini kendust.
Teir keyptu fleiri ferðir
gjøgnum túrin ein til tveir
seyðir hvørja ferð, og so
avroknaðu teir, áðrenn teir
fóru heim aftur.
Á ferðini til Bakkafjørðin
greiddi Óli Jacobsen, sum
var ferðaleiðari á túrinum,
gjølla frá hesi syndarligu
hending, og fer í komandi
miðvikum at lata lesaran fáa
høvi at kunna seg um hana.
Í stuttum fór hendingin
fram á tann hátt, at skiparin
og sjey av manningini fóru
við stóra skipsbátinum inn
á Fagranes at avrokna við
bóndan har. Teir fóru um
7.30tíðina, og tá teir høvdu
róð hálvan annan tíma, og
vóru komnir heilt nær landi.
hendi vanlukkan.
Eitt sker var inni móti
fjøruni, og tað var skiparin
væl kendur við. Veðrið var
gott, men knappliga reisti eitt
óløgi seg og hálvdi bátin. Ein
maður slapp inn undir bátin
og fekk um bekkin. Hann
dugdi ikki at svimja, og tí var
einasti møguleiki fyri bjarg
ing at tvíhalda um bekkin og
so vóna tað besta.
Fimm komu aftur
So kom eitt óløgi aftrat, og
tað kvetti bátin sundur í
tvey.Parturin, har maðurin
hekk í bekkinum, vandi
framvegis botnin upp, men
eitt triðja óløgi snaraði
honum runt og rendi hann
niðan í fjøruna.
Har eydnaðist tað tí
útlúgvaða manninum at
klóra sæa niðan á helluna,
har hann small um.
Bóndin á Fagranesi hevði
varnast, at okkurt var hent
við bátinum, og hann var
skjótt á staðnum. Útlúgvaði
maðurin var síðani fluttur
heim á bóndagarðin, har
hann fekk fjálg klæði og
heita song. Seinni kom fram,
at maðurin hevði hingið
undir bátinum í fýra tímar.
Eingin annar av báts
manningini kom aftur á
lívi, hóast fleiri teirra vóru
stak góðir svimjarar. Heldur
ikki sást nakar farvegur eft
ir hinari helvtini av bátinum,
hóast talan var um træbát.
Fimm av teimum sjey
líkunum
vórðu
funnin,
meðan tveir ongantíð komu
afturí aftur.
Hesir fimm menninir av
Riddaranum vórðu so fluttir
til Seyðisfirðar, har teir
vórðu jarðaðir 6. oktober,
eina viku eftir, at vanlukkan
hendi.
Hátíðarløta
Skipað var so fyri á feðini,
at steðgað varð á í kirkju
garðinum
á
Seyðisfirði
mikudagin seinnapart, har
føroyingarnir sungu ein
sálma og presturin á Seyðis
firði helt eina stutta røðu.
Síðani varð ein kransur
lagdur við gravsteinin, sum
reistur er yvir teir fimm før
oyingarnar, og hendan løtan
endaði við, at 85ára gamli
Jákup Mikal Mikkelsen bað
Faðirvár.
Jákup Mikal Mikkelsen
var ein teirra við á ferðini,
sum hevur roynt at rógva út
á eysturlandinum í Íslandi.
Tað var í 1945.
Tá løtan í kirkjugarðinum
var av, varð farið í kirkjuna.
Har helt presturin aftur eina
stutta guðstænastu, og fýra
íslendskar kvinnur sungu
nakrar sangir og sálmar.
Hesin parturin av hátíðar
løtuni endaði við, at føroy
ingarnir
sungu
sálmin
»Boðar tú til allar tjóðir«.
Fólk, tú tosaði við, vóru
samd um, at hetta var ein
stórfingin løta í kirkjuni á
Seyðisfirði.
Mintust teir farnu á Fagranesi
Týskarar til Afganistan
Týska stjórnin umhugsar eitt uppskot um at senda fleiri
týskar hermenn til Afghanistan. Higartil hevur Týskland
havt í mesta lagi 4.500 hermenn í NATOdeildunum í
Afghanistan, men nú verður tosað um at økja talið upp í
7.000, skrivar DPA. Í desember skal Samveldisdagurin
endurskoða heimildina hjá stjórnini at senda hermenn til
Afghanistan, og tá skulu politikararnir væntandi taka støðu
til at økja hermannatalið. Angela Merkel, samveldiskansl
ari, hevur fyrr sagt, at afghanar sjálvir mugu fáa størri
ábyrgd, tá tað ræður um at tryggja friðin í landinum.
Framvegis kreppa
USA og Japan, sum eru heimsins størstu búskapareindir,
hava framvegis trupulleikar av kreppuni, og tað fer at taka
drúgva tíð, til verulig vend kemur í har. Tað sigur altjóða
gjaldoyragrunnurin IMF. Sagt verður, at í Japan minkar
bruttotjóðarframleiðslan heili 5,4 prosent í ár. Næsta ár
verður minkingin 1,7 prosent, men arbeioðsloysið fer
framvegis at veksa. Um USA sigur IMF, at har fer tað at
ganga tann rætta vegin seinni í ár. Kortini fer amerikanska
arbeiðsloysið eisini at veksa næsta ár, tá tað væntandi fer
upp um 10 prosent.
Lokala sjónvarpið á Egilsstøðum var
við til minningarhaldið á Seyðisfirði,
og gjørdi eina samrøðu við Óla
Jacobsen, ferðaleiðara
Føroyingarnir løgdu ein krans við gravsteinin hjá teimum
fimm føroyingunum. Hetta er ein av trimum hópgrøvum við
føroyingum í Íslandi, hinar báðar eru í Reykjavík
Í kirkjuni á Seyðisfirði var rørandi hátíðarløta, tá teir sløku
eitthundrað føroyingarnir mintust teir fimm, ið fórust við
skipsbátinum hjá Riddaranum í 1927