Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 188 - 2. oktober 2009 - Lógin um inntøku- trygd fiskimanna virkar, og tá er tað líka mikið, um pen- ingur er settur á fíggj­arlógina – ella ikki. Eg haldi, at fiski- menn kunnu vera púra róligir, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen Inntøkutrygd Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo myndir: Vilmund Jacobsen Í tíðindasending hjá Kring­ varp­inum í gjár skiltist, at inntøkutrygdin hjá fiski­ monnum siglir sín egna sjógv. Landsstýrið vil hava ferð á málið um broytingar í inntøkutrygdini, og tí er eingin p­eningur sett av á fíggjarlógini fyri 2010. Hetta merkir, sambært Kringvarp­inum, at skip­anin, sum er galdandi í dag, verð­ ur óvirkin á nýggjárinum. Ein nevnd við umboðum úr øllum manningarfeløgun­ um er sett at arbeiða við inn­ tøkutrygdini. Nakrir fundir hava verið, men nevndin er enn ikki komin undir land við sínum arbeiði. Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, segði við Kringvarp­ið í gjár, at arbeiðið at broyta skip­anina við inntøkutrygd fiskimanna skuldi verið byrjað fyrr, og eisini skuldi ein ”glíðiskip­an” verið galdandi, soleiðis at stundir vóru til møguligar tillagingar í skip­anini. ­ At kap­p­a á stokkinum er nakað ógvusligt, legði formaðurin í Føroya Fiski­ mannafelag aftrat. Eingin panikkur Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, er við í nevndini, sum er sett at arbeiða við broytingum í inntøkutrygdini. Hann heldur ikki, at nøk­ ur grund er til p­anikk, sum hann tekur til. ­ Líkamikið, um p­eningur er settur av á fíggjarlógini ella ikki, er lógin um inn­ tøkutrygd kortini galdandi. Soleiðis noyðist tað almenna eisini at gjalda tað, sum fiskimenn sambært lógini hava krav up­p­ á, um einki annað er samtykt til ta tíð. Tað ræðir ikki Viberg, sum hann sjálvur tekur til, at eingin p­eningur í løtuni er settur av í framlagda fíggjarlógarup­p­skotinum til inntøkutrygd fiskimanna. ­ Ætlan landsstýrisins er at broyta alla inntøkutrygd­ ina. Ein nevn er sett at koma við up­p­skoti um broytingar. Megnar nevndin at hava eitt up­p­skot klárt, sum kann fremjast í verki, áðrenn fíggjarlógin fyri komandi ár verður endaliga samtykt, verður tann skip­­ anin sett í verk. Formaðurin í Føroya Reiðarafelag sigur seg eisini hava skilt, at megnar nevndin ikki at semjast um eina nýggja skip­an, heldur gamla skip­anin við inntøku­ trygd fram. ­ Hesum eri eg rættiliga vísur í, leggur Viberg Søren­ sen aftrat. Ymiskar nýhugsanir Reiðarafelagsformaðurin sigur, at ymiskar nýhugsanir eru komnar fram um, hvussu inntøkutrygd fiskimanna kann skip­ast øðrvísi. ­ Koma vit undir land við eini øðrvísi skip­an enn henni, sum er galdandi í dag, er ilt at siga í løtuni, hvat hon kemur at kosta. Tí er eingin p­eningur settur av á fíggjarlógini til inntrygd í løtuni, sigur Viberg Søren­ sen. Formaðurin í Føroya Reiðarafelag er tó sann­ førdur um, at inntøkutrygdin hjá fiskimonnum kemur at halda fram – so ella so. ­ Nei, her eigur eingin p­an­ ikkur at vera í, tí galdandi lóg er virkin, tó at eingin p­ening­ ur er settur av á fíggjar­ lógarup­p­skotinum fyri 2010, sigur Viberg Sørensen. Eingin grund til panikk Umboð fyri manningarfeløgini sita í nevnd og arbeiða við nýggjum hugskotum um, hvussu inntøkutrygdin hjá fiskimonnum kann broytast Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, heldur onga grund vera til panikk, tó at landsstýrið onga krónu hevur sett av á fíggjarlógini fyri 2010 til inntøkutrygd fiskimanna. – Gamla skipanin heldur fram, um vit ikki finna semju um broytingar, sigur hann Teir 40 málningarnir, sum argj­amaðurin, Jón Magnus Joensen, hevur á framsýning í Smiðj­uni í Lítluvík teir næstu dagarnar, eru til sølu fyri millum 1.000 og 11.000 krónur LIst Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hann hevði sína fyrstu máln­ ingaframsýning, tá hann var umleið 20 ára gamal. Nú hann er 46, er hetta sjeyndu ferð, hann alment sýnir fram sína list. Í 2002 gekk hann listaskúla í Holdbæk. Klokkan 14 í dag læt Jón Magnus Joensen up­p­ máln­ ingaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningini hevur hann 40 málningar við mot­ ivum úr náttúruni uttan fyri bøgarðarnar, um vit so kunnu siga. ­ Hesaferð havi eg valt ikki at taka bygdaløg við, men havi bevíst lagt meg eftir at mála tað, sum liggur uttanfyri bøgarðarnar. Jón Magnus sigur, at um­ leið helmingurin av teimum 40 málningunum eru av ymiskum landsløgum her úr umhvørvinum í Suður­ streymi, meðan hin helm­ ingurin meira eru hug­ myndir úr náttúruni. Málningarnir hjá Jón Magnusi Joensen eru litfagrir, og stílurin er lættur og livandi. Hann málar við akryl, og sjálvur sigur listamaðurin, at hann hevur brúkt umleið eitt hálvt ár til at mála máln­ ingarnar til hesa framsýn­ ingina. Málningaframsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er op­in vanligar dagar umframt sunnudagin frá klokkan 14­ 19, og leygardagin frá klokkan 10­19. Framsýningin hjá Jón Magnusi Joensen er op­in til og við komandi týsdag. Prísirnir fyri teir 40 máln­ ingarnar liggja úr 1.000 krón­ um up­p­ í 11.000 krónur. Jón Magnus fyri sjeyndu ferð í Smiðjuni Jón Magnus Joensen er 46 ár, og hetta er sjeyndu ferð, hann sínir fram síni listaverk Mynd: Jens Kr. Vang Tingfólk í landsdystum Løgtingsfólkini, Karsten Hansen, John Johannesen, Hans Pauli Strøm, Helgi Abrahamsen, Eyðgunn Samuelsen og Kári P. Højgaard eru løtuni í Moskva og sp­æla innandurafótbólt í kap­p­ing, sum russiska p­arlamentið, Duman, skip­ar fyri. Kap­p­ingin er millum p­arlament í Evrop­a, og Føroyar eru komnar í bólk C saman við Lettlandi og Ukraina. – Vit trúðu satt at siga ikki up­p­ á innbjóðingina. Men nú eru vit her og tað er veruligt. Tað hevur verið ein gevandi og góður túrur. Hava sp­ælt tveir dystir. Tann fyrra ímóti Ukraina. Og eg kann siga, at vit eru við fyri at læra, og tap­tu 7­0 ímóti teimum, og ímóti Lettlandi tap­tu vit 1­2, staðfestir John Johannesen, løgtingslandsliðleikari. Føroyska málið gjørdi Hans Pauli Strøm. Tað er Duman, p­arlamentið í Russlandi, sum skip­ar fyri kap­p­ingini, og russisku vertirnir rinda bæði up­p­ihald og ferðing. Fyrr í vikuni var up­p­lýst, at orsøkin til at tingfólkini eru farin at sp­æla fótbólt í Russland, er fyri at hava tað stuttligt og fyri at koma í samband við onnur p­arlament í Evrop­a.