fríggjadagur 2. oktober 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 188 - 2. oktober 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Føðingar
12. september fingu Monika og John Allan Midjord,
Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 53 cm og vigaði 3650
gr.
16. september fingu Rakul og Michael í Lágabø, Vági,
eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3650 gr.
20. september fingu Anna Christiansen og Torkil
Vilhelmsen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 52
cm long og vigaði 3232 gr.
23. september fingu Sára Dam og Johnny Kjærbo,
Kvívík, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði
3250 gr.
25. september fingu Torgunn H. Johansen og Egil B.
Heinesen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 54 cm long
og vigaði 3500 gr.
25. september fingu Eimi Hellisá og Hans Petur
Samuelsen, Haldórsvík, eina dóttur. Hon var 57 cm
long og vigaði 4400 gr.
Sunnudagin 27. september 2009 bleiv Diana stóra
systir. Beiggin var 54 cm langur og vigaði 4.000 gr.
Foreldurini eru Jana og Johnny Mouritsen í Hvalvík.
27. september fingu Gunnvá og Jóhannus Kjærbo,
Strendur, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði
3900 gr.
28. september fingu Elisa JoenJacobsen og Árni
Samuelsen, Sandavágur, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 4100 gr.
28. september fingu Kari Petersen og Dan Joensen,
Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
3775 gr.
1. oktober fingu Dinna Tindalíð og Eyðun Jacobsen,
Nes, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3750
gr.
21 sept. fingu Heidi Thomsen og Tummas Ryggshamar ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3650 gr.
Dagurin
2. oktober. Ditlev. Komin upp í halgramannatal í 1725.
Ókent halgimenni. Upprunaliga týskt navn, samansett
av orðunum fólk og arvur.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Sunnudagin 4. oktober rundar Bjarni
DalChristiansen tey 85 árini.
Bjarni, sum er ættaður úr Havn,
vaks
upp
í
gamla
mið
býarumhvørvinum í Tórsgøtu. Tað
man helst vera sum hýruvognsførara í
ein mansaldur, at flestu kenna Bjarna,
og tað man ikki vera ov nógv sagt, at
Bjarni má roknast at vera ein partur
av býarmyndini.
Bjarni er ikki millum teirra, sum
ídnastur er at luttaka í alskyns
tiltøkum, býurin hevur at bjóða, men
trívist best í heimligum umhvørvi, har
fólk, sum koma á gátt hjá teimum báð
um, Bjarna og Palmu, altíð kenna seg
vælkomnan.
Altíð
blíður
og
skemtingarsamur hóast hansara still
føra og lítillatna lyndi.
Bjarni hevur altíð vera sera røkin.
Tað skal vera ordan í tingunum hjá
Bjarna. Perfektionist í odd og egg, vil
onkur siga, og hevur hann avtalað
okkurt til ávísa tíð, skal tíðin eisini
haldast.
Hóast komin nakað til árs, er hann
ikki bangin fyri at royna seg við
nýggjastu teldutøkni, og hann fær
manga løtu at ganga við telduskíggjan,
har hann situr og skypar við vinir og
kenningar.
Bjarni hevur altíð orku til, og er
ikki bangin fyri, at taka eina hond í at
hjálpa øðrum, hóast børn, abbabørn
og langabbabørn eru eitt og alt hjá
teimum báðum, Palmu og Bjarna.
Hjartaliga tillukku við degnum við
ynskjum um alt tað besta, og takk fyri
tað, tit bæði eru og hava verið fyri
meg og míni.
ella
Heilsan til Bjarna á 85 ára degnum
Myndin er tikin við Høga
ból í Runavík. Vit síggja
strandfaraskipið Ruth fara
frá landi á Høgabóli ein
vetrardag.
Ruth var ein av sonevndu
mjólkabátunum hjá Thor
shavns Mælkeforsyning og
Margarinefabrik.
Ruth varð keyptur úr
Noreg í 1905 og sigldi sum
strandfaraskip til 1926, tá
hann varð skiftur út við
tann fyrsta Trónd, sum eis
ini varð keyptur úr Noreg.
Um onkur veit hvørjir
mennirnir á myndini eru, er
viðkomandi vælkomin at
venda sær til Álv Danielsen
á tel 565783 / 321291.
Kennist nakar við menninar?
Prógv
Lis Johansen, ættað av Strondum, búsitandi í Ebeltoft, er
vorðin cand. cur. frá Institut for sygeplejevidenskab frá Århus
Universitet.
Prógv
Benjamin Jacobsen, ættaður úr Vatnsoyrum, sonur Annu og
Tummas Jacobsen, er við Lærda Háskúlan í Davis, Kalifornia,
vorðin doktari í jarðfrøði við speciali í kosmo kemi. Um
tit vilja í samband við Benjamin er teldupost adr. hansara:
bjacobsen@ucdavis.edu ella mobil: 0015304005384.
65 ára føðingardagur
Fríggjadagin 2. okt. fyllir Kitty Gudmundsen, í Vági, 65 ár.
Føðingardagurin verður hildin í Billiardhúsinum frá kl. 19. Øll
er hjartaliga vælkomin.
70 ára føðingardagur
Mikudagin 7. okt. fyllir Hákun Debes, Kollafjørður, 70 ár.
Dagurin verður hildin heima mikudagin frá kl. 17.
80 ár
Mikudagin 7. oktober Johannes Berg bilasølumaður 80 ár.
Føðingardagurin verður hildin á Hotel Føroyum hetta sama
kvøldið. Byrjað verður kl.18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 2. okt. fyllir Johan Thomasen, Tvøroyri, 80 ár.
Dagurin verður hildin 3. okt., frá kl. 15 í heiminum hjá Elin og
John Thomasen, Fornarett 13. í Trongisvági. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 4. okt. fyllur Gudrun Joensen, Hósvík, 80 ár.
Dagurin verður hildin hjá dóttrini Harriet, á Fløtugøtu 12,
Hósvík, frá kl. 17. Øll eru vælkomin.
90 ára føðingardagur
Týsdagin 29. sept. fyllir Magnus Jacobsen úr Norðragøtu,
búsitandi í Havn, 90 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 3.
okt. saman við familjuni.
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 2. okt. fyllir Johanna Johannesen, Jóhanna í
Kinn, Fuglafjørður, 90 ár. Føðingardagurin verður hildin við
køkuborði í Lonini frá kl. 19.30. Øll eru vælkomin.
merkisdagar
-har
tað hendir