Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 - 2. oktober 2009 15 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi Eyðbjørn Petersen Fuglafjørður andaðist mánadagin, 28. sept. 2009, 68 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Vegna tey avvarðandi Anna, Jónhard, Hanna Maria og Ragnhard Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Ingibjørg Johannesen Tórshavn fór heim til Harran. Tøkk til tykkum, ið fylgdu, tykkum, sum við bøn, talu, sangi og urguljóði myndaðu jarðarferðina, takk fyri blómur, kransar og takk fyri gávur, sum vórðu latnar Zarepta. Eisini ein tøkk til tykkum, ið bakaðu til ervið. Ein serstøk tøkk til Heilsuverkið – heimasjúkrasystrar og heimahjálp og tykkum, ið vitjaðu mammu seinastu tíðin. Ruth og Jóannes við familjum Tøkk Hjartans tøkk til tykkum mongu, sum gleddust saman við okkum, tá vit hildu okkara 75 ára føðingardag tann 15. aug. 2009. Tit gjørdu dagin ógloymandi fyri okkum. Ein serlig tøkk til øll tey, sum á ymiskan hátt hjálptu okkum. Má Gud signa tykkum øll. Heilsan Jastrud og Sámal Clementsen Heilsan til Zacharias Bech nú hann er farin at njóta sítt otium eftir 37 ára starvstíð á Skipafelagnum. Eg havi verið so heppin at kenna hendan heiðursmann síðan barnaárini og í gjøgnum alt mítt vaksna lív havi havt eitt sera gott samstarv og ikki minst vinalag við Zacharias. Sum ungur var eg eitt tíðarskeið og starvaðist á Faroe Ship í Keypmanna­ havn undir leiðslu Hendrikus Lamain sála, og var Zacharias tá skipari á Bliki. Tað var har, eg kom at kenna Zacharias frá síni professionellu síðu, og var hann nógv avhildin av mann­ ing og starvsfólkinum á landi. Altíð fryntligur, avbalanseraður og tilreiðar at vegleiða og rætta eina hjálpandi hond fram, tá neyðugt var. Tann sum kennir Zacharias veit, at hann er ein persónur, sum setur stóra æru í, at tað sum hann ger, ger hann til lítar, og tað hava vit, sum kenna hann ásannað gjøgnum øll hesi árini, ­ ein álitismaður á øllum økjum. Tann 19. august var seinasti dagur til arbeiðis á Skipafelagnum og eftir 37 ár í sama reiðaríi, hevði Zacharias avgjørt, at nú var tíðin komin at leggja frá sær og njóta komandi tíð saman við familjuni. Á politiska hugsjónarliga økinum er Zacharias sambandsmaður, og hevur hann verið flokkinum ein hollur stuðul. Hann hevur verið formaður fyri Suðuroyar Sambandsfelag í mong ár, og tað arbeiðið sum hann hevur lagt eftir seg vil eg takka honum fyri. Tað er gott at vita, at hann hóast hann nú verður pensjónistur, framhaldandi verður politiskt aktivur og ein av floks­ ins trúgvu stuðlum. Mangan hevur verið hugaligt at koma á Skipafelagið til ein kaffimunn, tá Sverri Midjord og Zacharias hava umrøtt politiska landslagið. Bylgjurnar hava gingið høgt, men tað hevur hóast tað verið við skemtiligum, argandi tónum tá javnaðar­sambandsmaðurin Sverri og sambandsmaðurin Zachari­ as hava umrøtt politisku støðuna í landinum. Alt hevur sína tíð, og nú er so tað skeiðið eisini endað. Góði Zacharias, eg veit at tú eftir øll hesi árini á Skipafelagnum, nú sær fram til at njóta títt otium saman við Jónhild og børnum, svigarsynum, svigardøtrum og abbabørnum, sum tú er so glaður fyri og erpin av, og kenni eg teg rætt, fer tú neyvan at keða teg. Tær untist innan fá ár at fáa nógv abbabørn, og veit eg, at tey betýða alt fyri teg og Jónhild, og legði eg mær í geyma fyri stuttum, tá vit tosaðu saman hesi orðini tú segði við meg ­ “mítt ríkidømi er mín familja, kona børn og abbabørn”, hvat meira kann man ynskja sær í lívinum at hava, nú man verður pensjónistur. Hetta sigur alt um teg Zacharias, og tey virður sum tú stendur fyri, ein góð­ ur vinur, hjálpsamur, hjartaligur og fremst av øllum sera familjukærur. Zacharias, eg vóni at vit fáa mangar góðar løtur saman framyvir, takk fyri gott vinalag og vil eg ynskja tær alt tað besta, nú tú fer at nýta tilveruna sum pensjónistur. Bestu heilsur Johan Dahl Heilsan til Zacharias Bech Takk Vit bæði takka øllum tykkum, sum á ymsan hátt gleddu okkum á silvurbrúdleypsdegi okkara 23. juni 2009. Tit gjørdu okkum dagin fram úr góðan og minniligan. Pavla og Tórður Mikkelsen Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Malfryd Solborg Andreasen Oyndarfjørður ættað av Eiði andaðist á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi 1. oktober, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst í Kringvarpinum. Fyri tey avvarðandi Børnini við familju Tey, sum ynskja at senda blómur ella krans, kunnu ístaðin lata eina Eysturoyar Røktar- og ellisheimi eina peningagávu, konta í peningastovnunum Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri bróðir, svágur, mammubeiggi og ommubeiggi Óli Kristian Dam Kollafjørður andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prestarnar Berg Debess Joensen og Ingu Poulsen Dam fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til Birgit fyri tann vakra sangin. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk fyri lán av bygdarhúsinum, og tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til kirkjuna. Til seinast tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Óluva, Børge, Carl Johan, Gunnvør og Randi Doktari í jarðfrøði Benjamin Jacobsen, ættaður úr Vatnsoyrum, sonur Annu og Tummas Jacobsen, er við Lærda Háskúlan í Davis, Kalifornia, vorðin doktari í jarðfrøði við speciali í kosmokemi.