Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 188 - 2. oktober 2009 Tíðindaskriv Í morgin, leygardagin tann 3. oktober, millum klokkan 11 og klokkan 15. fer at banka á dyrnar í hvørjum einasta húsi landinum. Hetta er dagurin, har húsainnsavningin hjá Reyða Krossi Føroyar fer fram. Fólk fara í húsini kring land­ ið og øll hava møguleikan at stuðla tí manngóða arbeiði, sum Reyði Krossur Føroya stendur fyri kring heimin. Sum nakað serligt hevur Hundaeigarafelag Føroya bjóðað seg fram, og limir tess fara við hundunum og bússunum at banka á dyrnar hjá fólki í Havnini. Suni Vinther frá Reyða Krossi Føroya sigur, at hetta vikuskiftið er eitt inn­ savningarvikuskifti í øllum Norðurlondum og at peng­ arnir, sum koma inn fara lut­ víst til neyðhjálp og eisini til menningarhjálp og undir­ vísing av børnum. Eini 360 fólki eru við í innsavningini og í samband við hesa hava bankarnir opið leygardagin seinnapart, fyri at móttaka pengunum, sum inn eru komnir. Longu klokkan 16.00 eru tey fyrstu úrslitini tøk. ­ Føroyingar eru raskir at veita Reyða Krossi ein beina. Føroyingar hava í mið­ al til seinastu innsavningar­ nar latið 13 krónur hvør, meðan hetta talið liggur á trimum krónum í Danmark, sigur Suni Vinther. Minnist til Reyða Kross í morgin Teir 16 vestmenningarnir sum leiga Gómanskorð vóru í skorini mikudagin, og Bjartur Tórhallson, sum er ein av leigarunum, sigur, at tað gekk sera væl at fáa teir 28 veðrarnar upp úr skorini. Seinasta fríggjadag var Bjartur í veðrasendingin hjá Rás2, har hann greiddi frá, hvussu teir fingu fatur á skorini, sum ikki hevði verið í brúk í fleiri ár. Hann greiddi eisini frá, at teir hildu gamlan sið, tá teir fóru í skorina. Teir syngja á donskum á eggjuni, aðrenn teir fara niður og halda eina stilla stund, sum teir gomlu plagdu at gera. Veðrarnir verða vigaði, áðrenn teir verða sleptir, og tá teir verða tiknir heimaftur. Í kvøld verður tann stóra felagsflett­ ingin, so spenningurin er stórur í Vestmanna í kvøld. Uppboðssølan: Í morgin, leygardagin, verður veðrauppboðssølan í Gørðum, kl. 16. Umframt veðrin, verður eisini høvi at bjóða upp á okkurt annað sum t.d.veðrahøvd. Um veðrið ikki verður til­ vildar, verður uppboðssølan hildin í einum av goymslu­ bygningunum hjá Vest Pack, Inni á Fjørð. Pening­ urin sum kemur inn, fer óskerdur til útgerð at brúka í skorini - birgir Veðrauppboðsøla í Vestmanna Eyklutafyritøkan Billutir flytur í hesum døgum í nýggj og størri hølir við Hoyvíksvegin 61 í Havn. Stjórin í Billutir, Petur Martin Johansen, sigur, at nýggi handilin verður gjørd­ ur í samstarvi við Mekono­ men, sum er størsta heilsølu­ fyritøkan í Norðurlondum innan eykalutir, útgerð og amboð til bilar. Mekonomen er upprunaliga ein svensk fyritøka og hevur í løtuni 206 deildir í Svøríki, Norra og Danmark. Billutir bleiv stovnað í Kollafirði í 1993. Í 2004 flutti fyritøkan til Havnar og hevur hildið til í Bók­ bindaragøtu. Fyritøkan hev­ ur spesilaiserað seg í eyka­ lutum til bilar, so sum plátu­ lutir, útstoyt, lyktir og ann­ ars allar slitlutir ­ bæði brúktar og nýggjar. Petur Martin roknar við, at handilin letur upp um hálvan oktober. Í dag eru tað Petur Martin Johansen og Høgni Mikkelsen, sum eiga Billutir, ið hevur fimm fólk í starvi. mg Leygardagin 3. okt. er altjóða stomidagur. Á hesum degi verður kring allan heim ljós sett á viðurskiftini hjá teimum, ið er stomiskurðviðgjørd Tíðindaskriv Fyrsti altjóða stomidagur varð hildin 2. oktober í 1993, og eftir hetta tók altjóða sto­ mifelagið avgerð um, at dag­ urin skuldi verða fyrsta leyg­ ardag í oktobur á triðja hvørj­ um ári. Stomi og tabu Stomi merkir, at eitt stykki av tarminum ella bløðru verður lagt út ígjøgnum búkveggin, og ein stomisjúklingur má tí liva við einum posa á búk­ inum til land og skarn. Hetta brek er framvegis merkt av tabu, og kann tí vera trupult at tosa um. Endamálið við altjóða stomidegnum er júst at kunna um, hvat stomi í veruleikanum er, og at seta fokus á, at til ber at liva bæði væl og leingi, og eitt heilt vanligt lív við stomi. Flestu teirra, sum fáa stomi, eru eldri enn 50 ár, og ofta er orsøkin krabba­ mein. Men eisini ung kunnu fáa stomi orsakað av kron­ iskum tarmbruna, eins og nýføðingar kunnu fáa stomi, eru teir føddir við álvar­ somum breki í tarmunum. Roknað verður við, at á leið 2 promillu av fólkinum hevur stomi, sum svarar til á leið 100 føroyingar. Krabbameinsfelagið og stomi Krabbameinsfelagið hevur øll árini veitt hjálp og veg­ leiðing til fólk, ið hava fingið stomi – tað vil siga lagt tarm ella bløðru út á síðuna. Av tí at felagið metti, at tað var ein almenn uppgáva at taka sær av hes­ um sjúklingabólki, fór fel­ agið í 1996 undir samstarv við Landssjúkrahúsið við tí endamáli, at fáa sett á stovn eitt stomiambulatorium, sum er dagdeild fyri stomi. Í 1998 lat dagdeildin upp, tað fyrsta árið tó sum ein royndarverkætlan. Fólk tóku ógvuliga væl ímóti hes­ um tilboði, og royndirnar vóru so mikið góðar, at hetta var komið fyri at vera. Krabbameinsfelagið fegn­ ast stórliga um ambulatoriið, tí hetta ger, at tænastan til fólk við stomi er á góðum og fakliga høgum støði. Stomiambulatoriið á Landssjúkrahúsinum hevur opið ein dag um vikuna ­ hvønn hósdag seinnapart. Stomibólkurin Undir Krabbameinsfelag­ num er Stomibólkur, sum ein av sjálvhjáparbólkunum. Endamálið við bólkinum er at fólk við stomi kunnu veita stuðul og góð ráð til onnur, sum koma í somu støðu. Bólkurin hevur fund nakrar ferðir árliga, og skip­ ar av og á fyri hugnaløtum, fyrilestrum e.l. fyri sjúk­ lingar og avvarðandi. Stomibólkurin er við í norðurlendskum sam­ starvi, og skipaði í fjør fyri norðurlendskum fundi í Føroyum, har á leið 25 fólk við stomi úr øllum norðurlondum luttóku. Altjóða fokus á stomi Petur Martin Johansen framman fyri nýggja handilin við Hoyvíksvegin Billutir við nýggjum handli