fríggjadagur 2. oktober 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 | vikuskifti | 2. oktober 2009 | 83. árgangur
Vikuskifti
Aftur í ár lata søvnini í
høvuðsstaðnum dyrnar
upp fyri almenninginum
í heystfrítíðini. Hesaferð
eru øll fimm søvnini í
býnum við í tiltakinum
undir heitinum »SAVNS
FAGNAÐUR«
TilTak
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Áttanda árið á rað skipa Náttúru
gripasavnið og Jarðfeingi fyri
ser stakum tiltaki í sambandi
við heystfrítíðina. Undanfarnu
árini hevur Náttúrugripasavnið
latið hurðarnar upp í oktober. Nú
verður hetta tiltakið víðkað til øll
søvnini í høvuðsstaðnum. Hetta
verður gjørt, tí tiltakið undan
farin ári hevur fingið so góða
mót tøku. Nú hava fyriskipararnir
so tikið stig til at fáa øll søvn ini
um at vera við í hesum tiltak
in um. Søvnini eru umframt
Náttúrugripasavnið, Sjósavnið,
Forn minnissavnið og Listasavn
Føroya.
Rachel Helmsdal er ein av
fyri skiparunum, og hon fegnast
um, at øll søvnini hava tikið
so væl ímóti uppskotinum at
fáa tey øll at vera partur av
einum samlaðum savnspakka,
“Savnsfagnaður”.
– Tað byrjaði sum eitt lítið
projekt, har vit ikki vistu, hvat fór
at koma burtur úr. Tað vísti seg
skjótt at vera ein stór succes. Eitt
árið vóru meira enn 2000 vitjandi
teir fimm dagarnar tað var opið.
– Savnið er opið alt árið, hví
gera nakað serligt burtur úr hesa
ársins tíð?
– Flest fólk halda, at savnið
mest er fyri ferðafólk. Tað
hev ur so bara opið hvønn dag í
summar frítíðini frá 15. juni til 15.
september. Síðani er bara opið
sunnudag. Vit hava havt sera
fá vitjandi um veturin, og tað
er tað vit vilja gera nakað við.
Savnið er sætt at siga minst líka
stuttligt ella enn meira stuttligt
fyri føroyingar sjálvar enn fyri
útlendingar, tí vit kunnu kenna
okk um og okkara umhvørvi aftur í
tí vit síggja.
Vit vildu við hesum siga við
foreldur – takið børn tykkara
við á savnið og fáið eina góða
og stuttliga uppliving og lærið
samtíðis nakað um tykkum sjálvi
og tað umhvørvi vit liva í. Nettupp
í heystfrítíðini vita børn ikki altíð,
hvat tey skulu gera, so okkara
boðskapur var at fáa tey á savnið.
Og hetta hevur verið væleydnað
sigur Rachel Helmsdal. Nógv
børn brúka upp til fleiri tímar á
savninum. Og tá foreldur siga, at
tey fáa ikki børnini avstað aftur,
so kann tað bara vera eitt gott
tekin.
Ein uppliving
– Ein skuldi hildið, at hetta at
vitja søvnini var nakað sum var
oblikatoriskt, tí tá kemur man
betur at kenna sítt land og sína
søgu.
– Soleiðis uppfata fólk ikki
søvn ini. Tey halda helst, at hetta
er nakað, sum man kanska skal
uppliva eina ferð í lívinum og so
er restin til ferðafólk. Men her
henda nýggj ting.
Tilfarið er vorðið meira og
meira populert, og fyrrárið kom
Sjósavnið við og í fjør kom so
Listasavnið við. Í ár kemur so
túrurin til Fornminnissavnið.
Aftrat tí var tað víðkað við eini
eyka skúlaviku eftir heyst fagn
að in, har skúlaflokkar kundu
bíleggja sær tíð til eina serstaka
rundvísan. Og tað halda vit fram
við í ár.
Savnsfagnaðurin byrjar longu
komandi mánadag, tá fyrilestrar
verða hildnir. Søvnini lata annars
dyrnar upp 12. oktober.
Heitið og høvuðstema yvir
savnsfagnaðin hesaferð verður
Orka, t.d. orka í djórum, orka í
havinum, orka í listini osfr.
Vit skulu kunna læra nakað um
okkara ega land, okkara søgu,
okkara list og okkara náttúru. Fáa
innlit í tað uppá ein lættan og
stuttligan hátt.
Hetta tiltakið fær eisini fleiri
ráð og stovnar at arbeiða saman.
Tað eru tey, sum ongantíð hava
vitjað søvnini, men vit vóna
við hesum tiltakinum, at tey
gerast færri og færri sigur ein
fyrikomandi og fryntlig Rachel
Helmsdal, sum sjálv heldur, at
søvnini hava veruliga nógv at
geva okkum føroyingum og ikki
bert ferðafólki.
Rachel Helmsdal frá Jarðfeingi
bjóðar børnum og vaksnum vælkomin
til spennandi upplivingar á m.a.
Náttúrugripasavninum í heystfrítíðini
Mynd Jensk Vang
Savnsfagnaður skal
skapa samleika