fríggjadagur 2. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 • 2. oktober 2009
Vikuskifti
18
Ein prúður maður í síðum frakka
setir knyklar í brýr í horna skriv
stovuni í einum pompøsum
glas bygningi á Argjum. Á
skrivara borðinum liggja rokniørk
við reyðum tølum. Og hann veit,
at hann gongur eini torførari tíð
á møti.
Seinasta veljarakanningin
gav flokkinum 14 prosent og
fimm tingfólk, sum er verri enn
vanlukkuliga valið í 1994, tá
føroyski Javnaðarflokkurin við
Atla Dam, sála, small í svørðin og
misti nærum helvtina av sínum
atkvøðum frá framúr valinum
í 1990, tá Javnaðarflokkurin
náddi tindunum og fekk tíggju
tinglimir. Onkur skuldi revsast fyri
áleikandi kreppuna. Flokkurin fekk
15 prosent, og tað var ringasta
úrslitið síðani heimastýrislógina.
Javnaðarflokkurin megnaði tó
at stabilisera seg aftur rund
anum tey tjúgu prosentini frá
1998, eftir at protestflokkurin
Verkamannafylkingin var syndrað
og partar av henni komnir
umborð aftur á javnaðarskútuna.
Men síðani seinasta val, tá
flokkurin fór úr sjey niður í seks
tinglimir, eru myrk skýggj aftur at
hóma. Ikki tí, at ein katastrofal
veljarakanning neyðturviliga
merkir eitt líka vánaligt val. Men
kanningin var ein ábending, sum
fekk reyðu ávaringarlampurnar
at lýsa.
Flóvin Eidesgaard, búskapar
frøðingur og fyrrverandi ráðgevi
hjá Javnaðarflokkinum, metir,
at afturgongdin í seinastu
veljarakanning ikki er ein fyribils
trupulleiki.
– Flokkurin hevur havt eina
støðuga afturgongd síðani
1990. Gott nokk gekk flokk
urin fram í 1998, men tað var í
ein mun orsakað av, at Verka
mannafylkingin fór í søguna.
Einasta veruliga framgongdin
var á valinum í 2004, sigur Flóvin
Eidesgaard.
Svikin hugsjón
Formaðurin Jóannes Eidesgaard
hevur eftir nýggjastu veljarakann
ingina sagt, at flokkurin dugir ikki
nóg væl at selja sín boðskap. At
flokkurin dugir ikki at markera
síni avrik, so tey geva afturljóð í
fjølmiðlunum og í fólkinum.
Men onnur meta, at trupulleikin
er størri og meiri grundleggjandi
enn marknaðarføring og spinnarí.
Ein teirra er stjórnmálafrøð
ingurin og forkvinnan í fak
felags samtakinum Samtak,
Sonja Jógvansdóttir. Undir liðini
á strongu forkvinnuni í Føroya
Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther,
sum við jøvnum millumbilum
langar út eftir Javnaðarflokkinum,
er Sonja Jógvansdóttir eisini farin
at seta spurnartekin við, hvussu
sosialdemokratisku virðini í roynd
og veru hava tað á lista C.
– Tað er vorðin ov stórur munur
á, hvat flokkurin sigur, og hvat
flokkurin ger. Og vit hava ikki
brúk fyri einum Javnaðarflokki,
sum ikki førir javnaðarpolitikk.
Flokkurin er ikki longur verjin
hjá teimum veiku og sosialt
útsettu bólkunum, sigur Sonja
Jógvansdóttir, sum í lesarabrævi
fyri stuttum proklameraði, at
“sosiala kumpassin má rættast”.
Av aktuellum dømum vísir
hon til deild 1 á psykiatrisku
deild, sum verður stongd vegna
sparingar. Hon vísir á eina
av oldaða forsorgarlóg, sum
eingin ger nakað við. Hon vísir á
korini hjá børnum og ungum við
serligum tørvi, sum gerast verri
og verri. Og hon vísir á stuðulin
til heilivág, sum nú er skerdur.
Sparingar, sum allar raka bólkar,
ið Javnaðarflokkurin sigur seg
umboða.
– Tað merkir ikki, at Javnaðarf
lokkurin absolutt einki hevur
avrikað. Men úrslitini eru ov
sporadisk. Listin av avrikum er
ov lítil. Og tað er bara ikki gott
nokk, tá flokkurin hevur sitið við
stjórnarvaldinum síðani 2004,
sigur forkvinnan í Samtaki.
Hesi diagnosu tekur gamli
javnaðarmaðurin Jóannes Dals
gaard undir við. Hann hevur
sitið á tingi fyri flokkin í tíggju
ár, men rýmdi í 1992 í mótmæli
ímóti ógvusligum sparingum á
landssjúkrahúsinum.
– Tað er trupult at síggja
mun á Javnaðarflokkinum og
borgarligu flokkunum, íroknað
Tjóðveldi. Flokkurin hevur góð
tikið privatiseringar og skatta
lættar í ABC samgonguni, og
nú signalerar hann, at vit ikki
longur kunnu varðveita støðið
á vælferðarsamfelagnum, sigur
Jóannes Dalsgaard. Fyri gamla
javnaðarmannin er tørvur á
einum mótspæli til marknaðar
kapitalismu og “borgarliga
Hví liggur Javnaðar
flokkurin søguliga lágt í
seinastu veljara kann ing?
Fimm fólk við formligum
ella óform ligum tilknýti til
føroyska vinstra vongin
hava fingið hendan
spurning. “Politiskt og
ideologiskt tómrúm” er
afturvend andi svarið
What's Left?
Javnaðarflokkurin
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
”
– Javnaðarflokkurin fær einans siðbundnu
veljararnar aftur, um hann leggur fram
eitt greitt sosialdemokratiskt alternativ til
borgarligan politikk
Jóannes Dalsgaard, fyrrverandi tinglimur fyri Javnaðarflokkin