fríggjadagur 2. oktober 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 • 2. oktober 2009
Vikuskifti 19
ágangin á væl ferðarsamfelagið”,
sum hann málber seg. Ikki minst í
eini krepputíð.
– Flokkurin fær einans sið
bundnu veljararnar aftur, um
hann leggur fram eitt greitt
sosialdemokratiskt alternativ
til borgarligan politikk. Og
pensjóns málið er uttan saman
bering størsta politiska málið í
hesum valskeiði, slær Jóannes
Dalsgaard fast.
Ein onnur fyrrverandi persón
ligheit á føroyska vinstra vong
inum er Øssur Winthereig, sum
vit best kenna sum journalist og
tíðindaleiðara í Kringvarpinum,
men sum eisini hevur verið virkin
politikari í Verkamannafylkingini
fyrst í nítiárunum. Hann tekur
undir við, at grundsjónarmiðini
hjá Javnaðarflokkinum eru
trupul at hóma í hesum døgum.
Men hann metir samstundis, at
áleikandi fíggjarkreppan kann
styrkja Javnaðarflokkin.
– Nú er ikki longur forboðið at
vilja temja marknaðarkreftirnar
ella at siga hart, at tað almenna
kann hava ein týðandi leiklut í
einum samfelagi. Hetta eigur at
kunna styrkja Javnaðarflokkin,
metir Øssur Winthereig.
Lunkað
modernisering
Tá Jóannes Dalsgaard tosar
um siðbundnu veljararnar, tosar
hann um tey, sum einans hava
eina fólkapensjón ella eina
avlamispensjón. Tey, sum liva
av eini verkamannaløn ella
eini vánaligari hýru til lívsins
uppihald.
Men stóra tvístøðan hjá
sosialdemokratisku flokkunum
í Norðurlondum hevur verið,
at hesin samfelagsbólkurin er
vorðin minni, meðan miðalklassin
er vorðin størri, so hvørt sum
vælferðarsamfelagið er útbygt.
Bardagin hjá fakfeløgunum
ímóti stættasamfelagnum er
ikki eins sjónligt. Og hetta
hevur í flestu grannalondunum
merkt, at sosialdemokratisku
flokkarnir hava dagført sínar
floksskráir og lagt seg nærri
miðjuni við teirri grundgeving, at
samtíðin krevur modernisering
í mun til gamla stríðið millum
løntakara og arbeiðsgevara.
Stóri spurningurin, sum hevur
givið sosialdemokratiskum
politikarum og ráðgevum grá hár
á høvdið, hevur ljóðað soleiðis:
Hvussu fær man fatur á nýggja
miðalklassanum uttan at kuta
røturnar til kjarnuveljaran?
Jógvan Mørkøre, stjórn mála
frøðingur, metir, at Jóannes
Eidesgaard í fleiri førum hevur
signalerað, at hann ynskir at
modernisera Javnaðarflokkin.
Dømi um hetta eru, tá Jóannes
Eidesgaard tónaði niður
stætta stríðið á landsfundi hjá
Javnaðarflokkinum í 2005 við
orðunum um, at stríðið fyri
sjálvsøgdum rættindum var
vunnið. Ella tá hann í fyrru ABC
samgongu lanseraði eina visjón
2015, sum gekk uppá tvørs av
flokspolitisku mørkunum, og
sum lítið hevði við siðbundnan
javnaðarpolitikk at gera.
Men trupulleikin hjá Javnaðar
flokkinum er sambært Jógvani
Mørkøre, at hetta stigið er ikki
tikið fult út. Við øðrum orðum
er sosialpolitiska programmið
vorðið kámari, uttan at nakað er
komið í staðin. Og hendan støðan
skyldast, at flokkurin ongantíð
hevur gjørt upp við seg sjálvan,
hvørja leið hann í felag skal
ganga.
– Javnaðarflokkurin hevur
ikki útviklað ein systematiskan,
offensivan og greiðan politikk,
sum fortelur umheiminum,
Ein floksformaður í døpurhuga. Seinasta veljarakanningin gav
Javnaðarflokkinum 14 skelkandi prosent, og tað er verri enn
vanlukkuliga valið í 1994, tá Javnaðarflokkurin fekk ringasta
úrslitið síðani heimastýrislógina. Fremsta avbjóðingin hjá
Jóannesi Eidesgaard er nú at fáa eina fíggjarlóg í land, sum
ikki gongur teimum økjunum ov nær, ið javnaðarfólkini í
landsstýrinum hava raðfest
Mynd: Jens Kristian Vang
”
– Flokkurin hevur ikki útviklað ein
systematiskan, offensivan og greiðan politikk,
sum fortelur umheiminum, hvat tað merkir at
vera sosialdemokratur í 21. øld
Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur
Framhald á næstu síðu