fríggjadagur 2. oktober 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 • 2. oktober 2009
Vikuskifti
20
hvat tað merkir at vera sosial
demokratur í 21. øld. Flokkurin
hevur í ein mun mist tilknýtið til
siðbundnu veljararnar, eins og
sosialdemokratar í londunum
kring okkum, uttan at draga
nýggjar veljarar til sín, sigur
Jógvan Mørkøre.
Millum loysing og
samband
Ein annar spurningur, sum
hevur plágað Javnaðarflokkin,
er spurningurin um loysing ella
samband. Ikki minst síðani
1998, tá Høgni Hoydal tvífaldaði
tingmanningina hjá Tjóðveldi og
lanseraði eina skipaða strategi
fyri føroyskum fullveldi.
Síðani 1998 hava Tjóðveldi
og Sambandið verið størstu
flokkarnir, meðan Javnaðar
flokkurin hevur tvíhildið um, at
ríkisrættarligi spurningurin er
sekunderur í mun til ta primera
prosjektið, sum er at varðveita og
útbyggja vælferðarsamfelagið.
Men sambært Jógvani Mørk
øre skyldast afturgongdin hjá
Javnaðarflokkinum eisini, at
flokkurin er vorðin gruggutur í
ríkisrættarliga spurninginum.
– Heilhjartaði stuðulin til
heimastýrisskipanina eyðkendi
í ártíggjur Javnaðarflokkin.
Heimastýrislógin varð uppfatað
sum ein sosial kontrakt ímill
um føroyingar og danir, og
hetta vann Javnaðarflokkurin
uppá. Men seinnu árini er
støða floksins vorðin kámari
í hesum spurninginum, metir
stjórnmálafrøðingurin.
Sambært Jógvani er nógv
vatn runnið í ánna, síðani gamli
floksleiðarin Petur Mohr Dam
kallaði heimastýrislógina fyri
eitt “frælsisbræv”. Partar av
flokkinum hava seinnu árini
luftað tankan um økt sjálvstýri,
um blokkniðurskurð og um at
tøma heimastýrislógina. Og
í undanfarnu CHE sam gongu
góðtók flokkurin ein blokk niður
skurð á 119 milliónum krónur
í samgonguskjalinum, sum
kortini ongantíð bleiv veruleiki, tí
samgongan slitnaði.
– Við slíkum útmeldingum
verður hurðin latin upp á víðan
vegg til Sambandið. Og sein asta
veljarakanningin gevur eisini
ábendingar um, at Javnaðar
flokkurin missir til Sambandið,
sigur Jógvan Mørkøre, sum eisini
eftirlýsir eitt greiðari útspæl í
mun til spurningin um ES.
Øssur Winthereig tekur undir
við hesi eygleiðing. Hann metir,
at Javnaðarflokkurin ikki er
komin fyri seg eftir ríkisrættarligu
polariseringina, sum byrjaði við
fullveldislandsstýrinum.
– Sum formaðurin ofta hevur
sagt, so endaði flokkurin ímillum
tveir stólar. Flokkurin royndi so
at breiðka afturpartin og sita á
báðum stólunum í senn, tó mest
á sambandsstólinum. Men hóast
polariseringin ikki er eins stór
longur, hevur flokkurin enn ikki
funnið sín egna stól at sita á,
heldur Øssur Winthereig.
Men fyrrverandi ráðgevin
hjá Javnaðarflokkinum, Flóvin
Eidesgaard, metir ikki, at
domi nerandi stríðið ímillum
Sambandið og Tjóðveldi er ein
umbering fyri vánaligu úrslitini.
– Trupulleikin er, at Javnaðar
flokkurin ikki hevur megnað at
seta dagsskránna og fáa valini
at snúgva seg um annað enn
loysing og samband. Avbjóðingin
í einum valstríði er júst at fáa fólk
at býta seg upp eftir kriterium,
sum gagna flokkinum, sigur Flóvin
Eidesgaard.
Fíggjarmál tyngja
Fyrrverandi ráðgevin er ikki
fegin um støðuna hjá flokkinum.
Stóri trupulleikin er sambært
honum, at politikkurin hjá
Javnaðarflokkinum er ósjónligur.
Partvís orsakað av vánaligum
søluarbeiði, men eisini av teirri
orsøk, at veruligur politikkur heilt
einfalt manglar.
– Flokkurin hevur nøkur hug
sjónarlig slagorð at føra seg
fram við, men politikkurin er ikki
søluklárur. Hann er ikki liðugur
til at selja. Sum ein so beinrakið
skrivaði á Facebook ein dagin:
“Meiningakanningar vísa, at
flokkar sum hava meiningar
ganga fram”, sigur Flóvin Eides
gaard.
Sambært Flóvini hevur mangl
andi politikkurin gjørt tað ov
lætt hjá hinum flokkunum at
trumla Javnaðarflokkin niður, tá
samráðingar eru. Og eftir standa
javnaðarpolitikkarar og verja
politiskar semjur uttan at siga,
hvat flokkurin heldur vildi havt.
– Og so má leiðslan út at biðja
um forstáilsi frá veljarunum,
tá flokkurin ikki megnar at
levera tað, sum veljarin væntar
av flokkinum, sigur Flóvin
Eidesgaard.
So harður er skrivarin hjá
Javnaðarflokkinum frá 1990
til 2000, Eyðálvur Dimon, ikki.
Trupulleikin er sambært honum
ikki, at flokkurin manglar politikk,
men at flokkurin ikki megnar at
seta dagsskránna í fjølmiðlunum.
– Vit hoyra t.d. lítið um
fram stigini á heilsuøkinum. Vit
hoyra lítið um eykatímarnar í
byrjunarundirvísingini í fólka
skúlanum. Vit hoyra lítið um,
at Samhaldsfasti er hækkaður.
Men vit hoyra øgiliga nógv um
skattalættar til tey ríku og nú
um at mótrokna frá fyrstu krónu
í pensjónsreforminum. Hóast
tað var Rósa Samuelsen, sum
átti hetta uppskotið, so er tað
Jóannes Eidesgaard, sum skal
út at verja seg, sigur Eyðálvur
Dimon.
Fyrrverandi skrivarin heldur
tað vera eitt stórt mistak, at
Jóannes Eidesgaard gjørdist
fíggjarmálaráðharri. Í staðin fyri
at sterkasta kortið var í tinginum
og tosaði javnaðarpolitikk, so er
hansara leiklutur nú vorðin at
halda saman uppá samgonguna
og at verja ópopulerar sparingar.
Og hesum tekur Øssur Winther
eig undir við.
– Javnaðarflokkurin hevur
telvað seg í ta mótsigandi
støðu, at flokkurin tók fíggjarmál
og læt Sambandsflokkinum
sosialmál ella almannamál. Rósa
Samuelsen kann nú ferð eftir
ferð siga, at tað er formaðurin
í Javnaðarflokkinum, sum setir
henni krøv um sparingar á sosiala
økinum. Og tá er næstan ógjørligt
at standa sum garanturin fyri
vælferð og sosialum tryggleika,
sigur Øssur Winthereig.
Umframt hetta kunnu spurnar
tekin setast við, hvussu smart
tað er at vara av fíggjarmálum
pluss tveimum útreiðslutungum
málsøkjum afturat, mentamálum
og heilsumálum. Tí meðan upp
gávan hjá Jóannesi Eidesgaard
er at halda aftur, hava Aksel
Johannesen og Helena Dam
á Neystabø konstant brúk fyri
pengum. Tá er skjótt, at flokkurin
kemur í stríð við seg sjálvan.
Í skrivandi stund er fíggjarlógin
ikki farin til fyrstu viðgerð í
tinginum, og fyrsta avbjóðingin
hjá Javnaðarflokkinum verð
ur at fáa eina fíggjarlóg í hús
við árslok, sum ikki gongur
teim um økjunum ov nær,
sum javnaðarfólkini í lands
stýrinum hava raðfest í fíggjar
lógaruppskotinum hjá Eidesgaard.
Hesi øki eru sambært Eidesgaard
sjálvum skúlamál, heilsumál og
almannamál.
Landsfundurin hjá Føroya
Javnaðarflokki stendur nú fyri
durum. Og tá er enn eitt høvi at
kjakast um tvíeggjaða spurningin,
sum er heitið á bók frá 2007 hjá
bretska sosialdemokratinum
Nick Cohen um evropeiska
vinstravongin: What´s left?
Nógv vatn er runnið í ánna, síðani Atli Dam á forsíðuni í Sosialinum dagin eftir løgtingsvalið
í november 1990 kundi fegnast um tíggju tinglimir og 27,5 prosent av atkvøðunum. Fýra ár
seinni fór flokkurin niður í helvt, og sambært seinastu veljarakanningini er flokkurin í einum
nýggjum aldudali, sum fær tankarnar aftur til niðurtúrin í 1994
”
– Flokkurin er ikki komin fyri seg eftir
ríkisrættarligu polariseringina
Øssur Winthereig, fyrrverandi politiskur journalistur
”
– Flokkurin hevur nøkur hugsjónarlig slagorð at føra
seg fram við, men politikkurin er ikki søluklárur
Flóvin Eidesgaard, fyrrverandi ráðgevi