Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 226 - 22. november 2001 Nr. 226 - 22. november 2001 3 Okkara kæra mamma, vermamma, systir, omma og langomma Signhild Wolles Tórshavn andaðist á Lágargarði mánadagin 19. november 93 ára gomul. Kistan fer frá Lágargarði fríggjadagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Ebenezer leygardagin kl. 13. Familjunnar vegna Jóna, Kirstin, Karl og Agnes Tey, ið vilja minnast Signhild, kunnu lata eina peningagávu til trúboðarnar, konto i Føroya Sparikassa. Okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Paulina Mohr Jacobsen Vágur fyrr búsitandi í Klaksvík andaðist á Eldrasambýlinum í Vági týsdagin 20. november, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Familjunnar vegna Henrikka, Birta, Lena og Ingun Tey, ið vilja minnast Paulinu, kunnu lata eina peningagávu til eldrasambýlið í Vági, konto í Suðuroyar Sparikassa. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá elskaða kona, mamma, vermamma og omma okkara Andrea Lisberg Trongisvági andaðist og varð jarðað. Tøkk til prestarnar Hera Joensen og Ólav Rasmussen fyri vøkur orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar og aðrar heilsanir, og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Thorbjørn, Jens og Marner Telefonin ringir framvegis á Sosial- inum, men djúpa røddin á Ragnar Samuelsen úr Klaksvík verður ikki at hoyra aftur.Ragnar er farin og fróðarmaðurin, sum var sprotin til so manga fiskivinnugrein í Sosialin- um, er nú á ferð móti vestri, móti frægari beiti og nógvum sólskini.. Ragnar fylgdi væl við og serliga hevði fiskivinnan hansara áhuga. Og lokalt í Klaksvík varð hann ikki tikin, tá tað snúði seg um at av tevja tíðindir innan fiskivinnuna. Hann skuldi verið journalistur, tí hann var mangan langt frammanfyri fjølmiðl- arnar og í fiskivinnuni eru tað ikki altíð tey stóru tíðindini, sum hava mesta áhugan. Ein lítil maskinskaði eru eisini tíðindi, okkurt forvitnis- ligt í trolið ella á línuni eru eisini tíðindi og einstakir góðir útróðrar- túrar prýða um í tíðindaflutningin- um Ragnar kom fram við tí positiva, hann segði tað mangan bart út, at hann vildi ikki koma við negativum tipsum. Hann plagdi at fara runt í Klakksvíkini og spyrja um fiski- vinnutíðindir og hann fjaldi ikki útyvir, tá hann tosaði við fólk, at hann eisini prátaði við útgávu fyri eyga. Eg lærdi Ragnar at kenna, fyrst í nítiárunum og mín uppgáva var at fara viðari við tíðindum, sum Ragnar hevi víst mær á. Eftirfarandi vóru tíðindini. Ragnar var eisini raskur at vitja redaktiónina á Sosialinum, tá hann var í Havnini og mangt hugnaligt prátið fingu vit. Hann sá nakað stórt í skrivaða orðinum, og beskeðin sum hann var, ræddist hann pennin og vildi ikki rættuliga stýra honum sjálvur. Men hann fylgdi við og hann hevði eina meining um tað sum varð skrivað. Hann var harður kritikkari, tá vit skrivaðu ov negativt og kanska hevði hansara djúpa rødd sissandi ávirkan á okkum, dagar tá hart leikaði á. Sosialurin sýnir samkenslu við teimum, ið eftir sita. Vinarliga Jústinus Leivsson Eidesgaard INNSAVNING Stefan í Skorini Jólabússurnar hjá Frels- unarherinum eru nú settar í handlarnar kring landið. Tann, sum leggur í hesar bússur, er við til at hjálpa Frelsunarherinum í sínum vælgerðandi verki. Meginparturin av tí innkomna peninginum fer til Herbergið hjá Frelsunar- herinum í Havn. Her kunnu fólk fáa mat, eina song og persónliga hjálp. Higartil í ár hava fólk sovið í herberginum 1900 ferðir. Umframt hesi hava 500 onnur verið og vitjað. Onkur fyri at fáa eina máltíð, meðan onnur hava havt fyri neyðini at tosa um persónlig viðurskifti. Tann 1. desember í 2000 fingu heimleys eisini møguleikan at vera har um dagin og fáa sær ein døg- urða, kaffi og ein blund. Hesin møguleikin er nýttur 2100 ferðir higartil. Allar útreiðslur til mat verða goldnar av tí peningi, sum kemur úr jólabúss- unum og frá gávum, skrivar Frelsunarherurin í tíðinda- skrivi og leggur afturat, at hann er takksamur fyri tann stuðul, ið verður givin. Ein fróðarmaður er slóknaður Jólabússur í handlarnar C M Y K 3 2 Alivinnan hevur havt stóra framgongd tey seinastu árini, men ILA tálmar nú vøkstr- inum. Alibrúk mugu leggjast still, og nøgd- in av smolti, ið verður sett út, minkar sam- svarandi ALING Stefan í Skorini Alarar berjast á tveimum hermótum í hesum døgum. Fyrst hevur ILA rakt fleiri alibrúk seinastu átjan mán- aðirnar, og sum stein omaná byrðu eru prísirnir í botni. Tí er stóri vøksturin í alivinnuni tálmaður, og ætlanir um at økja tons- atalið av laksi í Føroyum munandi eru fyribils lagdar til viks. Við ársbyrjan mettu smoltstøðirnar, at stívliga 12 milliónir smolt fóru at verða sett út seinna helm- ing av hesum árinum. Hetta talið er tó minkað niður í 7,8 milliónir smolt, nú árið er farið at halla. Hetta kemst av, at fiskur nú ikki kann alast á fleiri firðum í ávís tíðarskeið vegna ILA- sóttina. Hetta stendur at lesa í Alitíðindum, sum P/F Fisk- aaling letur gera. Talan er um hagtøl og metingar av alivinnuni í Føroyum. Alar- ar hava svarað spurnarbløð- um, og tað er hesi hagtøl metingarnar byggja á. Alar- ar kunnu soleiðis saman- bera egið alibrúk við onnur. ILA ávirkar vøksturin Hóast ILA hevur rakt seks alibrúk í Føroyum, so er tó enn ein vøkstur at hóma í teimum tølum, ið verða kunngjørd. Ein uppgerð frá ali- og smoltstøðum vísir, at góðar 19 milliónir laksasmolt og síl fóru í aliringarnar kring landið í 2000. Í 1999 var hetta talið 15,5 milliónir og 13,3 millónir í 1998. Eftir at hava vitjað á á flestu smoltstøðunum í september í ár metir Fiskaaling, at samlaða talið av sjóbúnum fiski í 2001 verður stívliga 21 milliónir. Størsti part- urin er laksasmolt, meðan 3,7 milliónir eru ælaboga- síl. Talið av laksasmolti, sum er sett út í aliringarnar, er vaksið støðugt. Um árs- skiftið mettu alarar, at 20 milliónir laksasmolt fóru at verða sett út í ár, men hetta talið hevur verið heldur lægri á umleið 17 milli- ónum. Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at fleiri aliøki skulu liggja still við ongum fiski í eina tíð vegna ILA. Ein onnur kann vera, at stórt felli hevur verið, tá smá- vaksin fiskur er farin á sjógv móti vetri. Triðja or- søkin er, at prísurin hevur verið óvanliga lágur í heyst. Lágur prísur Andrias Reinert, ið hevur skrivað Alitíðindi, sigur um prísin, at hann er so lágur sum ongantíð fyrr. Í fjør var prísurin methøgur, og nú er hann fallin við einum braki. Hetta kann vera ein orsøk til, at færri smolt verða sett út í ár enn mett varð frammanundan. ILA hevur eisini ávirkað útflutningin av rognum. Hesin útflutningur tók seg upp í 1999, tá alarar fóru at útflyta rogn á fyrsta sinni. Útflutningurin, ið mest var til Kili, var 10 milliónir laksarogn. Nú ILA er stað- fest í Føroyum, er áhugin hjá kilenarum minkaður, og teir keypa ikki rogn her longur. Andrias Reinert sigur eisini, at aling av ælaboga- sílum hevur tikið dik á seg seinastu árini. Hetta er orsakað av tí góða prís- inum, ið hevur verið. Ser- liga vóru tað japanarar, ið vístu áhuga. Sílini eru heldur ikki eins viðbrekin, tá talan er um sjúku sum laksurin. Í mong ár vóru bara tvær smoltstøðir, ið fingust við at ala síl, men nú eru tær átta í tali, og tær framleiða 3,7 milliónir síl. Hesin parturin av vinnuni hevur eisini verið í støðugum vøkstri seinastu árini. Í 1996 vórðu bara 346.000 síl latin alistøðunum, men nú er talið komið uppá 3,7 milliónir. Nýtslan av fóðri er eisini uppgjørd, og hon er nærum tvífaldað síðan 1997, tá smoltstøðirnar nýttu 631 tons av fóðri. Í fjør var nýtslan komin uppá 1.200 tons Í 1997 var av álvara farið at byggja út á smoltstøðum, og talið av fólki í arbeiði er økt nakað. Í dag hava 139 fólk starv í alivinnuni. 98 av hesum hava fast arbeiði, meðan 41 eru eyka. Hetta kann samanberast við 75 starvsfólk í 1995. ILA tálmar vøkstrinum í alivinnuni Vøksturin í alivinnuni er tálmaður nakað. Hetta stendst av lágum prísum og ILA-sóttini. Tó er enn ein vøkstur at hóma, men hann er ikki eins stórur, sum menn áður hava mett MYND: Jens Kr. Vang