hósdagur 22. november 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sambandsflokkurin
setti akvøðumet á
fólkatingsvalinum
týsdagin. Tað hevur
heldur ongantíð áður
verið so stórur áhugi
fyri nøkrum fólka-
tingsvali áður. Enda-
liga úrslitið vísir, at
yvir trítusund fólk
fleiri vóru á valið
hesaferð enn seinast,
og veljarakanning-
arnar fingu eisini eitt
skot fyri bógvin
FÓLKATINGSVAL
Heri á Rógvi
Á fólkatingsvalinum týs-
dagin vóru heili 26.334
fólk á vali. Hetta gevur eina
valluttøku upp á 79,5%.
Hyggja vit eftir hagtølun-
um, so hevur valluttøkan
ongantíð verið so stór áður,
heldur ikki hava so nógvir
føroyingar verið á fólka-
tingsvali áður. 33.106 fólk
høvdu valrætt, og hetta er
góð 1.800 fólk fleiri enn
við valið í 1998.
Við valið 10. mai 1988
vóru 70,3% ella 22.912
fólk á vali. Við valið 8.
september
1987
vóru
22.228 fólk á vali, og tað er
ein valluttøkan áljóðandi
68,9%. Tað var samstundis
eisini við hetta valið, at
Fólkaflokkurin setti met
6.411 atkvøðum. Hetta met
var sligið týskvøldið, tá ið
Sambandsflokkurin fekk
7.196 atkvøður, men so
skal tað eisini við, at yvir
4.000 fólk fleiri vóru á val
týsdagin enn í 1987. Sam-
stundis sigur hetta okkum,
at tað eru komnir 2.688
sambandsveljarar afturat
síðani seinasta val.
At áhugin var so stórur
fyri fólkatingsvalinum í ár
er kanska tað mest merkis-
verda. Við valið í 1990 var
valluttøkan 54,1%, og við
seinasta val í 1998 var val-
lutøkan 66,1%. Hagtølini
siga okkum, at áhugin van-
liga hevur verið ógvuliga
vánaligur fyri fólkatings-
val. Við flestu valini hevur
valluttøkan ligið um tey
55%, men tað hevur eisini
verið bæði betri og verri.
Við valini í fimmtiárunum
var áhugin at kalla eingin,
og valluttøkan lá í miðal
um tey tríati prosentini.
Veljarakanningar
Hóast tað kom sum eitt
sindur av einum hvøkki, tá
ið danski forsætisráðharrin
kunngjørdi, at val skuldi
vera 20. november, bert
fáar vikur áðrenn henda
góða dag, so hevur hetta
ikki merkt, at tað hevur
skortað við veljarakanning-
um.
Tríggjar ymsar veljara-
kanningar eru gjørdar við
stuttum millumbili. Kann-
ingarnar vístu allar, at Tjóð-
veldisflokkurin og Sam-
bandsflokkurin
kunna
vænta sær hvør sítt sæti á
fólkatingi, og hetta vísti seg
eisini at gerast soleiðis.
Frá teirra fyrstu veljar-
arakanningini til tað síðstu,
var tað tó ein ávísur munur
at hóma. Eftir øllum at
døma, skuldu kanningarnar
siga okkum, at Tjóðveldis-
flokkurin gekk frá hinum
flokkunum, og Sambands-
flokkurin kom alsamt tætt-
ari at forfylgjarunum úr
Javnaðarflokkinum. Fólka-
flokkurin lá alla tíðina til
eitt fjórða pláss, men tann
so kendi endaspurturin hjá
fólkafloksmonnum
varð
eisini spáddur at fáa stóra
ávirkan.
Nú tá ið úrslitið fyriligg-
ur, og vit øll eru øll vorðin
tað klókari, so sigur tað
okkum so mikið sum, at
Veljarakanningarnar vóru
skeivar á summum økjum.
Sambandsflokkurin
gjørdist stóri og tryggi sig-
ursharrin á fólkatingsval-
inum,
tá
ið
flokkurin
tryggjaði sær 7.196 atkvøð-
ur ella 27,3% av atkvøðum.
Tjóðveldisflokkurin fór aft-
ur á eitt annað pláss, men
fekk framvegis umboðan á
fólkatingi. Javnaðarflokk-
urin gjørdist 400 atkvøður
ov stuttur hesaferð, og úr-
slitið hesaferð var faktiskt
betri enn við valið seinast
við einari lítlari framgongd.
Hinvegin so kláraði Fólka-
flokkurin og Óli Breck-
mann ikki at venda rákini,
sum tað so dúgliga var spáa
um frammanunfan valin-
um. Hóast teir gjørdu eitt
lítið kvink uppeftir í mun til
veljarakanningarnar,
so
gjørdist úrsltið framvegis
ein afturgong uppá 6,4%.
Sjálv afturgongdin í at-
kvøðutalinum var ikki so
meira enn 162 atkvøður,
men greitt er, at Fólka-
flokkurin, eftir at hava
verið umboðaður á fólka-
tingi í longri tíð, datt heilt
niðurímillum
við
valið
hesaferð.
Teir báðir smærru flokk-
arnir,
Miðflokkurin
og
Sjálvstýrisflokkurin, fingu
ikki nógv í veljarakanning-
unum fyri valið, og valúrsl-
itið gav teimum heldur ikki
tær nógvu atkvøðurnar.
Miðflokkurin
gjørdist
størri av teimum báðu
smærru. Endaúrslitið má
mestir geva teimum ovar-
liga í Sjálvstýrisflokkinum
nakað at hugsa um.
Løgtingsvalið
Fólkatingsval og løgtings-
val eru hvør sítt - so er tað
sagt. Um vit nú hyggja eitt
sindur eftir teimum helling-
um, sum eru at hóma í val-
úrslitinum, so sæst, at eina-
mest Sambandslflokkurin
hevur gjørt risa framstig á
fleiri valstøðum, har tað
vanliga ikki plagar at liggja
so væl fyri hjá flokkinum.
Eitt nú í Fuglafirði og í
Vági var Sambandsflokkur-
in beint við at vera størstur
flokkur, og har hevur fyrr
gingið illa hjá Sambands-
flokkinum – í øllum førum
í seinastu valini. Eisini
aðrar gamlar »sambands-
bygdir«, eitt nú Vestmanna
góvu Sambandsflokkinum
rættiliga nógvar atkvøður.
Tað, sum kanska er mest
áhugavert, er úrslitið í Vág-
oynni. Úrslitið sigur okk-
um, at eftir at nógvar sam-
bandsatkvøður
fóru
til
Sjálvstýrisflokkin seinast,
so komu tær so ruddiliga
aftur, og Sambandsflokkur-
in hevði tvær ferðir so
nógvar atkvøður sum tann
næsti á listanum, og hetta
gevur tveir tingmenn til eitt
løgtingsval.
Polarisering
Mest nýtta orðið til hetta
valstríðið, uttan nakran
líka, hevur verið polariser-
ing. Sambært teimum kønu
og minnu kønu, so skyldast
úrsltið av valinum týsdagin,
at føroyski veljaraskarin er
tvíbýttur yvir teir báðar
polarnar á lodrætta ásanum
í føroyskum politikki.
Samstundis sum bæði
Tjóðveldis- og Sambands-
flokkurin hava nýtt gott av
hesum, so hava Javnaðar-
og Fólkaflokkurin dúgliga
roynt at selja seg sum
flokkar í miðjuni, men skal
mann trúgva tí, sum er sagt,
so hevur hetta ikki eydnast.
Tølini tala fyri Sambandsflokkinum
Sambandsflokkurin gjørdist stóri vinnarin á fólkatingsvalinum týsdagin. Flokkurin stillaði heili
26 valevni upp, og hetta gav úrslit. Floksformaðurin, Lisbeth L. Petersen, fekk sjálv 2286 atkvøður
Mynd: Jens Kristian Vang
Ongantíð áður
hava tað verið
so nógv fólk og
valt til eitt
fólkatingsval
sum týsdagin
Mynd:
Álvur Haraldsen
4
Nr. 226 - 22. november 2001
Nr. 226 - 22. november 2001
5
Men eftir eitt sann-
førandi úrslit á fólka-
tingsvalinum, er
ongin ivi um, at
Johan Dahl í Porkeri
eisini verður biðin
um at stilla upp til
løgtingsvalið, sum
verður longu í vár.
FÓLKATINGSVALIÐ
Áki Bertholdsen
Sambandsflokkurin í Suð-
uroy hevur fingið ein
nýggjan profil.
Líka til týskvøldið, var
Johan Dahl í Porkeri eitt
púra óskrivað blað í før-
oyskum politikki.
Men eftir fólkatingsvalið,
er tað púra greitt, at nú
stendur tað til hann sjálvan
at gera av, um hann eisini
skal stilla upp til løgtings-
tingsvalið,
sum
verður
longu í vár. Og tað er
somuleiðis púra greitt, at
stillar hann upp, er tað alt
sum bendir á, at hann eisini
verður løgtingsmaður tað
næsta valskeiðið.
Tá ið atkvøðurnar vórðu
taldar upp, lógu ikki færri
enn 169 atkvøður í tí per-
sónligu rúgvuni hjá Johan
Dahl.
Tað ger hann til nummar
fimm hjá sambandsflokk-
inum í øllum landinum.
Bara
Lisbeth
Petersen,
Alfred
Olsen,
Edmund
Joensen og Marjus Dam,
fingu fleiri atkvøður enn
hann.
Tað gevur honum eisini
hálva triðju ferðir so nógvar
atkvøður borgarstjórin á
Tvøroyri, Finnleif Gutte-
sen, sum hevur verið upp-
stillaður fleiri ferðir, fekk.
Og tað gevur honum næst-
an sjey ferðir so nógvar
atkvøður,
sum
Jákup
Joensen í Lopra, sum sat á
tingi fyri sambandsflokkin
frá 1994- 1998, og sum
annars eisini hevur verið
uppstillaður nakrar ferðir,
fekk
– Tað er heilt vist, at hetta
er nógv meiri, enn eg hevði
væntað. Eg havi ongantíð
verið uppi í politikki áður
og eg havi ongantíð havt
við politikk at gera. Tí eri
eg ómetaliga væl nøgdur
við at fáa eitt so gott úrslit.
Men yvirhøvur fekk eis-
ini
sambandsflokkurin
nógv meiri, enn hann hevði
væntað.
Hann sigur, at sam-
bandsflokkurin gekk fram
allastaðni
og
eisini
í
Suðuroy, fekk hann hesu-
ferð 300 atkvøður fleiri enn
seinast.
– Sambandsflokkurin er
nú størsti flokkur í land-
inum. Var løgtingsval nú,
hevði hann kunna skipa
samgongu saman við javn-
aðarflokkinum einsamøll-
um.
Johan Dahl sigur, at nú
hevur fólkið talað.
Tað, sum fólkið ikki
slapp at siga í mei, tá ið
fólkaatkvøðan varð avlýst,
hevur
fólkið
sagt
nú,
nevniliga kortanei til full-
veldisætlanina.
Johan Dahl heldur, at
sambandsflokkurin hevur
fingið nógvar atkvøður frá
fólkaflokkinum, sum hava
verið misnøgdir við støðu-
loysi hjá fólkaflokkinum í
fullveldismálinum,
har
vongurin hjá Óla Breck-
mann hevur hálað ein veg
ímóti fullveldisgongdini og
vongurin hjá Anfinni Kalls-
berg hevur hála øvugtan
veg, ímóti fullveldi, sum
hann málber seg.
Ikki ætlanin
Johan Dahl sigur, at hann
hevur ongantíð ætlað at
stilla upp til væl. Men tá ið
heitt varð á hann um at
stilla upp til fólkatings-
valið, játtaði hann.
At hann stillaði upp fyri
sambandsflokkin, tá ið tað
endiliga skuldi vera, tað var
ikki óvæntað, tí hann sigur,
at hann hevur verið sam-
bandsmaður allar sínar
dagar.
– Tá ið eg játtaði at stilla
upp, var tað av fleiri or-
søkum. Eg vildi fegin
sleppa sambandsflokkinum
undan teirri misvísandi
mytuni, at tað er einki uttan
ein flokkur, av gomlum,
konservativum monnum.
Fólkaflokkurin skal heldur
ikki hava patent upp á
vinnulívið, tí sambands-
flokkurin er ein frælslyntur
og modernaður flokkur,
sum hevur ein politikk, sum
avgjørt gagnar vinnulív-
inum og sostatt samfelag-
num sum heild.
Men hann heldur eisini,
at tað hevur ómetaligan
týdning at øll gera tað, tey
kunnu at vísa á, hvussu
vandamikil
fullveldis-
gongdin er.
– Tað hevur alstóran
týdning at vit varðveita
ríkisfelagsskapin, tí hann
gevur okkum nógvar fyri-
munir, bæði sosialar, út-
búgvingarligar, men eisini
vinnuliga eru møguleikar í
ríkisfelagsskapinum, sum
vit brúka ov lítið, eitt nú
vinnuframaskipanir og al-
ternativir íløgu- og fígging-
armøguleikar, umframt at
so fáa vit vit brúkt eina
uttanríkistænastu, sum vit
annars ikki hava atgongd
til.
Roknar við tí
Johan Dahl sigur, at eftir
fólkatingsvalið, er ongin ivi
um, at hann fer allarhelst at
taka av, verður heitt á hann
um at stilla upp til løg-
tingsvalið eisini.
– Hetta er ikki ein
spurningur eg havi hugsað
um áðrenn, men eftir góða
úrslitið týsdagin, hevði eg
helst tikið av.
Men fái eg eina áheitan,
fari eg sjálvsagt at ráðføra
meg við húski og næstr-
ingarnir, tí tann avgerðin er
so stór, at hana kann eg ikki
taka einsamallur.
Johan Dahl er eisini
vinnulívsmaður við nógv-
um virksemi í Vági og skal
hann stilla upp til løg-
tingsval, verður tað eisini
ein spurningur um rað-
festing.
– Eg royni at gera mítt
besta hvønn dag í tí virk-
semi, vit hava í Vági. Og
endi eg uppi í politikki, vil
eg eisini fegin gera mítt
besta har. Spurningurin er
so, hvussu tað kann sam-
einast og tað ber hvørki til
at ríða á tveimum hestum
ella at tæna fleiri harrum,
sigur Johan Dahl.
– Annars vil eg fegin
takka teimum, sum stuðl-
aðu sambandsflokkin og
meg persónliga á fólka-
tingsvalinum,
Vónandi
verða teir misnøgdu fólka-
floksveljararnir, sum hesu-
ferð vístu okkum álit, ver-
andi í sambandsflokkinum,
sigur Johan Dahl.
Nú skal eitt hol
typpast í skattalógini,
sum higartil hevur
givið vinnulívs-
monnum møguleikan
at stinga stórar
upphæddir í lumman,
skattafrítt
SPEKULATIÓN
Áki Bertholdsen
Nú er aftur eitt hol typt í
skattalógini.
Tað er eitt hol, sum hig-
artil hevur givið vinnu-
lívsmonnum møguleika til
at stinga stórar upphæddir í
lumman, púra skattafrítt.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, hevur lagt uppskot fyri
tingið um at broyta vinnu-
skattalógina.
Hetta er ein lóg, sum
hevur til endamáls at
tryggja, at skattur altíð
verður latin av tí vinningi,
sum vinnulívsfólk hava.
Sum er, ber tað nevniliga
í ávísum førum til at stinga
stórar, skattafríar upphædd-
ir í lumman, men hetta skal
nú forðast.
Tað er, tá ið partabrøv
verða seld, at tað í ávísum
førum ber til at stinga allan
vinningin í lumman, skatta-
frítt
– Tá ið ein vinnulívs-
maður hevur átt eitt parta-
bræv í 10 ár, ber kann hann
selja tað og stinga vinn-
ingin í lumman, skattafrítt,
sigur Karsten Hansen
Hesin
møguleikin
er
brúktur fleiri ferðir, eitt nú
tá ið skip verða seld.
Eigarar, sum hava átt skip
í meiri enn 10 ár, hava
higartil kunnað selt parta-
felagið við skipinum og
fingið vinningin í lumman
skattafrían.
Dømi eru um skip, sum
fyri meiri enn 10 árum síð-
ani, vórðu keypt fyri nakrar
hundrað túsund krónur. Nú
er alt partafelagið, við skipi
og fiskiloyvi selt aftur fyri
fleiri milliónir.
Men vinnulívsmaðurin,
sum seldi, kundi stinga
allan vinningin uppá fleiri
milliónir í lumman, uttan at
betala eitt oyra í skatti.
Er fyritøkan trý ára gom-
ul, verða 25% goldin í
skatti av vinninginum.
Eftir uppskotinum, sum
nú er lagt fyri tingið, skulu
35% altíð latast í skatti av tí
vinningi ein hevur.
– So leingi peningurin er
í fyritøkuni, verður hann
viðfarin, sum higartil. Men
í somu løtu, hann pening-
urin verður tikin úr fyri-
tøkuni í egnan lumma, skal
hann skattast og so ger tað
tað sama, hvussu gomul
fyritøkan er, sigur Karsten
Hansen.
– Tað verður sami skattur
av vinninginum frá fyrsta
degi til tann síðsta.
Kunnu saktans
spekulera
Hann sigur, at hann hevur
als onki ímóti, at fólk
spekulera í pengum.
– Men so skal tað
spekulerast í at vinna pen-
ing. Meiri vinning, vinnu-
lívið gevur, betri er tað fyri
samfelagið og landskassan.
–
Tey, sum hinvegin
spekulera í skattalógini,
spekulera í veruleikanum
við pengum hjá øðrum og
tað er hetta, vit nú hava
steðgað.
Karsten Hansen ivast ikki
í, at vinnulívið fer sum
heild at taka væl undir við
hesum, tí allarflestu vinnu-
lívsmenn arbeiða í fullum
álvara, men tað eru altíð
nakrir fáir, sum liva av at
misbrúka skattalógina og
tær skipanir, sum eru, og
tað er hesum misbrúkinum,
vit steðga nú.
Og fyri at forða skatta-
spekulatión í evstu løtu,
áðrenn lógin verður kunn-
gjørd, stendur í lógini, at
hon kemur í gildi frá tí
degi, hon er løgd fyri
tingið, og tasð varð hon
fríggjadagin.
Hetta hevði
eg ikki væntað
Endi eg uppi í politikki, vil eg fegin gera mítt besta. Men tað
verður ein spurningur um raðfesting og tað ber hvørki til at
ríða á tveimum hestum ella at tæna fleiri harrum, sigur nýggi
profilurin hjá sambandsflokkinum í Suðuroy, Johan Dahl
Sleppa ikki longur undan at betala skatt
Fríggjadagin legði Karsten Hansen, landsstýrismaður uppskot
fyri tingið, sum typpir eitt stórt hol í skattalógini sum hevur
gjørt tað møguligt hjá vinnulívsfólkum at sleppa undan at
betala skatt í fleiri førum
C
M
Y
K
5
4