Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Óli Breckmann fegnast um, at fólkatingsvalið ikki var nøkur fólka- atkvøða um fullveldispolitikkin hjá samgonguni. Tí so hevði staðið illa til, heldur hann FÓLKATINGSVAL Edvard Joensen Óli Breckmann, fyrrver- andi fólkatingsmaður, sig- ur, at tað var gott, at valið týsdagin ikki var ein fólka- atkvøða um fullveldispoli- tikkin hjá samgonguni. Hann gleðist um, at ætlaða fólkaatkvøðan í mai varð avlýst.Tí hevði hon verið hildin, er fryktandi fyri, at hon hevði víst eitt líknandi úrslit sum hetta valið, og so hevði alt steðg- að upp, og einki meira hevði hent á fullveldisleið nakrantíð, væntar hann. Tað var prísurin fyri ábyrgd og slit, sum gjørdi, at fólkafloksmaðurin ikki varð afturvaldur á Fólka- ting, sigur Óli Breckmann, sum fall eftir at hava sitið 18 ár á Fólkatingi. Hann ásannar, at fólka- tingsvalið ikki gjørdist tann álitisváttan, sum hann bað veljaran um undan valin- um. Serliga førdi hann fram, at føroyingar áttu at geva Anfinni Kallsberg, løgmanni, eina álitisváttan við at atkvøða fyri Fólka- flokkinum og á tann hátt vísa sítt takksemi fyri tað megnar arbeiði, løgmaður hevur gjørt heima í Føroy- um. Men tann álitisváttanin kom ikki. Heldur gekk tað soleiðis, at samgongan misti meirilutan. Serliga gekk tað út yvir tann lítla samgonguflokkin, Sjálv- stýrisflokkin, sum var fyri eini rættiligari vanlukku, sigur Óli Breckmann. Ásannandi at ábyrgd slítir, metir Óli Breckmann kortini, at løgmaður fekk eitt gott persónligt úrslit. Eisini havandi í huga, at Fólkaflokkurin vanliga metir Óla Breckmann sum høvuðsvalevnið á einum fólkatingsvali, sigur hann. Óli Breckmann hevur hug at rógva fram undir, at tað er ikki skilagott at halda fram við fullveldispolitikki Tjóðveldisfloksins, um nakað skal náast á sjálv- bjargnisleið. Heldur eigur at verða arbeitt fram í móti semjum eftir Heimastýris- lógini, sigur hann, sam- stundis sum hann vísir á og fegnast um, at samgongan hóast alt hevur flutt Føroyar ein triðing nærri sjálvs- avgerðarrætti við at minka blokkin við hesum sama triðingi. Hóast hann heldur, at løgmaður gjørdi eitt bragd, tá hann vendi frá fullveld- isleistinum aftur til Heima- stýrislógina, sigur Óli Breckmann seg ikki fríggja til heimastýrisflokkarnar eftir samstarvi eftir eitt komandi løgtingsval. Tí teir vóru sera hart í móti tí niðurskurði av blokkinum, sum samgongan framdi, tá Tjóðveldisflokkurin var komin upp á pláss aftur, sum hann tekur til. Hóast hann ikki er fólka- tingsmðaur meira, fer Óli Breckmann ikki at fáa tíð at keða seg, sigur hann. Hann sigur seg sjálvan vera ein tann mest politiska skapn- ingin, hann veit um. Politikkur er bæði arbeiði og ítriv hjá sær, sigur hann. Og líka mikið um hann hevur ein ella tveir sessir at røkja, fer tíðin ikki at røkka til kortini, sigur Óli Breck- mann, sum nú fer at gera seg út til løgtingsvalið, har hann ætlar at selppa at stilla upp í Suðurstreymoy, sum er hansara valdømi. Gott at eingin fólkaatkvøða var Óli Breckmann fegnast um, at fólkaatkvøðan, sum ætlandi skuldi vera í mai, varð av ongum, tí hevði hon víst smaa úrslit sum fókatingsvalið, hevði hon verið ein vanlukka fyri politikkin hjá samgonguni, heldur hann Mynd: Jens Kristian Vang Formaður Tjóð- veldisfloksin heldur fólkatingavalið vera eitt løgið val, tí Sambandsflokkurin móti øllum veljara- kanningum gjørdist størsti flokkur FÓLKATINGSVAL Edvard Joensen Hóast hann alla tíðina ivaðist í veljarakanning- unum, heldur Høgni Hoy- dal, formaður í Tjóð- veldisflokkinum, at úrslitið var løgið. Hann hevði ikki væntað Sambandsflokk- inum ta undirtøku, flokk- urin fekk. Hann sigur, at hann sá beinanveg, tá tey fyrstu úrslitini komu, at veljara- kanningarnar fóru ikki at halda. Tær søgdu allar, at Tjóðveldisflokkurin fór at verða nógv størsti flokkur. Men tað gjørdist aftur í móti sera stórur spennignur um, hvørt flokkurin yvir- høvur fór at fáa mannin, so hvørt sum úrlsit og for- sagnir komu inn, sigur Høgni Hoydal. Tað gjørdist til allarsein- ast Havnin einsamøll, sum gjørdi av, at Tjóðveldis- flokkurin fekk mannin í kapping við Javnaðarflokk- in, vísir hann á. Hann metir, at tað, at Tjóðveldisflokkurin er sterkur í Havn, bendir á, at talan er um eina polariser- ing, tí eisini Sambands- flokkurin var sterkur í Havn til fólkatingsvalið. Hinvegin heldur Tjóð- veldisflokkurin støðuna í Havn síðan løgtingsvalið, vísir Høgni Hoydal á. Høgni Hoydal takkar øll- um, sum hava styðja Tjóð- veldisflokkin og hann sjálvan persónliga. Hann fer nú á fyrsta fundin hjá Fólkatinginum at halda eina røðu. Um løgmaður ikki sigur nei, tekur hann aftur í aftur. Síðan ætlar hann at lata sessin til næst mann á Tjóðveldislistanum, sum er Torbjørn Jacobsen. Tað hevur hann altíð ætlað, sigur hann, tí arbeiðs- byrðan í landsstýrinum er so mikið stór, at tað ber ikki til at røkja bæði størvini samstundis, sigur Høgni Hoydal. Síðan velst alt um, hvussu verður eftir næsta løgtingsval, um hann tá verður landsstýrismaður ella ikki. Verður hann ikki tað, fer hann at taka fólka- tingssessin aftur og røkja hann, til valskeiðið er úti. Tað er ikki undir trýsti frá løgmanni, at hann fer at lata fólkstingssessin frá sær, sigur Høgni Hoydal. Tá hann í Sosialinum her- fyri varð endurgivini fyri at siga, at hann kanska fór at røkja bæði størvini, sum landsstýrismaður og fólka- tingsmaður, man tað hava verið tí, at hann ikki hevur verið nóg greiður í sínum úttalilsum, sigur hann. Hann vil millum annað nýta fólkatingssessin til at fáa føroyingum rættin til at vera tjóð, rættin til tjóðar- mál og ognarrættin til undirgrundina, sigur hann. – Tí tá tað er loyst, merkir tað, at vit hava rættin í Før- oyum til javnbjóðis sam- ráðingar, og at Danmark ikki kann brúka tað bú- skaparliga trýstið, sum hevur verið. Hann heldur annars, at tað verður ein sera spenn- andi tíð at vera fólkatings- maður, nú, oljan er funnin undir Føroyum, tí tað fer at kollvelta øllum føroyskum politikki, sigur hann. Eitt løgið val Høgni Hoydal fer at brúka fólkatingsessin til at fáa Føroyum avgerðarættin til undirgrundina, tjóðarmál og rættin til at vera tjóð Mynd: Jens Kristian Vang 6 Nr. 226 - 22. november 2001 Nr. 226 - 22. november 2001 7 Lisbeth L. Petersen, formaður í Sambandsflokkinum er serliga glað fyri, at fyrsta val hennara sum flokksformaður gjørdist ein stórsigur til Sambandsflokkin. Men hon er sam- stundis ovfarin av úrslitinum, sum hon ikki hevði roknað við FÓLKATINGSVALIÐ Edvard Joensen Tað er fólkahugsanin í Før- oyum í løtuni, sum hevur givið Sambandsflokkinum tað góða valúrslitið, sum hann fekk, heldur for- maðurin. Fullveldistankin hevur ikki ta undirtøku, sum samgongan hevur hug at føra fram, sigur Lisbeth L. Petersen, formaður í Sambandsflokkinum, sum var fyrst valda fólka- tingsumboð føroyingar á valinum týsdagin. – Eg havi følt eina stóra ábyrgd, nú eg fyri fyrstu ferð havi verið úti í einum valstríði og vali sum floks- formaður, sigur hon. Og eg eri øgiliga stolt av, at tað gekk so væl fyrstu ferð. Lisbeth L. Petersen sigur, at tað eftir hennara tykki er tað breiða valstríðið, Sam- bandsflokkurin hevur ført, sum hevur givið úrslit. Hóast hon er formaður, er tað ikki hon, sum hevur verið førd fram sum tað stóra savnandi valevnið, toppkandidaturin, hjá flokkinum. Heldur hevur ein breiður politikkur verið kunngjørdur, sigur Lisbeth L. Petersen. Heldur ikki hevur Sam- bandsflokkurin verið tann, sum hevur rópt hart og veipað nógv undir valstríð- num, men heldur skilagott sagt frá sínum sjónarmið- um. Og tað metir hon avgjørt, at fólk hava lagt merki til og tikið til sín. Lisbeth L. Petersen var so ovfarin av úrlitinum valkvøldið, at hon hevði líkasum ikki gjørt sær greitt, hvat hon nú fer at gera. – Eg má fyrst fara heim at sova upp á hetta her, og síðan gera mær greitt, hvat eg fari at gera á Fólkatingi, var svarið, Sosialurin fekk upp á spurningin, beint eftir, at valúrslitið var komið týskvøldið. Lisbeth er ovfarin og glað Lisbeth L. Petersen er glað og ovfarin av valúrslitinum, sum hon heldur vera úrlsit av breiða valupplegginum hjá Sambandsflokkinum Mynd: Jens Kristian Vang Polariseringin, sum Javnaðarflokkurin ávaraði í móti undan fólkatingsvalinum er nú veruleiki. Og tað fer at merkja, at einki fer at henda í spurninginum um sjálvsavgerðarrætt Føroya, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum FÓLKATINGSVAL Edvard Joensen Tað, sum Javnaðarflokk- urin hevur óttast fyri, er nú vorðið veruleiki, sigur Jóannes Eidesgaard um valúrslitið týskvøldið. Po- lariseringin í føroyskum politikki fer at gera, at allar royndir um at fáa nakra semju millum Føroyar og Danmark steðga upp, tí danir fara ikki at finna út av, hvat føroyingar vilja. – Vit fara at fáa eina buldrandi loysingarrødd, sum fer at tosa hart um føroysku republikkina, og eina spaka sambandsrødd, sum ikki vil hava nakað at henda, at umboða okkum á Fólkatingi. Tað fer at virka frustrerandi upp á danskar politikarar og danir sum heild, sum fara at standa spyrjandi yvir fyri, hvat føroyingar vilja, sigur Jó- annes Eidesgaard, formað- ur Javnaðarfloksins, í við- merking til valúrslitið. Polarisering Polariseringin, sum hend er, fer at neutralisera fólka- tingsarbeiðið hjá føroy- ingum. Tjóðveldisflokkurin er so víðgongdur í sínum krøvum, at eingin fer at fylgja honum, meðan Sam- bandsflokkurin trívist best við, at einki skal broytast. Og tí fer heldur eingin at taka undir við, sigur Jó- annes Eidesgaard . Hvørgin flokkurin, sum umboðaður er á Fólkatingi er førur fyri at fá ein enda í spurning- inum um støðu Føroya í ella uttan fyri ríkisfelags- skapin, sigur hann. Javnaðarflokkurin hevði gott val kring landið, vísir Jóannes Eidesgaard á. Hann hevði vónir um aft- urval, líka til bara Havnin manglaði. Tá fór hann at ivast. Javnaðarflokkurin hevur altíð havt trupult við at vinna Havnina, og soleiðis var eisini hesaferð. Men hann vísir samstundis á, at Javnaðarflokkurin avgjørt ikki hevði nakað ringt val í Havn kortini. Í Havn fór Tjóðveldis- flokkurin fram um, og tað heldur Jóannes Eidesgaard vera tí, at tað er í Havn, at fullveldisrómurin er mest miðsavnaður. Hóast hann harmast um at vera fallin á Fólkatings- valinum, fegnast hann um ta øgiliga stóru persónligu undirtøkuna, hann fekk, og takkar egna og floksins vegna fyri stuðulin. Flokk- urin fekk væl fleiri at- kvøður enn til seinasta val, tá hann fekk mannin. Men býtið fall øðrvísi hesaferð. Sambandsflokk- urin gjørdist tann stóri vinnarin og tók atkvøður frá Fólkaflokkinum, eins og hann át Sjálvstýris- flokkin allan sum hann var at kalla. Eisini er líkt til, at Tjóðveldisflokkurin hevur fingið atkvøður frá Fólka- flokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Framtíðin Nú er at lýta fram eftir og gera seg út til løgtingsvalið, sum fer at koma, sigur formaður Javnaðarfloksins. Hann hevur hug at venda aftur til seinastu veljara- kanningina, sum gjørd varð undan valinum. Hon segði, at Javnaðar- flokkurin fór ikki at røkka fólkatingssessinum hesa- ferð, og tað vísti seg so eisini at passa. Men tað, sum var meira áhugavert við tí kanningini, sigur Jóannes Eidesgaard, var at hon gjørdi Javnaðarflokkin til størsta flok, um eitt løgtingsval var nú. Tað leggur hann soleiðis út, at føroyingar vilja hava Javnaðarflokkin til at brúka sínar kreftir her heima á landi at fáa føroysk viður- skifti upp á pláss. Við hesum í huga verður nú við fullari farið undir fyrireikingarnar til løg- tingsvalið, sum ikki er so langt burtur. Nær tað verður útskrivað, dugir Jóanens Eidesgaard ikki at siga nakað um. Men tað kann verða nær sum helst, heldur hann. Ikki tí at løgmaður vil. Tí tað vil hann helst ikki, nú Fólkalokkurin ikki fekk ta álitisváttanina, dyrgt varð eftir upp undir fólkatings- valið. Men heldur tí, at stevið í samgonguni hevur verið so vánaligt í sein- astuni. Jóannes Eidesgaard vísir á, at konfrontatiónirnar undir valstríðnum hava verið millum báðar teir stóru samgonguflokkarnar, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, og tað aknn so gera, at arbeiðslagið ikki ber eina samgongu fram til apríl mánaða, tá val annars skal vera. Nú fer einki at henda Veljarin hevur greitt boðað frá, at tað er heima í Føroyum, at Javnaðarflokkurin skal brúka sínar kreftir, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum. Hann fekk nógv flestar persónliga atkvøður á fólkatingsvalinum. Tað tekur hann sum eina álistisváttan, ið hann takkar fyri og metir seg avgjørt ikki sum tapara, hóast hann ikki varð afturvaldur á Fólkating Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6