Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 • 2. oktober 2009 Vikuskifti 22 ”Tað er ein skandala, hvussu ókendar Føroyar eru,” sigur Paul avgjørdur og heldur fram: ”Eg visti stórt sæð einki um Føroyar, áðrenn eg kom, men hetta hevur verið ein heilt ótrúliga góður túrur í Føroyum. Føroyar eru veruliga ein fjaldur dýrgripur í Atlantshavinum.” Ein veruligur ævintýrari Paul er 41 ára gamal og hevur júst keypt sær hús í Oslo, har hann eisini er uppvaksin. Paul hevur tó ikki nakra vanliga tilveru. Hann brúkar nevniliga meginpartin av tíðini hjá sær at ferðast og at uppliva heimin – á súklu og kajakk. ”Síðan eg var 19 ára gamal, havi eg ikki havt nakra fasta og trygga inntøkukeldu. Hesi 22 árini havi eg útvegað mær pening við at halda fyrilestrar, selja bøkur og dokumentfilmar, og ikki minst havi eg havt góðar stuðlar,” sigur Paul, men er skjótur at skoyta uppí: ”Men eg havi ikki tørv á so nógvum peningi, tí mínar útreiðslur eru sera avmarkaðar. Mann finnur ikki ein bíligari máta at ferðast uppá enn júst hesin.” Spurdur um ein serliga minnisverdan túr svarar Paul: ”Um eg skal nevna ein túr, sum eg seint fari at gloyma, so er tað, tá eg súkklaði allan vegin frá Eldlandi - sunnasta staðið í Suðuramerika - og heilt norð til Alaska. Hetta vóru yvir 30.000 kilometrar og tók tað mær 22 mánaðir,” sigur Paul á ein tílíkan hátt, at ein fær kensluna av, at talan bert er um ein súkklutúr runt Havnina. ”Hasin túrurin er tó ikki tann drúgvasti, sum eg havi verið á. Tað var, tá eg róði við kajakk frá Oslo til Grikkalands, tók bátin yvirum til Cairo og súkklaði so heimaftur til Oslo. Eg róði alla tíðina framvið landi og fór uppá land, tá eg skuldi sova. Tann túrurin tók mær tvey og eitt hálvt ár,” sigur Paul. ”Hóast mín lívsstílur tykist ógvuliga harður fyri tey flestu, so leggi eg stóra herðslu á at hava tað gott. Mær dámar als ikki at hava tað ringt ella at skulla kenna meg illa. Føli eg, at pína byrjar at gera um seg, so slappi eg av beinanvegin,” sigur Paul. Einsemi er eitt vælsignilsi Er tað nakað, sum Paul er sera vanur við, so er tað einsemi. Men tað er ikki nakað, sum hann roynir at sleppa undan ella óttast. ”Fólk í dag eru sera bangin fyri at vera einsamøll. Satt at siga taki eg veruliga synd í teimum. Allir teir mongu tímarnir, sum eg havi fyri meg sjálvan, tá eg ferðist einsamallur, nýti eg sum eginterapi, har eg veruliga fái fordjúpað meg í mínum egnu tonkum,” sigur Paul. ”Tað skal tó ikki misskiljast. Eg elski at koma í samband við fólki á staðnum, har eg ferðist. Í roynd og veru síggi eg tað sum tað týdningarmiklasta at koma í samband við áhugaverd fólk, tí tá fái eg góðar og áhugaverdar nattúruupplivingar. Tað er ein Norskur ævintýrari í Føroyum: Mundi druknað Í tveir og ein hálvan mánað var norski ævintýrarin Paul Olai í Føroyum í summar. Tey síðstu tjúgu árini hevur Paul á súkklu og kajakk og við kamera í hond ferðast um allan heimin, og nú vóru tað Føroyar, ið stóðu fyri skotum. Les her um sera dramatisku og spennandi upplivingarnar hjá Paul í Føroyum Aktionturisma Óla Jákup Jacobsen Esbern í Eyðansstovu, bóndin úti í Mykinesi, sum Paul hevði nógv samband við Paul Olai róði tvørtur ígjøgnum Mykines