fríggjadagur 2. oktober 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 • 2. oktober 2009
Vikuskifti 23
fyrimunur, at ein kann bæði vera
saman við og at vera uttan fólk.”
Fyrstur nakrantíð
gjøgnum Mykines
Upprunaliga skuldi Paul einans
vera í Føroyum í ein mánað. Men
tá hann sá, hvussu nógv tað er at
uppliva í Føroyum, valdi hann at
útseta fráferðina, so hann kom
at vera í Føroyum í tveir og ein
hálvan mánað í staðin.
”Føroyar eru eitt satt paradís
fyri ævintýrarar. Tá eg fari úr
Føroyum aftur, hækka mínir
møguleikar at blíva 42 ár,” sigur
Paul skemtandi og sipar til, at
hann meira enn einaferð hevur
verið í stórum vanda í Føroyum.
”Orsøkin, at eg so ofta eri í
lívsvanda, er, at eg altíð fari eitt
stig longur, enn ráðiligt er. Eitt
nú tá eg skuldi taka myndir av
lundunum í Mykines, fór eg heilt
ytst út á eggina fyri at fáa eina
góða mynd.”
Júst Mykines er serstakliga
minnisvert pláss fyri Paul.
”Mín besta uppliving í Føroy
um er Mykines. Eg havi verið
í Mykines heilar fýra ferðir.
Har er so vakurt og áhugavert,
at tað er allar vitjaninar vert.
Eg varð heilt skelkaður, tá eg
hoyrdi, at meginparturin av
føroyingum ongantíð hevur verið
úti í Mykinesi. Teir burdu skamma
seg,” sigur Paul og ristir við
høvdinum.
”Fyrstu ferð eg fór út til
Mykinesar, fór eg við kajakkini.
Túrurin gekk væl, hóast hann
mátti planleggjast væl við atliti
til kyrrindir og streym. Men tá eg
kom út til Mykinesar og sá ta lítlu
og veðurútsettu havnina, segði
eg í filmstólið, at tað nokk verður
torførari at koma úr Mykinesi
enn til Mykinesar,” sigur Paul
skemtandi.
Millum Mykines og Mykines
hólm er ein grotta, sum fer allan
vegin tvørtur ígjøgnum oynna.
Staddur við grottumunnan
hómast eitt lítið ljós í hinum
endanum. Men eingin hevur
nakrantíð hættað sær at fara
gjøgnum hesa grottu.
”Eg helt hesa grottuna ljóða
í so ótrúliga, at eg mátti sjálvur
fara at hyggja eftir henni. Eg
byrji við at rógva heilt tætt at
munnanum. Grottan sær heilt
vanllig út, til eg komi heilt tætt.
Tá síggi eg við mínum egnu
eygum, at ljós er fyri endan.
Eg rógvi eitt lítið sindur inn í
grottuna, men gloymi at taka
hædd fyri, at har er streymur.
Alt í einum fær streymurin fatur
á mær og byrjar at draga meg
inn í grottuna. Eg skilji, at tað
ikki nyttar mær nakað at royna
at rógva ímóti, so eg kann ikki
gera annað enn at lata streymin
taka meg. Hjartað bankar títtari
og títtari, tí alla tíðina liggur tað
í mínum tonkum, at eingin hevur
nakrantíð verið gjøgnum grottuna
fyrr. Umleið hundrað metrar inni
byrji eg at merkja, at veggirnar
smalkast, og tað er ikki stórt
meir enn ein manshædd til loftið.
Adrenalinið pumpar øgiligt í
kroppinum hesa løtuna, tá grottan
her ikki er nógv meir enn hálvan
metur breið. Óneyðugt at siga
nýti eg alla orku og konsentratión
uppá at halda meg burtur frá
veggjunum, so kajakkin ikki skal
fara í sor.
Komin longur inn verður tað
bølmyrkt, og nú sikti eg bara eftir
ljósinum, sum einans speglast
í bylgjunum. Brádliga byrjar at
breiðkast aftur, kanska einar fýra
metrar, og eg byrji at trúgva uppá,
at tað ber til. Eftir trý hundrað
metrar gjøgnum oynna ella
hólman, nærkist eg hinari síðuni.
Satt at siga var størsta stúranin,
um eg fekk alt upp á film,” greiðir
Paul frá á ein slíkan lívligan og
dramatiskan hátt, at ein fær
kensluna av at sjálvur at vera har.
Í havsneyð í
Norðoyggjum
Dramatiski túrurin gjøgnum
Mykines er ikki tann einasti, sum
Paul hevur verið út fyri í Føroyum.
Nakrar dagar eftir hendan
túrin fór Paul til Hvannasunds,
har hann skuldi rógva kajakk
norðanfyri. Har kundi alt eisini
lættliga fingið ein bráan enda.
”Eg hevði hugt eftir veðurfor
søgnunum, og sambært teimum
skuldi tað vera gott veður og
góður streymur. Men sum eg
í Norðoyggjum
Grottan gjøgnum Mykines, ið Paul sum fyrstur nakrantíð róði ígjøgnum