Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 • 2. oktober 2009 Vikuskifti 24 rógvi úti, síggi eg, at hvørki vindur ella streymur eru, sum eg vænti. Eg helt hetta vera eitt sindur løgið, men helt á kortini. Tá eg einaferð umhugsi at venda við aftur, var tað ov seint, tí streymurin er frá landi, og tað nyttar mær einki at stríðast ímóti honum. Táið eg nærkist suðurendanum av Svínoy, vísir tað seg, at mjørki eisini kann gerast ein vandi í dag. Nú byrji eg veruliga at hugsa, hvussu eg skjótast og best kann koma í land aftur, og seti eg kós móti Klaksvík. Men hetta er ikki ein loysn, sum er betri enn næstbest, tí eg hervið skal fara tvørtur um ein øgiliga harðan fjørð, har aldurnar kunnu vera rættiliga ógvusligar. Knappliga sum úr ongum og uttan nakra ávarðing koma nakrar risaaldur og lyfta meg eina manshædd upp,” greið­ ir Paul frá á ein sera lívligan hátt. ”Nú er tað ikki aldur, sum eru størstu trupulleikarnir hjá einum kajakrógvara, men heldur er tað vindurin. Rørslurnar rundan um meg halda á í einum mynstri, sum ikki er til at forútsíggja, og eg byrji at hugsa, at her kann verða galin endi. Eg havi tó trygga frástøðu frá landi, men sýnið til oyggina fyri framman var sera avmarkað. Knappliga sum úrslit av tí óvæntaðu vindstyrkini verði eg koppaður. Har var einki at gera. Skakaður ”standi” eg á høvdinum undir sjógvi og uttan nakran sum helst møguleika at gera eina sokall­ aða grønlendaravending, sum er ein ávísur teknikkur, ið ein brúkar, tá ein er undir vatnskorpuni fyri at koma undan aftur. Eg skumpi meg úr kajakkini og skilji púrt einki sum hendir. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð eftir fleiri túsund kilometrar av kajakrógving, at eg eri koppaður. Men tað kundi vera líka mikið nú. Eg liggi í ísakalda sjógnum og baksist við at flyta og festa tey ymsu tingini í kajakkini øðrvísi. Avbjóðingin hjá mær nú er at koma aftur í kajakkina, sum sjálvsagt er full av sjógvi. Hesa støðuna havi eg ofta vant undir góðum umstøðum, men hetta er ikki heilt tað sama. Meðan aldurnar skola yvir meg, royni eg at finna tyngdarpunktið á kajakkini og taki so fyrst annan fótin innum, og haldi eg um árina nú, meðan hin fóturin so eisini kemur uppá pláss,” greiðir Paul frá. ”Eg klári í fyrsta umfari at stýra kajakkini, hóast hon er sera óstabil vegna allan sjógvin í henni. So hendir tað aftur! Áðrenn eg veit av, liggi eg aftur undir sjónum og byrji veruliga at fáa eina kenslu av djúpari desperatión. Ferð eftir ferð royni eg at koma í kajakkina aftur uttan úrslit, meðan veðrið leikar á við sama lag. Eg gerist eitt sindur mótfallin, men til síðst megni eg tað so. Nú ræður tað einans um at halda seg í kajakkini. Árarnar skulu fyrst og fremst nýtast til at halda javnvágina og harnæst at rógva við. Vindurin er nógvur undan, og streymurin hjálpir eisini væl til, men tað gongur sera seint framá,” sigur Paul. ”Eg royni at leita eftir eini grottu, har eg kann fáa lagt meg inn. Men tær flestu grottirnar venda móti havinum, og eru aldurnar sum oftast ógvusligari har enn á opnum havi. Sum eg fari framvið nøkrum skerum, eri eg eitt sindur nervøsur, tí koppi eg runt har, kann tað gerast lívshættisligt. Eitt sindur longri frammi finni eg so eina grottu vendandi móti fjørðinum. Uttan at vita, hvussu djúp hon er, leiti eg mær inn har, tí eg síggi mær ongan annan møguleika. Tað gongur, og eg fái tømt kajakkina við einum svampi. Í kajakkini eru einir 80­100 litrar av sjógvi, og tað er ótrúliga drúgt at fáa hana tømda. Endiliga havi eg fingið ræðið á kajakkini aftur, og fari eg sera fegin og lættaður úr grottini aftur, har eg einans møti nøkrum smáum aldum, sum ikki eru nær so hóttandi sum tær undanfarnu,” sigur Paul. ”Eg fái eyga á eina bygd inni í fjørðinum og byrji eg so stillisliga og róliga at rógva móti henni. Kensluna, tá eg langt um leingi fái sett føturnar á turt aftur, kann eg ikki siga frá . Vátur, kaldur, troyttur og útkoyrdur, men ógvuliga fegin yvir, at tað spældi væl av í síðsta enda,” sigur Paul stórsmílandi. Til konsert í Hattarvík Ikki allar upplivingarnar hjá Paul hava verið eins dramatiskar. Ein av teimum, sum Paul hevur verið glaðast fyri, var í Vestmanna. ”Túrin í Vestmanna gloymi eg ongantíð. Eg hevði hoyrt um ein bólk av kvinnum, sum ofta fara ein túr á bláman at svimja. Hetta helt eg ljóða sera spennandi, serliga tá eg nú eri ógiftur,” sigur Paul við einum smíli. ”Sjálvsagt var tað kalt at svimja, men tað bilti einki. Har vóru einar 20 kvinnur í so at siga øllum aldri, men eingir menn. Tá eg spurdi tær, hvar menninir vóru, søgdu tær, at teir hildu tað vera ov kalt. Tað er ikki so løgið, at her er undirskot av kvinnum í Føroyum, tá menninir lata ein tílíkan møguleika fara framvið borðinum,” sigur Paul flennandi. Paul dámar væl at koma í samband við mentanina á stað­ num, har hann er og ferðast. Tað fekk hann eisini møguleika til í Føroyum. ”Eg hevði eisini tann framí­ hjárætt at sleppa at ferðast við Kristian Black og hansara orkestri. Vit gjørdu ein túr til Fugloyar, har vit spældu í kirkjuni. Tað var ein sera góð konsert, men hetta var fyrstu ferð, at eg havi upplivað, at tað vóru fýra ferðir so nógv fólk, sum framførdu enn sum lýddu á,” sigur Paul. ”Tann føroyski maturin er heldur ikki at forsmáa. Eg elski at royna tann lokala matin, og eri eg ikki vónbrotin av tí føroyska. Tak eitt nú ræstan fisk, tað luktar av kirkjugarði, men smakkar himmalskt,” sigur Paul avgjørdur. Føroyingar eru smædnir Gløgt er gestsins eyga verður ofta tikið til. Paul hevur eisini sínar meiningar um føroyingar. ”Føroyingar eru als ikki so gest­ ablíðir, sum teir sjálvir ofta vilja vera við.” So bersøgin er Paul og heldur fram ”Á ólavsøku, um tú ert fremmandur og ikki kennir eina sál, hvussu nógv heldur tú koma at tosa við teg? Ikki ein tann einasti ein. Um ein ikki sjálvur tekur intiativ, so kemur ein at vera ógvuliga einsamur í Føroyum. Føroyingar eru rættiliga smædnir.” ”Men,” er Paul skjótur at skoyta uppí, ”tú finnir ikki blíðari fólk enn føroyingar. So skjótt sum ein sjálvur hevur tikið fyrsta stigið, so eru føroyingar sera hjálpsamir. Til dømis finnir tú ikki fleiri lond í heiminum, har tú kanst tumla og verða tikin uppí tann fyrsta bilin, sum koyrir framvið.. ”Ólavsøkuaftan vildi eg sleppa at taka eitt sindur av filmi av kappróðrinum. Eg valdi tí at spyrja Kringvarpið, um eg kundi sleppa við í teirra bát. Áðrenn eg var liðugur at tosa, høvdu tey longu givið mær loyvi,” sigur Paul. ”Skal eg tó koma við einum kritikki afturrat mótvegis føroy­ ingum, so er tað, at teir eru alt ov dovnir. Eitt vanligt gerandiskvøld sær man alt ov fá fólk til gongu í býnum. Eg havi varhugan av, at teir bara sita inni. Ein maður segði mær, at føroyingum dáma best at búgva so stutt frá arbeiðsplássinum, at tað ber til at fara til gongu, men kortini koyra hagar,” sigur Paul og ristir við høvdinum. Vildi síggja grindadráp Meðan Paul hevur verið í Føroy­ um, hevur hann upplivað nærum alla ta føroysku mentanina. Tó er tað eitt, sum Paul ynskti sera innaliga at uppliva, men sum tíverri ikki lat seg gera. ”Grindadráp. Eg eri so argur yvir, at eg ikki slapp at uppliva grindadráp. Eg vónaði og vónaði, at tað mátti henda, meðan eg var her, men hepnið var ikki við mær hesa ferð. Tað má so bíða inntil mína næstu ferð til Føroya,” sigur Paul at enda. Tey, sum hava hug til at fylgja við ferðunum hjá Paul, eru vælkomin at fara inn á heima­ síðu hansara, sum er www. paulsplanet.no, har hann á ein ógvuliga livandi og undirhaldandi hátt greiðir frá sínum ferðum og upplivingum bæði í orðum og myndum. Ein sera vøkur mynd av Koltri. Paul er ein sera góður myndamaður, og talar myndin fyri seg Ein av mongu túrunum hjá Paul í sínari kajak. Paul og Jóhan Laksáfoss tríva í ein sang. Jóhan er ein íðin kajakrógvari, og hevur hann hjálpt Paul nógv, meðan hann hevur verið í Føroyum.