Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 • 2. oktober 2009 Vikuskifti 25 Tað var kanska heldur minni av fólki, enn tað plagar til ferni­ seringina, nú Heystframsýningin á fimta sinni bjóðaði á gátt í Listahøllini í Havn. Og í staðin fyri at taka til ta slitnu fíggjar­ kreppuna sum frágreiðing, kundu vit gitt grundina at verið ta heilt einføldu, at summi mistóku seg og hildu hesa ársins týdningarmestu felagsframsýning lata upp leygardag, soleiðis sum hon gjørdi í fjør. Tí komu nógv fólk bæði leygardag og sunnudag. Nú eru altso longu fimm ár liðin, síðani fyrstu Heystfram­ sýningina, og hetta leggur upp til eitt slag av eini statusmeting. Ov nógv verk Tó at Heystframsýningin fyrst og fremst umboðar ta dygdargóðu og brakandi fesku føroysku sam­ tíðarlistina, skerst ikki burtur, at ov nógv verk eru við á ársins framsýning, og at summi av hesum 127 verkunum, tó at tey eru dagfest í ár, tykjast heldur íligin fyri ikki at siga visnað. Hetta er til dømis galdandi fyri gipshøvdini og summar av fram­ sýndu málningunum av hoyfólki, kyrrlutum og øðrum, sum tó at tey eru handverkliga í lagi, hava ein anakronistiskan dám, ið tykist ørkymlandi í mun til hini lutfalsliga nútíðarligu verkini á framsýningini. Stóra fjølbroytni kann bæði sigast at vera til fyrimuns og bága hjá Heystframsýningini, ið er spennandi, men minni homogen enn hini árini, møguliga orsakað av staðsetingini av teimum sera ymisku og mongu verkunum. Listatilgongd og hugsan eru eyðvitað ymisk hjá teimum framsýnandi lista­ fólkunum, sum forrestin eisini eru so mikið ymisk av aldri, at tað eru góð fjøruti ár millum elsta og yngsta luttakaran. Eftir framsýningarskránni at døma, var ætlanin ikki, at listamaðurin Olivur við Neyst skuldi luttaka á ársins framsýning, og kanska hevði tað verið betri at hildið fast í hesi avgerð, tí nýggju verkini náa ikki hansara eldri verkum til kníggja. Humor og vakurleiki Verkini hjá Hanna Bjartalíð skúma rætt og slætt av yvirskoti og humor. Hann hevur tvey av sínum smáu húsaskapilsum við og nakrar serstakar myndir, ið tykjast fagurfrøðiliga tilvitaðar og sum á ymsan hátt eru trídimensionellar, til dømis útskornar sum relieff og annað. Øll hesu feitu ár, meðan danir brúktu teirra frívirðið uppá ta figurativu, lættfatiligu ungu listina í Danmark, hevur Hansina Iversen, ið er búsitandi í Keyp­ mannahavn hildið fast í sínum egna avbrigdi av nonfiguratión. Hon heldur uppá sítt Hansina, men hetta merkir ikki, at hon ikki mennist. Myndirnar tykjast minni gjøgnumskygdar og sveim­ andi enn áður. Litirnir gerast ítøkiligari og myndirnar so mikið meira tilfarsligar, at tú ikki ivast í, at tær eru jarðiskar útsagnir við einum sansaligum dámi, ið summastaðni gerst at kalla erotiskur. Myndarúmið er undir trýsti og um at bresta av litum. Øðrvísi installatión Mitt á gólvinum í Listahøllini stendur eitt skepilsi í klædningi við lýsandi, sløttum spegils­ andliti, ið at síggja til er komin í kløtur í svartari evju. Sama andstyggiliga tilfar av málaðum skúmi er nýtt til hina standmynd­ ina, sum líkist einum monitori, ið dregur seg upp úr gólvinum og sum áskoðarin kann hyggja niður í. Hesi margháttligu verk Brand Paturssons hava fingið fornemma staðseting mitt í framsýningarhølunum og støðufasta gestablídni, sum Heystframsýningarbólkurin sýnir mótvegis sínum gestum, er ómetaliga positivt at uppliva, tó at verkini hjá Brandi ikki eru eins original og áhugaverd í ár, og tey hava verið áður. Brandur kann so ikki ákærast fyri kommersialismu, og hann skal hava rós fyri at tora eina øðrvísi fagurfrøðiliga tilgongd, ið dyrkar tað ljóta ella í hvussu er ein annan vakurleika enn tann, vit hava góðtikið sum verandi tann rætta. Nú ert tú eitt skip... Original eru verkini hjá multi­ listamanninum Tóroddi Poulsen harafturímóti, og hetta er bæði galdandi fyri hansara myndir og installatiónina »Sigl oyggj«, ið er ein vøkur, rør­ andi og persónlig tilsiping til vøkru yrkingina hjá Christiani Matras »Viðoy« við kendu byrjanarorðingini: »Sigl oyggj fram úr mjørka, nú ert tú eitt skip...«. Litføgru kongabommini, Bismarcksklumparnar og trækust­ arnar hava vit sæð í øðrum installatiónum hjá Tóroddi, og í hesum nýggja verkinum er tilfarið sett saman á nýggjan hátt saman við eitt nú steinum og grasi, so at tað tilsamans myndar skapið av einum skipi, ið verður borið fram av eini stórari skipsskrúvu. Bókmentaliga støðið og mynd­ listarligu ambitiónirnar áttu av røttum, at tyngt hetta verkið og givið tí ein ov konstrueraðan dám, men so er ikki hjá Tóroddi, sum hevur ein serligan ans fyri tyngdini í tí banala lættleikanum. Nú ert tú eitt skip... Ársins Heystframsýning vísir okkum dygdargóðu føroysku samtíðarlistina, men átti at lagt seg eftir at skapa eina enn betri listarliga heild Ummæli Kinna Poulsen Ein av vøkru, skemtiligu skallamyndunum hjá Hanna Bjartalíð ➘ Heystframsýningin er ókeypis at vitja. Snøgga myndaskráin við áhugaverdum teksti eftir Oddfríð M. Rasmussen kostar 20 krónur. Framsýningin letur longu aftur longu 13. oktobur. Framsýningin er opin dagliga frá klokkan 15.00 til 18.00