Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 • 2. oktober 2009 Vikuskifti 26 Hansina Iversen heldur fast í tí nonfigurativa úttrykkinum Ein rættiliga abstrakt kvinnumynd hjá Torbjørn Olsen Klassisk kompositión hjá Zachariasi Heinesen Perspektivið er onkursvegna tað sama sum hjá endurnýggjaranum Matras, tá hann í yrking síni í næstan barnsligum opinleika staðfestir: »Nú ert tú eitt skip«. Á sama hátt sum Christian Matras, ið búði uttanlands stóran part av ævi sínari, er eisini Tóroddur Poulsen útiseti og eitt slag av heimstaðaryrkjara, og hetta sama kunnu vit í grundini eisini siga um listamannin Tummas Jákup Thomsen, sum í mong ár hevur búð í Danmark. Og líta vit upp at mastrartræ... Tummas Jákup Thomsen er ógvuliga merkisverdur listamað­ ur, sum til tíðir letur úr hondum verk so primitiv og løgin, at tey meira enn bera við hugtakið »outsider art«. Men hann er eisini serstakliga originalur í sínum verkum heilt frá »Land­ escape« bilinum, sum hann tíðliga í hálvfemsunum málaði eitt siðbundið føroyskt landslag á, til ta framúrskarandi sjálvsmynd­ ina í skærum, hvítum einsemi, sum varð framsýnd á Heystfram­ sýningini fyri nøkrum árum síðani. Eitt eyðkenni hjá Tummas Jákupi er, at hann brúkar blýant á lørift saman við máling t.d. í løgnu, psykadelisku myndini »Masturin«, sum í hugburði bæði er merkt av surrealismu og nýromantikki. Vit síggja inn á ein blóðreyðan mastrabul í forgrundini, og aftan fyri hendan sæst djúpbláur sjógvur, land og himnahválvið við einfaldaðum ljósstrálum, sum dugnalig børn kunnu finna uppá at tekna tað, men sum eisini kann brúkast í politiskum ella religiøsum myndum – allastaðni, har tær tørvar lættfatiligan ljóma. Myndin er hugtakandi við mótsetningum á fleiri økjum heilt frá muninum millum ta feitu skyggjandi reyðu málingina í matrini og blýants­ turra himmalin. Horisontali bygnaðurin er áhugaverdur bæði upp ímóti vertikala mastra­ skapinum, men eisini av tí, at landslagið er sett eitt sindur á skák. Lítla skákrørslan speirekur og undirgravar onkursvegna tjóðskaparliga huglagið í myndini, ið bæði stendst av sjálvum myndevnisvalinum (landslag í sólarljóma) fyri ikki at tala um einfaldaða litavalið, ið gevur flaggdagsfestligt hugasamband við Merkið. Aftur á slóðina Anker Mortensen leitar í sínum myndum aftur á sína egnu sermerktu slóð í 1990´unum, tá listamaðurin gjørdi fleiri pappírsverk, ið vóru myndað av eini ørgrynnu av krutli og tekningum, sum í monumanu endurtøkuni fáa ein serligan bæði barnsligan og rituellan dám. Hugtakandi myndir hansara á Heystframsýningini eru koparprent av plátunum, ið eru partar av hansara nýggja listaverki í skúlanum í Hovi. Aggi Ásgeirsdóttir hevur valt at hava eina fotoframløgu á einum sjónvarpsskíggja av sínum verkum, ið hanga á sama skúla í Hovi, og tey eru vøkur, hóast tað tykist løgið, at hava tílíkar fotomyndir av myndlist á eini myndlistaframsýning. Annars er úttrykkið hjá Aggi í hennara dekorativu lýsingunum av lívrunnum verum í slekt við myndamálið hjá listamanninum Bjarne Werner Sørensen (sum umframt egin verk á framsýningini hevur gjørt Flotta plakatin hjá Bjarna Werner Sørensen