fríggjadagur 2. oktober 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 • 2. oktober 2009
Vikuskifti 27
Myndin »Emmaus« hjá Torbjørn Olsen er ørkymlandi og áhugaverd
ta snøggu skránna og eina
framúrskarandi flotta plakat).
Aggi skal helst ansa sær fyri
tí vakra og ov meinaleysa.
Hon sýnist mest spennandi í tí
svarthvítu myndini, sum hevur ein
serligan dynamikk næstan sum
í teimum meistarligu svarthvítu
myndunum hjá Elinborg Lützen
Tað ítøkiliga og tað
óítøkiliga
Torbjørn Olsen hevur í ár 10 verk
við á Heystframsýningini og tó,
at tey eru gleðilig tekin um, at
skapari teirra er í sera góðum
formi, nýttust øll tíggju ikki at
verið við á framsýningini.
Hetta sama er galdandi fyri tey
flestu av hinum framsýnarunum,
at ov nógv verk eru við. Í staðin
fyri at gera tað til eina hampiliga
góða søluframsýning, átti
Heystframsýningin strangliga at
satsa uppá eina framúrskarandi
listarliga heild, men hetta
fellur eyðsýniliga ikki lætt hjá
listafólkunum sjálvum at gera, og
kanska er tað heldur ikki teirra
ætlan við listabólkinum.
Myndirnar hjá Torbjørn Olsen
av kvinnum, landsløgum osfr. eru
sum heild væleydnaðar. Abstrakta
kvinnumumyndin í bláum og
gulgrønum upp móti reyðum og
violettum er serstakliga góð, frí
og koloristiskt sterk. Spurningurin
er bara hvørt kyrrluta- og model-
studiumyndevnini eru ov lætt-
fingin til tess at forloysa serligu
evni listamansins. Torbjørn
dugir fantastiska væl at mála
størri, samansettar og eisini
torførar myndir sum til dømis
bólkaportrett, ið krevja stórt
listarligt yvirskot, men eisini sans
fyri psykologiskum spenningi,
sum Torbjørn hevur víst, at hann
hevur í altartalvum o.ø. Tíanbetur
eru tvey tílík bólkaportrett við
á Heystframsýningini; eitt av
teimum trimum krossfestu á
Golgata og ein sera áhugaverd
mynd, ið lýsir tríggjar mans við
eitt borð.
Fyrst helt eg hetta vera ein
lýsing av einum lutfalsliga
skramblutum annandags
drykkjulagi m.a. av tí, at tann
eini av monnunum greidliga
er í gulum slobbrokki (!), men
skjótt gjørdist eg varug við ein
serligan eitt sindur óhugnaligan
og samstundis hátíðarligan ljóm í
myndini, sum saman við ljósinum
og monumentala bygnaðinum
sigur okkum, at okkurt serligt
er áfatt. Og rætt er, tí trívur tú í
myndaskránna, stendur heitið á
myndini at vera »Emmaus«.
Tað er eyðkent fyri Torbjørn,
at hann hevur valt at mála ta
mystisku løtuna millum tað
ítøkiliga og tað óítøkiliga, tá
undrið gongur upp fyri Keopasi og
Símuni, at tað er tann krossfesti
Jesus, teir eta saman við: »Táið
Hann so sat til borðs við teimum,
tók Hann breyðið, signaði og breyt
tað og gav teimum. Tá vórðu eygu
teirra latin upp, og teir kendu
Hann; men so hvarv Hann...«.
Myndirnar hjá Mariusi Olsen
eru djúpt melankolskar og
góðar og sama góða viðmæli
fáa Zacharias Heinesen, Bárður
Jákupsson og Hjørdis Haack,
sum øll eru framúr góð listafólk,
ið Heystframsýningin veitir
okkum møguleika at uppliva
ár eftir ár. Hesi seinastu fimm
árini hava vit upplivað eina
rúgvu av dygdargóðari yrkislist
í Listahøllini, sum eisini hevur
verið karmur um nøkur av
høvuðsverkunum innan føroyska
myndlist árini 2004-2009.
Anker Mortensen sýnir fram prent av koparplátum úr Hovi
Tummas Jákup Thomsen: »Mastur«