Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. oktober 2009 Karina Ottosen fer í dag til Hawaii, har hon um eina viku skal kappast í heimsins gitnastu Ironman-kapping Karina Ottosen skrivar føroyska ítróttarsøgu sunnudagin. Tá fer hon – sum fyrsti føroyingurin nakrantíð – at kappast í heimskendu Ironman-kappingini á Hawaii. Ironman er um nakað upprunin til triathlon-kappingarnar, har føroyskir íðkarar hava fingið alt betri úrslit seinu árini. Karina er millum tær, sum veruliga hava gjørt um seg innan ítróttina, og eitt nú var hon herfyri við til at vinna DM-kappingina fyri lið. Ein kapping, har ein av liðfeløgunum hjá Karinu var Joan Bláfoss. Fyri tveimum mánaðum síðani var Karina fyri fyrstu ferð við til heilan Ironman, sum er at svimja 3,8 km, súkkla 180 km og renna 42,2 km (heilt marathon), og avrikið tá var somikið gott, at hon vann sær rættin til at kappast í HM-kappingini á Hawaii. Sjálv sigur Karina, nú hon fer avstað, at hon als ikki roknar við at vinna nakað sum helst. Men júst kappingin á Hawaii er eitt tað størsta, sum ein triathlon-íðkari kann uppliva, og tí ivaðist hon ongan tíð í at fara, tá møguleikin stóð henni í boði. Og hon leggur afturat, at Merkið verður at síggja á Hawaii. Sum íðkari á altjóða pallinum er Karina annars skrásett sum danskur triathletur, men familjan kemur við at hyggja, og tey hava ongar ætlanir um at lata Merkið liggja eftir við hús. Karina Ottosen skrivar eitt stórt kapittul í føroyskari ítróttasøgu, tá hon sum fyrsti føroyingurin yvir høvur tekur lut í størstu triathlon- kappingini í heiminum. Nevnliga Ironman á Hawaii Karina til Hawaii í dag Í morgin endar landskappingin hjá kvinnunum, men har er longu alt avgjørt frammanundan, og einki av liðunum fær annað pláss á stigatalvuni, enn tað hevur frammanundan Eftir at KÍ mánakvøldið vann altavgerandi dystin í bestu kvinnudeildini mánakvøldið á Argjum, er einki eftir at spæla um í teimum trimum dystunum, sum eru á skránni beint eftir miðdag í morgin. Tí verður mest spennandi løtan óivað eftir dystin í Klaksvík, tá KÍ-kvinnurnar endaliga kunnu staðfesta sítt tíggjunda meistara- heiti á rað við steypi og gull- heiðurs merkjum. Tað er eitt imponerandi avrik yvir nógv ár, ið liggur aftan fyri longu sigursrøðina hjá KÍ, ið er heilt einastandandi í føroyskum fótbólti og enntá merkisverd í størri høpi. Umframt at hava vunnið síðstu tíggju meistaraheitini á rað, hevur KÍ sjey av árunum eisini vunnið steypakappingina, so talan er um ikki færri enn sjey greipur síðani 2000! Sigurin á AB mánakvøldið merkti so, at KÍ fór fimm stig framum, og tí var meistaraheitið longu tryggjað tá. Samstundis er greitt, at AB er so mikið langt framman fyri Víking, at silvurið endar á Argjum, samstundis sum Víkingur er so mikið framman fyri Skála, at bronsan fer til felagsliðið hjá teimum í Gøtu og Leirvík. Í botninum hevur tað alla tíðina verið ein kapping millum EB/ Streym og B68/NSÍ, men nú alt er við at vera liðugt, verður tað B68/ NSÍ, ið fær aftasta plássið og tískil ikki spælir í 1. deild næsta ár. Nýtt lið verður í staðin felagsliðið MB/07 Vestur, ið vann 2. deild framman fyri VB/Sumba og HB, so hóast Vágarnar missa mansliðið í bestu deildini, verður oyggin umboðað í bestu kvinnudeildini. Teir tríggir dystirnir í síðsta umfari í kvinnukappingini, sum verður spælt í morgin klokkan 12.15, eru hesir: KÍ-Skála í Klaksvík, AB-B68/NSÍ á Argjum og EB/ Streymur-Víkingur í Streymnesi. Alt avgjørt áðrenn jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Longu undan síðsta umfarinum í kvinnukappingini er greitt, at KÍ fær gull, AB silvur og Víkingur bronsu, umframt at B68/NSÍ komandi ár verður avloyst av MB/07 Vestur