Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. oktober 2009 – Nr. 188 Gallakvøldið er enn opið Fram til í kvøld ber enn til hjá spælarum, leiðarum og øðrum fótbólts fólki at tekna seg til ársins útgávu av fótbóltsgalla­ kvøldinum. Kvøldið verður hesa ferð hildið í Bowling­høllini á Hálsi í Havn, og verður hetta hildið nú sunnukvøldið. Hæddarpunktið á veitsluni er sjálvandi, tá ársins bestu spælarar, venjarar og dómarar verða kosin, men har umframt er nógv annað spennandi á skránni í tiltakinum, sum verður sent beinleiðis á Rás2. Tilmelding til tiltakið er ókeypisl, men teldupostur skal sendast til fotboltsveitsla@ sosialurin.fo Gleði og sorg í Sørvági Talan verður um hampuliga stórar kontrastir, tá 07 Vestur spælir seinasta Vodafone­dystin í hesum umfarinum. Tað er nevnliga longu nú greitt, at 07 Vestur komandi kappingarár skal spæla fótbólt í næst bestu deildini, og samstundis er greitt, at gullmerki og FM­steyp verða handað í Sørvági, tí mótstøðuliðið úr HB hevur altso longu tryggjað sær meistaraheitið. Tá mann hevur gløtt at gullgagguni hjá pápa sínum í 17 ár, sigur tað seg sjálvt, at mann verður motiveraður at skora. Hetta staðfestir Finnur Justinussen, sum í morgin hevur møguleika at gera yngsti toppskjúttin í bestu deildini nakrantíð Motivatiónin kemur frá pápanum og kenslunum í Víkingi, mamman finnur seg í fótbóltinum, málini koma instinktivt, Jógvan Martin Olsen gav møguleikan, dómarin fær ofta viðmerkingar, hugflogið er ein veikleiki og nú byrjar eitt ávíst press at liggja honum. Øllum hesum greiðir 20 ára gamli Finnur Justinussen frá, sum í morgin kann gerast yngsti toppskjúttin í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum. Hví Finnur Justinussen staðfestir, at pápi hansara, Símun Petur Justinus­ sen, sum gjørdist toppskjútti fleiri ferðir, hevur havt stóra ávirkan á, hvussu sonurin er blivin til málskjúttan, sum hann er í dag. – Babba stuðlar mær øgiliga nógv, og sjálvt um eg ikki minnist so øgiliga nógv, tá hann spældi, so gloymi eg ongantíð rómin aftaná seinasta dystin í 1996, tá GÍ vórðu Føroyameistarar. Hetta vil eg uppliva aftur, sigur Finnur Justinus­ sen. Hann leggur tó afturat, at hann helst hevur gingið rundan um vøll­ in og malið minniligu løtuna í 96, tí hann minnist ikki sjálvan dystin. Um veruligu motivatiónina at skjóta mál, er ungi gøtumaðurin ivaleysur. – Tá mann hevur hugt at gull­ gagguni hjá pápa sínum í 17 ár, sigur tað seg sjálvt, at mann verður motiveraður, staðfestir hann. Men tá tað kemur til stykkis, so verða málini hvørki skotin fyri pápan, seg sjálvan ella áskoðararnar. – Tað snýr seg um liðið. Eg skjóti málini fyri Víking, sigur ungi maðurin við gyltu fótunum. Hvussu Spurdur, hvussu hann skorar málini, ivast Finnur Justinussen eitt sindur meira. – Tað er nokk eitt instinkt, sum ger, at mann kemur til ein kjans, og so er bara at vera kaldur og taka støðu til, hvar mann skal koyra bóltin, staðfestir Finnur Justinussen. Men verandi toppskjúttin viðgongur, at møguleikarnir ikki koma heilt av sær sjálvum. – Tað fyrsta er at kenna sínar viðleikarar, soleiðis at mann veit, hvussu teir spæla bóltin. Men hjá mær hjálpir eisini, at eg eri nokk so anonymur í dystum vanliga. So fái eg snýkt meg aftur um verjuleik­ ararnar, so teir ikki kunnu síggja meg og bólt samstundis, men í síðsta enda er tað bara nakað, sum hendir, greiðir hann frá. Hann leggur afturat, at tá teir fara í álop so er einasti tankin, hvussu hann fær avsluttað álopið ordiligt og helst við sær sjálvum við seinasta fótinum. Fekk kjansin Tá Finnur var yngri, kom hann eisini til nógvar møguleikar, men tað er ikki fyrr enn í ár, at hann er vorðin fastur leikari í bestu deildini og hevur skorað nógv mál. Næstan helvtina av málunum hjá Víkingi. – Forkláringin til málini liggur nokk í, at Jógvan Martin tordi at geva mær kjansin. Eg hevði sitið sum eykaleikari í tvey ár, men í ár eri eg sloppin at spæla, og so hvørt sum mann sleppur at spæla, so kennir mann viðleikararnar betur og verður eisini meira kaldur, sigur Finnur Justinussen. Hann viðgongur eisini, at hóast hann bara hevur spælt í eitt lítið ár í bestu deildini, so kennir hann eitt trýst á sær. – Sjálvandi kenni eg eitt trýst, tí fólk vænta at eg skori. Tað var Eg kappist við babba eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu ’’ – Tað súrasta sum er, er tá mann hevur skotið eitt mál, og mann so fær at vita, at mann er offside. Í 1987, 1991 og í 1992 var pápi Finn Justinussen toppskjútti í bestu deildini. Í ár kann sonurin sjálvur ogna sær eina gullgaggu