fríggjadagur 2. oktober 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 2. oktober 2009 – Nr. 188 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 35
kanska serliga í summar, tá eg
spældi fýra dystir uttan at skora, at
eg føldi trýstið. Men allir áloyp arar
fáa niðurtúrar, og so má mann bara
arbeiða við tí.
Veikleikar
Tað gongur sera væl hjá gøtu
drong inum í løtuni, men hann er
greiðir yvir, at hann framvegis
hevur sera nógv at læra.
– Eg veit, hvar málið er. Problemið
er bara at finna viðleikararnar. Tað
er nokk hug flog ið í spælinum, sum
er nakað lítið, og so eri eg heldur
ikki nógv krops sterkur, greiðir
Finnur Justinus sen frá, og stað festir,
at hetta er nakað nógv verður
arbeitt við.
– Men tað er heldur ikki so, at eg
bara fari at spæla til hinar. Eg skjóti
sjálvur, tá møguleikin er nóg stórur,
men hevur onkur annar størri
møguleika at skora, so umhugsi eg
støðuna.
Dómarin fær sítt
Hóast tað er fyrsta árið hjá Finni
Justinussen í bestu deildini, so fer
hann altíð til markið. Bæði viðvíkj
andi rangstøðu og tá tað kemur til
at vinna ein bólt.
– Tað súrasta sum er, er tá mann
hevur skotið eitt mál, og síðani fær
at vita, at tað er offside. Tá er rætti
liga skjótt at fara eftir linju verjan
um. Og í kropsliga spælinum fari eg
sjálvandi til markið, men eg havi
bara fingið tvey gul kort og eitt var
fyri at lata meg úr blusuni, sigur
helst komandi toppskjúttin.
Hann leggur afturat, at tað kann
tykjast ósmæðið, men tað er ein
partur av spælinum.
Tolin mamma
Líka síðan Finnur Justinussen var
heilt lítil, hevur hann nærum búð á
vøllinum í Sarpugerði.
– Mamma hevur nokk funnið seg
í at eg eri komin seint til døgverða,
og havi verið øgiliga nógv úti, men
eg giti, at hon hevur verið von við
tað frá tí, at babba spældi, flennir
Finnur Justinussen.
Finnur er yngstur av trimum
systkjum, og hóast bæði systirin og
beiggin spæla og hava spælt fót
bólt, so er tað bara tann yngsti, sum
veruliga hevur sligið ígjøgnum.
Besta spælið
Hóast ungi gøtumaðurin hevur
svomið fyrr og er rættiliga sjálvs
søkin sum fótbóltsleikari, so stað
festir hann, at liðspælið fótbóltur er
hansara spæl, tí í svimjingini gekk
bara væl í staffet.
– Eg veit at nógv, serliga konu
fólk, halda fótbólt vera nakað fjas,
men eg haldi at tað er heimsins
besta spæl. Kenslan at skora mál, og
tað at tú ongantíð kanst siga nakað
frammanundan. Tú verður altíð
yvirraskaður av onkrum, og tí er tað
so stuttligt, heldur Finnur
Justinussen.
Pápin størsti kritikarin
Hóast tað gongur væl hjá Finni Justinussen í løtuni, so er ein, sum altíð er klárur
at greiða frá, hvat áloyparin burdi gjørt øðrvísi. Tað er nevniliga ein av
monnunum, sum skoraðu í steypafinaluni í 1996. Júst sum Finnur gjørdi í ár.
– Eg og babba plaga at tosa saman aftaná dystirnar. Hann plagar at vera
raskur at fortelja mær, hvat eg skuldi gjørt øðrvísi. Og eg royni at lurta, hóast tað
kann vera torført at fáa at vita, hvat mann ger skeivt, men klári eg at lurta, so læri
eg nokk okkurt, staðfestir Finnur Justinussen.
– Eg kann siga, at tað gongur væl hjá honum, men eg haldi mann gott kann
siga, hvat hann kundi gjørt øðrvísi. Tað sær út sum, at hann roynir at lurta, tí
onkuntíð síggi eg okkurt, sum eg havi fortalt honum, staðfestir Símun Petur
Justinussen.
Um gongdina hjá Finni heldur pápin, at tað onkursvegna er hansara skuld, at
sonurin skorar so nógv mál.
– Nú havi eg reypað í so nógv ár. Tí er bara eitt at gera, nú hann hevur fingið
møguleikan, staðfestir erni pápin.
Feðgarnir, Finnur og Símun Petur Justinussen
hava til felags, at teir báðir
hava skotið mál í steypafinalum
Byrja klokkan 14.30
Allir dystirnir í Vodafonedeildini leygardagin byrja klokkan 14.30.
Tað gjørdi Kappingarnevndin hjá FSF av, tá hon ásetti, hvussu
spælast skuldi seinastu trý umførini av landskappingini. Somuleiðis
eru fastar klokkutíðir settar á, nær dystirnir í hinum fremstu
deildunum verða spældir. Hjá kvinnum verður byrjað klokkan
12.15, og hjá 1. deild monnum verður blást ígongd klokkan 12.30.
Gull-radio á Rás2
Størsta partin av degnum í dag sleppa føroyameistararnir
úr HB at fylla sendiflatuna hjá Rás2. Longu klokkan 11.10
fyrrapartin hevði Heri Simonsen fyrstu gestirnar í
rásarúminum, og allan dagin fer prátið at snúgva seg um
HB, meðan bæði verandi og fyrrverandi HBkempur vitja í
rásarúminum. Rás2 ger eisini nógv burturúr, nú fótbóltsárið
endar. 27. útgávan av 3. hálvleiki fer í luftina klokkan 16.30
leygardagin, og sunnukvøldið verður sjálvandi sent
beinleiðis, tá stóra fótbóltsveitslan verður hildin í Bowling
høllini.
19 skjótir
spurningar
Navn: Finnur Justinussen
Føðidagur: 30/031989
Hædd: 181 sentimetrar
Vekt: 74 kilogramm
Skógvastødd: 42,5
U21 dystir: Tveir
Foreldur: Gudny Fríða og
Símun Petur Justinussen
Starv: Handilsskúla
næmingur
Styrkir: Luftspæl og kaldur
frammanfyri málinum
Veikleikar: Styrki og
vantandi hugflog
Størsti dreymur: At koma
so langt, sum eg kann
Besta mál: Unglingum í fjør.
Saksaði bóltin í trýkantin og
inn ímóti AB
Fyrsti dystur: Ímóti B71 í
Gøtu í 2007. Fekk einar 10
minuttir
Besti dystur: Steypafinalan í
ár
Ringasti dystur: Tað var í
smádreingjum, tá vit taptu
124 ímóti HB. Vóru á odda
10 at byrja við
Ringasti mótstøðumaður:
Bartal Eliasen
Besti viðleikari: Súni Olsen
Idol: Allan Shearer
Yndislið: Manchester
United
’’
– Sjálvandi kenni eg eitt
trýst, tí fólk vænta at eg
skori. Tað var kanska
serliga í summar, tá eg
spældi fýra dystir uttan
at skora, at eg føldi
trýstið
’’
– Eg havi bara fingið
tvey gul kort, og eitt
var fyri at lata meg úr
blusuni.
’’
– Tá mann hevur
hugt at gullgagguni
hjá pápa sínum í 17
ár, sigur tað seg
sjálvt, at mann
verður motiveraður.
Tað er soleiðis vit kenna Finn Justinussen best. Púra leysur setir hann bóltin í málið