Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. oktober 2009 – Nr. 188 Tíma at fylgja landsliðnum Eisini hjá Atlantic Airways merkja tey, at fótbóltslandsliðið nú aftur er nakað, sum fólk tíma at fylkjast um. Undirtøkan var nevnliga framúr, tá Atlantic Airways fyri fyrstu ferð í trý ár skipaði fyri fótbóltsferð til útidyst hjá A-landsliðnum, og eisini til Fraklands og Rumenia ber til hjá føroyskum fótbóltsfjepparum at ferðast til dyst. Hetta verður gjørt soleiðis, at tey plássini, sum eru tøk, tá landsliðsferðalagið og fjølmiðlarnir eru komin í flogfarið, verða seld áskoðarum, sum sjálvandi eisini fáa innivist á ferðini og atgongumerki til landsdystirnar. Av Atlantic Airways verður upplýst, at sølan hevur gingið heilt hampuliga væl, og nú tað styttist til fráferðina, eru bara níggju pláss eftir í flogfarinum. HB-fagnaður á Vaglinum Longu seinasta sunnudag stóð greitt, at HB er føroyskur meistari í mansfótbólti í 2009, og eftir seinasta dystin leygardagin skipar Tórshavnar Kommuna fyri móttøku. Á skránni verða millum annað røður, har borgarstjórin, Heðin Mortensen, fer at heiðra FM-vinnarunum, og umboð fyri HB og FSF fara at bera fram heilsanir. Undir móttøkuni fer Havnar Hornorkestur at spæla, og eisini verður fýrverk á skránni í Gamla Kommunuskúlagarðinum leygarkvøldið. Leygardagin verður kappast á fjallasúkklu, og kappingin er FM í MTB Cross Country (XC). Hetta merkir at kappast verður á fjallasúkklu á einari rutu, sum er millum 30 og 40 kilometrar long Súkkling Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Leygardagin verður fyri fyrstu fer koyrt á einum rundstrekningi, sum er runt um “Fjallið”. Tað er ein gøta, sum liggur frá ríðibreytina í Marknagil, út á Norðasta Horn, til fjósini í Havnadalið, síðani niðan móti Oyggjarvegnum, og so oman aftur til ríðibreytina. Hvørt umfar er á leið fimm kilometrar, so tað skal súkklast nakra ferðir runt, hóast alt. Startur og mál er fyri endan á ríðibreytini við Hotel Føroyar. Í fjør gjørdist Gunnar Dahl-Olsen FM vinnari, og er hann allarhelst favorittur at vinna kappingina aftur í ár. Í vetrahálvuni súkkla føroysku súkklararnir nógv á MTB súkklum, og kappingin leygardagin er sostatt byrjanin til vetravenjingina. Øll eru vælkomin at luttakað. Einastu krøv eru, at súkklan er í forsvarligum standi, og at súkkluhjálmur verður nýttur. Hetta vikuskiftið er kappingin tó bert fyri vaksin, men tað verður kappast aftur leygardagin 17.oktober, og verður tað tá fyri bæði vaksin og børn. Tann kappingin kallast MTB Criterium, og verður hon hildin í og kring plantaguna í Hoydølum. Meira kunning um hesa kapping verður seinni. Hjá monnum er talan um sera áhugaverdar uppgerðir, meðan kvinnurnar hjá Neistanum veruliga sleppa at royna seg, tá Stjørnan kemur á vitjan Hóast hondbóltskappingin er ung, er longu talan um sera áhugaverdar uppgerðir á bæði mans- og kvinnusíðuni um vikuskiftið. Ikki minst í høllini á Hálsi í Havn, har Neistin hevur tveir heimadystir. Kvinnurnar hjá Neistanum tykjast ikki medda eins høgt í ár, sum tær so ofta áður hava gjørt, men hinvegin plaga tær altíð at vera í ovara endanum, tá mest stendur á. Tað ætlar Stjørnan sær heilt víst eisini, og tí er talan um veruliga styrkisroynd hjá Neistaliðnum, ið hevur verið fyri hampuligari stórari útskifting síðani í fjør. Hjá monnunum byrjaði Neistin árið við at vinna á meistarunum úr H71. Samstundis vann VÍF sannførandi sigur á grannunum úr KÍF, og tí er talan av álvara um styrkisroynd, tá VÍF vitjar. Tað er tað eisini á Skála, har StÍF tekur ímóti H71, meðan uppgerðin millum KÍF og Kyndil longu nú líkist eini uppgerð millum tvey av veikaru liðunum í deildini. Seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður í Vestmanna, har unga VÍF- liðið tekur móti meistarunum úr Tjaldri. Seinasta vikuskiftið spældi VÍF á útivølli móti steypavinnarunum úr Stjørnuni, so talan er á ongan hátt um nakra serliga lætta byrjan upp á kappingarárið hjá VÍF. Fleiri styrkisroyndir Kappast á fjallasúkklu Rutan, sum súkklast leygardagin, verður kalla runt Fjallið AB tapti móti Kappingar- nevndini Tað eydnaðist ikki AB at broyta avgerðina, sum Kapp- ingarnevndin hjá FSF tók, tá B71 tók sítt lið úr kappingini í 2. deild. Upprunaliga gjørdi Kappingarnevndin tá av, at øll stig og mál í dystum móti B71 skuldu strikast, men hetta varð seinni broytt, soleiðis at úrslit- ini vórðu standandi, og at tey lið, sum høvdu dyst eftir móti B71, skuldu vinna hendan við málmuninum 0-0. AB, sum tvær ferðir hevði spælt javnt móti B71, kærdi hesa avgerð til Aganevndina, sum nú hevur viðgjørt málið. Aganevndin staðfestir, at tað er óheppið, tá Kappingar- nevndin broytir sína egnu av gerð, men slær samstundis fast, at Kappingarnevndin hevur fulla heimild at gera av, hvussu farast skal fram, tá felag tekur lið úr kappingini. Og tá avgerðin um ikki at strika øll úrslit av dystum hjá B71 ikki er í stríð við Kapp- ingar reglurnar, ger Aga nevnd- in ikki meira við málið. Kappingin í 2. deild er nú av, og hóast AB tapti hesa kæruna, so eydnaðist tað teimum kortini at flyta upp. -mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Neistin byrjaði árið við at basa meistarunum úr H71, og tí verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer, tá at síggja til væl trimmaða VÍF-liðið kemur á vitjan í Havn