mánadagur 5. oktober 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 189 - 5. oktober 2009
tíðindi
Føroyski bankin
hevur í morgun
keypt meirilutan í
tryggingarfelagnum
Vørður Tryggingar í
Íslandi. Kostnaðurin
fyri meirilutan er 47
milliónir krónur, og
keypið er komið í lag
eftir umbøn úr Íslandi
VinnulíV
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fimm ára gamla íslendska
tryggingafelagið Vørður er
í morgun vorðið føroyskt.
Føroya Banki hevur nevni
liga sett 48 milliónir krónur
í felagið, og hetta gevur ein
ognarlut á 51 prosent.
Feløgini, sum hava selt til
Føroya Banka, eru spari
kassin
Byr,
Landsbanki
Íslands, umframt SPFjar
møgnum. Hesi seinastu eru
almennar fyritøkur í dag.
Tað var eftir eina umbøn
úr Íslandi, at Føroya Banki
gjørdi av at keypa meirilutan
í tryggingarfyritøkuni, eftir
at dótturfelagið hjá Føroya
Banka, Trygd, hevði gjørt
kanningar av Vørði.
Vónin hjá Íslendingum
við at fáa Føroya Banka við
er, at fáa ein sterkan parta
eigara, sum kann skapa álit.
Royndir við Trygd
Johnny í Grótinum, íløgu
leiðari hjá Føroya Banka,
greiðir frá, at bankin sá ein
møguleika at vaksa, sum er
partur av ætlanini hjá bank
anum.
Vit sóu ein møguleika at
vaksa, og vóna at kunna
skapa synergiir við dóttur
fyritøkuni
hjá
okkum,
Trygd, sum vit hava havt
sera góðar royndir við sein
astu 10 árini, staðfestir
Johnny í Grótinum.
Reint tekniskt er tað Før
oya Banki, sum eigur Vørð,
so keypið hevur við sær, at
Føroya Banki nú hevur tvey
dótturfeløg, sum selja trygg
ingar.
Vørður hevur umleið ein
tíggjundapart av marknaðin
um í Íslandi, og menning hev
ur verið seinastu árini. Trygg
ingarfelagið hevur somuleiðis
umleið 28.000 kundar.
Ongar broytingar
Hóast føroyingar nú eita
meirilutan í Vørði, so merk
ir tað ikki, at broytingar
verða gjørdar í íslendska
tryggingarfelagnum.
Í verandi løtu verða ong
ar broytingar gjørdar í fyri
tøkuni í Íslandi, tí vit hava
fult álit á virkseminum,
sum er farið fram. Vit meta
somuleiðis, at ein av styrk
unum við Vørði er, at felag
ið ikki hevur tryggjað íløgu
virksemi og tílíkt, og tí
meta vit, at felagið stendur
væl, og ikki hevur nógv lík
í skápinum, sigur Johnny í
Grótinum.
Vaksa meira
Føroya Banki hevur leingi
ligið upp á lúr at keypa ein
banka í Danmark, og hóast
íløga nú er gjørd í Íslandi,
so merkir tað ikki, at bankin
hevur slept teimum ætlan
unum.
Vit bíða framvegis eftir
einum møguleika, at keypa
ein lítlan banka í Danmark,
staðfestir Johnny í Grótinum.
Ætlanin var, at videofundur skuldi vera í hølunum hjá Føroya Banka, men teknikkurin vildi ikki heilt, so Johnny í Grótinum,
íløguleiðari, umboðaði bankan á tíðindafundinum í Føroyum, nú Janus Petersen, forstjóri, og Súni Schwarts Jacobsen, stjóri, eru í
Íslandi og skriva undir
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroya Banki keypt fyri 47 milliónir í Íslandi
Vísandi til ásetingarnar í § 34 stk. 2 í partafelagslógini verður
við hesum boðað parteigarunum í P/F Atlantic Petroleum
(P/F nr. 2695) (hereftir nevnt felagið) frá, at nevnd felagsins
á nevndarfundi tann 1. oktober 2009 við heimild í grein 3
í viðtøkum felagsins, hevur viðtikið at hækka partapening
felagsins við í minsta lagi DKK 54.526.200 í nominellum virði
og í mesta lagi DKK 150.097.300 í nominellum virði við útboði
til tekningar av nýggjum partapeningi við fortekningarrætti fyri
verandi parteigarar í lutfallinum 4:3, tvs. 4 nýggj partabrøv fyri
hvørji 3 verandi partabrøv. Tekningskursurin er 125.
Tekningartíðarskeiðið er frá 8. oktobur 2009 til 27. oktobur 2009
kl. 18.00 føroyska tíð (sama sum 19:00 CET og 17.00 íslendska
tíð).
Fortekningarrættir
Tann 7. oktober 2009 kl. 11:30 føroyska tíð (sama sum 12:30
CET og 10:30 íslandska tíð) fær hvør tann, ið júst tá hjá VP
Securities A/S er skrásettur sum parteigari í felagnum, tillutað
fortekningarrættir. Parteigarar, ið framvegis hava papírspartabrøv
í felagnum, skulu venda sær til P/F Eik Banki, Yviri við Strond
2, 100 Tórshavn, Føroyar fyri at fáa sínar fortekningarrættir í
hendi.
Nýtsla av fortekningarrættum:
Tekning av nýggjum partapeningi við støði í fortekningarrættum
skal fara fram í tekningartíðarskeiðnum frá 8. oktober 2009 til
27. oktober 2009 kl. 18.00 føroyska tíð (sama sum 19:00 CET
og 17.00 íslendska tíð). Minsta upphædd teknast kann er eitt
partabræv, ið krevur nýtslu av trimum fortekningarrættum og
gjald av tekningarprísinum DKK 125.
Hvat viðvíkur fortekningarrættum á partabrøvum skrásett
umvegis VP Securities A/S, so kunnu parteigarar við slíkum, ið
ynskja at nýta fortekningarrætt sín, venda sær til kontoførandi
peningastovn sín fyri partabrøvini sambært reglugerð fyri
kontoførandi peningastovnin, og nýta fortekningarrættin ímóti
gjaldi av tekningarkursinum.
Hvat viðvíkur fortegningarrættum á papírspartabrøvum, so
kunnu parteigarar við slíkum, ið ynskja at nýta fortekningarrætt
sín, gera hetta við at venda sær til P/F Eik Banki, Yviri við Strond
2, 100 Tórshavn, Føroyar telefon nr. + 298 348 000 fyri at nýta
fortekningarrætt sín við at lata inn papírspartabrøvini til Eik
Banka, nýta fortekningarrættin og gjalda tekningarkursin. Eru
papírspartabrøvini burturblivin, verða nýteknaðu partabrøvini
hildin í varðveitslu, til burturblivnu papírspartabrøvini eru
endaliga mortifiseraði.
Handil við fortekningarrættum.
Fortekningarrættir kunnu handlast á NASDAQ OMX Iceland
og NASDAQ OMX Copenhagen í tíðarskeiðnum frá 5. oktobur
2009 til 22. oktobur 2009 kl. 15:23 íslendska tíð á NASDAQ OMX
Iceland og kl. 17.00 CET á NASDAQ OMX Copenhagen.
Tekningarlistar:
Prentað eintak av tekningarlistum saman við viðtøkum felagsins,
ársroknskapi felagsins fyri síðsta roknskaparár, frágreiðing
nevndarinnar eftir § 29 stk. 2 í partafelagslógini og váttan frá
grannskoðara felagsins og § 33 A frágreiðing nevndarinnar
alt sum partur av prospekti, útgivið í sambandi við útboðið er
tøkt á hesum støðum: hjá Handelsbanken Capital Markets,
Havneholmen 29, DK-1561, København V, Danmark (telefon
nr. +45 3341 8200), Eik Banki, Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn
(telefon 348 000). Nevnda tilfar liggur eisini frammi og er tøkt
á skrivstovu felagsins, og kann, við ávísum undantøkum, verða
heintað niður av heimasíðu felagsins: www.petroleum.fo.
Henda fráboðan er givin sambært ásetingunum í § 34 stk. 2
í partafelagslógini sum kunning til parteigarar felagsins. Allar
íløgur í útbjóðaði partabrøv og/ella tekningarrættir skulu vera
grundað á prospektið hjá felagnum dagfest 1. oktober 2009.
Fráboðanin skal ikki almannakunngerðast ella býtast út í USA,
Kanada, Australiu ella Japan. Henda fráboðan er ikki send út
í USA og má ikki býtast út til persónar í U.S.A (sum allýstir í
Regulation S í U.S. Securities Act frá 1933 við seinri broytingum
(“Securities Act”)) ella brúkast í útgávum, sum vanliga koma út í
USA. Henda fráboðan er ikki eitt tilboð ella ein innbjóðing um at
keypa virðisbrøv í USA. Partabrøvini og fortekningarrættirnir í P/
F Atlantic Petroleum eru og verða ikki skrásettir undir Securitis
Act og mugu ikki verða boðin, seld ella handlaði í USA ella til
persónar úr U.S.A, uttan so, at transaktiónin er undantiknin frá,
ella umfatað av skrásetingarkrøvunum í U.S. Securities Act,
Stabilization/FSA.
Tórshavn, tann 5. oktober 2009
P/F Atlantic Petroleum
Gongin 9 · Postboks 1228 · 110 Tórshavn
telefon 350100 · Faks 350101 · www.petroleum.fo
Fráboðan til parteigarar í P/F Atlantic Petroleum