Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 5. oktober 2009 5 lýsingar Altjóða Sálarheilsudagur NEM SÁLINA – AT KOMA FYRI SEG Miðlahúsið kl.11.00-11.15 Borgarstjórin Heðin Mortensen setir Altjóða Sálarheilsudagin 2009 Posthúskjallarin kl.11.00-16.00 Listaframsýning og matsøla Miðlahúsið kl.11.15-12.30 Sinnisbati bjóðar til trapputing við politikkarum, har evnið er framtíðar psykiatriin í Føroyum. Verður samsent við RÁS 2 Perlan kl. 13.00 Fyrilestur við Arnhild Lauveng »Stopp verden – jeg vil på igjen!« Evni: Rúmligari arbeiðsmarknaður v.m. Perlan kl.14.30 Tónleikur Perlan kl.14.40 Elly Debess lesur upp egið tilfar Perlan kl. 15.00 Tónleikur Perlan kl. 15.15 Vida Højgaard lesur brot úr bókini »Mørk« og yrkingasavninum »Novemburmorgun« Perlan kl.16.00 Fyrilestur við Arnhild Lauveng »De andre finnes ikke. Det er bare oss her. - Om håp og verdighet når verden blir vanskelig.« Evni: Psykiatribrúkarar og avvarðandi Fyrireikarar av Altjóða Sálarheilsudegnum 2009 í Føroyum eru: Sinnisbati, Psykiatriski depilin og Nærverkið. Arnhild Lauveng, Elly Debess og Vida Højgaard hava allar liðið av sálarsjúku, og hava havt skriving sum týðandi part í »at koma fyri seg.« Stuðlað hava... 10. oktober 2009 Arnhild Lauveng var 17 ára gomul tá hon fekk staðfest sjúkuna skizofreni. Í dag er hon frísk og starvast sum sálarfrøðingur. Atlantic Petroleum er eitt óheft føroyskt oljufelag við ognarpørtum í olju- og gassloyvum í Norðsjónum, í eysturpartinum av írska havinum, í keltiska havinum og á føroyska landgrunninum. Vit eiga part í tveimum leiðum, sum eru í framleiðslu, og tveimum leiðum, sum væntandi koma í framleiðslu um tvey til trý ár. Samanlagt hava vit ognarpartar í 15 loyvum, sum fevna um 28 leiðir, fund, leitingarmið ella ábendingar. Atlantic Petroleum samstarvar við 17 altjóða oljufeløg, teirra millum Dong Energy, Statoil Hydro og Mærsk. Virkisætlan Vit arbeiða eftir tveimum høvuðsháttum til at menna og víðka um okkara virksemi, og verður hetta gjørt við at útbyggja og menna loyvir, ið felagið longu hevur, og við at ogna okkum loyvispartar við luttøku í loyvis- umførum og við at keypa partar frá øðrum feløgum. Vit framleiða longu olju Einans 40% av loyvishavandi oljufeløgum á bretskum øki framleiða olju ella gass. Atlantic Petroleum er eitt teirra. Í september 2008 fóru vit undir at vinna olju úr Chestnut-leiðini, sum er í bretska geiranum miðskeiðis í Norðsjónum, og Ettrick-leiðin fór í framleiðslu í august 2009. Grundað á hetta vænta vit ein týðandi positivan peningastreym frá okkara virksemi komandi árini. Tekning av nýggjum partabrøvum Atlantic Petroleum bjóðar út upp til 1.500.973 nýggj partabrøv áljóðandi DKK 100 fyri DKK 125 fyri hvørt partabrævið. Hetta fer at geva eina bruttoinntøku til felagið á upp til umleið DKK 188 mió. Verandi partaeigarar hava fortekningarrætt í lutfallinum 4:3. Tað vil siga 4 nýggj partabrøv fyri hvørji 3 verandi partabrøv. Tær fyrstu DKK 172 milliónirnar av nettovinninginum frá útbjóðingini skulu nýtast til at afturgjalda lán, og verður restin av vinninginum av útbjóðingini verandi í felagnum. Útbjóðingin er ikki garanterað, men nakrir av størru verandi partaeigarunum, teirra millum Eik Banki, TF Holding, Sp/f 14, Føroya Lívstrygging, Bikubenfonden af 1989 og forstjóri felagsins, Wilhelm E. Petersen, hava givið bindandi váttan um tekning við at brúka sínar tekningarrættir á til samans 327.082 útbjóðað partabrøv. Hetta svarar til eina samlaða bruttoinntøku á umleið DKK 41 mió. Harafturat hava nakrir íleggjarar givið bindandi váttan um at tekna DKK 27 mió., um útistandandi tekningarrættir ikki verða nýttir fult út í samband við útbjóðingina. Tískil er vissa fingin fyri, at Atlantic Petroleum í minsta lagi fær eina bruttoinntøku á DKK 68 mió. Aftur at hesum hevur Føroya Banki bundið seg til at tekna partabrøv fyri DKK 20 mió, treytað av, at ein bruttovinningur á í minsta lagi DKK 130 mió. er náddur. Tekningarrættir verða settir til sølu og almenna skráseting hjá NASDAQ OMX Iceland og NASDAQ OMX Copenhagen (saman nevnt ‘NASDAQ OMX’) í tíðarskeiðinum frá 5. oktober 2009 til 22. oktober 2009, báðir dagarnir íroknaðir. Tey nýggju partabrøvini kunnu teknast í tíðarskeiðinum frá 8. oktober 2009 til 27. oktober 2009, báðir dagarnir íroknaðir. Søla og almenn skráseting av nýggju partabrøvunum á NASDAQ OMX verða væntandi 3. november 2009. Eitt prospekt er almannakunngjørt í sambandi við útboðið. Frá 7. oktober 2009 kunnu umbønir um eintøk av tí prentaða prospektinum vendast til Handelsbanken Capital Markets, Havneholmen 29, DK-1561, København V, Danmark (telefon +45 3341 8200), Eik Banka, Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn (telefon 348 000), ella heintast niður av heimasíðu felagsins, www.petroleum.fo. P/F Atlantic Petroleum, Gongin 9, Postboks 1228, 110 Tórshavn, Telefon: 350100, Faks: 350101, www.petroleum.fo Gev gætur: Henda lýsing er einans til marknaðarføring. Allar íløgur í útbjóðað partabrøv og/ella tekningarrættir skulu verða grundaðar á prospektið hjá felagnum, dagfest 1. oktober 2009. Henda lýsing er ikki send út í USA og má ikki býtast út til persónar í USA (sum lýst í Regulation S í U.S. Securities Act frá 1933 (‘Securities Act’) ella brúkast í útgávum, ið vanliga koma út í USA. Henda lýsing er ikki eitt tilboð ella ein innbjóðing at keypa virðisbrøv í USA. Partabrøvini og tekningarrættirnir í P/F Atlantic Petroleum eru og verða ikki skrásett undir Securities Act, og mugu ikki verða boðin út, seld, ella handaði í USA ella til persónar úr USA, uttan so at handilin er undantikin frá ella ikki umfataður av skrásetingarkrøvunum í US Securities Act, Stabilization/FSA SKAL IKKI ALMANNAKUNNGERAST ELLA BýTAST ÚT Í USA, KANADA, AVSTRALIA ELLA JAPAN. ATLANTIC PETROLEUM BJóDAR ÚT NYGGJ PARTABRøV FYRI AT STYRKJA SÍNA KAPPINGARSTøDU Almenn útbjóðing av nýggjum partabrøvum í tíðarskeiðnum 8. oktober til 27. oktober 2009. www.sansir.fo