mánadagur 5. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 189 - 5. oktober 2009
Hvørki Skipara- og
Navigatørfelagið
ella Maskinmeistara-
felagið fara at siga
sáttmálan við Reiðara-
felagið upp hesuferð
ArbeiðsmArknAður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit halda ikki, at hetta er
rætta tíðin til at sera fiski-
flotanum krøv um eykaút-
reiðslur.
Tað eru Páll Hansen og
Eyðstein Djurhuus, samdir
um.
Teir báðir eru formenn í
ávikavist Maskinmeistara-
felagnum og Skipara- og
Navigatørfelag.
Allir sáttmálarnir ímillum
Reiðarafeløgini og tey trý
manningarfeløgini ganga út
nú ímóti ársenda og sum vit
fortaldu í Sosialinum herfyri,
hevur Føroya Fiskimannafel-
ag longu gjørt av at siga sín
sáttmála upp við kravi um
betri løn og meiri frítíð.
Ikki rætta tíðin
Men Maskinmeistarafelag-
ið og Skipara- og Navigatør-
felagið ætla ikki at ganga í
fótasporunum á Fiskimanna-
felagnum.
- Vit hava gjørt av, at vit
fara ikki at siga sáttmálan
upp, staðfesta formaðurin í
Skipara- og Navigatørfelag-
num og Maskinmeistarafel-
agnum fyri Sosialinum.
Bæði feløgini hava havt
nevndarfund nú í vikuni og
har var niðurstøðan, at hetta
er ikki rætta løtan at siga
sáttmálan upp.
Samstundis
vátta
teir
báðir fakfelagsformenninir,
at Reiðarafelagið hevur held-
ur ikki sagt sáttmálan upp.
Og tá ið hvørgin parturin
sigur sáttmálan upp, verða
teir automatiskt framlongdir
í eitt ár afturat, fram til 31.
desember 2010
Ikki rætta løtan
- Vit halda ikki, at vit hava
so mikið álvarsligar trupul-
leikar í sáttmálanum, at vit
halda, at vit eiga at siga
hann upp nú, sigur Páll Han-
sen, formaður í Maskin-
meistarafelagnum.
Kortini ivast hann ikki í,
at reiðararnir verða til at
tosa við, skuldu teir komu
eftir, at onkrar smávegis
dagføringar eru ynskiligar.
Hann er væl kunnugur við,
at støðan hjá fiskiflotanum
er vánalig og hann heldur
ikki, at hetta er rætta stundin
til at seta reiðarunum krøv
um størri útreiðslur.
- Vit hava hugsað um
støðuna í fiskivinnuni. Vit
hava víst samfelagssinni og
vit halda, at tað hevur sera
stóran týdning, at tað er
friður á økinum, leggur Páll
Hansen afturat.
Eyðstein Djurhuus, for-
maður í Skipara- og Naviga-
tørfelagnum, er samdur.
- Sum gongdin í vinnuni
er í løtuni, vænta vit ikki at
fáa so mikið av ábótum á
sáttmálan, at tað er rætt at
siga hann upp, leggur hann
afturat.
Men hann skoytir kortini
upp í, at hetta merkir ikki,
at Skipararnir eru fullvæl
nøgdir við sáttmálan, tí
onkrar broytingar eru, sum
vit vilja hava.
Men tað verður so at bíða
til eina aðru ferð.
Geva reiðarunum
frið í eitt ár afturat
- Vit noyðist at traðka
á bremurnar fyri at
halda tørn, sigur Otto
Vest, borgarstjóri í
Hvalba
spAritiltøk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit sleppa ikki undan at
seta sparingar í verk fyri at
avmarka hallið á fíggjar-
ætlanini.
Tað staðfestir Otto West,
borgarstjóri í Hvalba.
Seinastu
tíðina
hevur
nógv verið at hoyra um
kommunur, sum hava verið
noyddar at seta sparitiltøk í
verk fyri at fáa fíggjarætlar-
nirnar at halda, nú inntøk-
urnar eru farnar at svíkja.
Og nú er greitt, at heldur
ikki Hvalbingar sleppa und-
an sparingum, hóast Hval-
biar Kommuna annars hev-
ur borið orð fyri at vera væl
fyri.
Otto West, borgarstjóri sig-
ur, at tí hevur bygdaráðið
gjørt av at siga fýra av arbeiðs-
monnunum hjá kommununi
upp og teir hava nú fingið
ætlanarskriv um uppsøgnina.
Tilsamans
eru
níggju
mans í arbeiði hjá kommun-
uni, so talan er um næstan
helvtina av fólkinum, sum
nú skal sparast burtur.
Borgarstjórin sigur, at
hetta verður gjørt fyri at
avmarkað hallið á fíggjar-
lógini mest møguligt og
fyri at tálma útreiðslunum
næsta ár.
Umframt uppsagnirnar,
kann tað koma upp á tal at
útseta onkrar vegagerðir í
kommununi, sum ætlanin
annars var at fara undir.
Hetta kann tykjast eitt
sindur øvugt, tí tá ið fyrra
hálvár var farið aftur um
bak, kundi bygdaráðið stað-
festa, at inntøkurnar hjá
kommununi av skatti vóru
øktar góð 3%.
- Men síðani hevur tað
gingið verri og í juli og aug-
ust er skattainntøkan tilsam-
ans eina hálva millión minni
enn mett var, tó at inntøkan í
september var tann sama
sum í september í fjør.
Borgarstjórin sigur, at tí
hevur bygdaráðið gjørt av
at seta sparingar í verk nú,
fyri at sleppa undan at seta
enn ógvusligari tiltøk í verk
seinni.
Samstundis er kommunan
nú í holt við at leggja fíggj-
arlógina fyri næsta ár, men
Otto Vest ger longu nú
greitt, at tað er ikki vænt-
andi, at nakað serligt av
úbyggingum verða í 2010.
Onki endurgjald
Tá ið fíggjarætlanin fyri í
ár varð løgd, hevði komm-
unan væntað eitt endurgjald
úr landskassanum upp á ein-
ar 4-5 milliónir fyri grót-
kastið í havnarlagnum, sum
fór í knús í eini ódn kyndils-
messuódnini síðst í januar í
2008.
Hvalbingar
hildu
seg
hava eina góða sak, tí Skála-
víkar kommuna fekk endur-
gjald fyri skaðan, sum
hendi har í somu ódnini.
Men endurgjaldið kom
ongantíð og tí hevur fíggjar-
ætlanin í ár frammanundan
eitt hall upp á fýra milli-
ónir.
Hetta førir so eisini við
sær, at Hvalbiar Kommuna
hevur eina rokning uppá
2,4 milliónir fyri havnarlag-
ið liggjandi, sum skal betal-
ast næsta ár
Tilsamans kostar tað góð-
ar 11 milliónir at umvæla
grótkastið eftir ódnina, so
tað er skilligt, at tað kemur
ógvuliga illa við, at landið
ikki eisini vil lata kommuni
enurgjald fyri skaðan, eins
og Skálavík hevur fingið.
Otto Vest leggur tó dent
á, at bygdaráðið hevur ikki
slepst málinum, tí teir
halda, at tað er órímiligt, at
allar kommunur ikki fáa
somu viðferð frá landinum.
Hvalbingar raktir av spariknívinum
Kundu forðað vanlukku
Nógv bendir á, at vanlukkan við Air France-flogfarinum, sum
datt niður í Atlantshavið tann 1. jun, var ongantíð hend, um
flogskipararnir høvdu havt atgongd til eitt nýggjari veðurkort
enn tað, sum teir høvdu. Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing,
sum felagið hjá flogskiparunum í Air France hava kunngjørt.
Har stendur, at veðurkortini, sum flogskipararnir í flogfarinum
høvdu lagt ferðina um Atlantshavið eftir, vóru eitt samdøgur
gomul. Men teir kundu havt fingið nýggjari veðurkort, sum
vístu, at illveður var á leiðini úr París til Brasil, skrivar flogskip-
arafelagið. Vanlukkan kostaði næstan 300 mannalív.
Mótmæla hvalaveiði
Íslendska sendistovan í London fekk um vikuskiftið skriv
úr 26 londum, sum mótmæla íslendsku stórhvalaveiðini og
krevja, at íslendingar gevast at veiða stórhval. Tey 26
londini mótmæla hvassliga, at íslendskir hvalabátar hava
veitt 204 stórhvalir í ár. Millum londini, sum hava skrivað
undir mótmælið og kravið um veiðibann, eru USA,
Bretland, Týskland, Frakland, Spania og Portugal. Sambært
íslendskum fjølmiðlum er tað ikki av tilvild, at mótmælið
kemur júst ní, tí tað verður tengt at íslendsku umsóknini
um limaskap í ES, siga miðlarnir.
Maskinmeistarar og navigatørar siga, at teir vísa
samfelagsinni og fara tí ikki at krevja meiri í løn frá
reiðarunum og sostatt hava teir ikki sagt sáttmálan upp