Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 189 - 5. oktober 2009 Semja um yvirtøku Tað var full semja í grønlendska Landstinginum fríggja­ dagin, tá tingið hevði 1. viðgerð av einum uppskoti frá landsstýrinum um at yvirtaka ábyrgdina av ráevnunum í undirgrundini. Framsøgufólkini hjá øllum flokkum tóku undir við, at landsstýrið skal fáa heimild til at halda fram við samráðingunum við donsku stjórnina við tí fyri eyga, at málsøkið verður yvirtikið 1. januar 2010. Ove Karl Berthel­ sen, landsstýrismaður í tilfeingis­ og vinnumálum, segði und­ ir orðaskiftinum, at tilhongdin í málinum hevur verið drúgv, men at nú eru bara mánaðir eftir til ta søguligu løtuna. Onkur bilførari hevur havt sær til frægd, at koyra inni á grasvøllinum við Læraraskúlan, har grov spor standa eftir HERVERK Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá fólk møttu til arbeiðis á Læraraskúlanum í morgun, løgdu tey til merkis, at djúp bilspor stóðu í gravsøllinum við skúlan. Onkur hevur havt sær til frægd at koyra inni á gras­ vøllinum, og harvið gjørt herverk á vøllin. Húsavørðurin á Lærara­ skúlanum sigur, at tað kem­ ur fyri, at koyrt verður á knallert inni á vøllinum. Ungdómar hava til frægd at koyra á vøllinum, serliga tá vátt er í veðrinum. Men hesaferð er kortini talan um bilspor. Húsavørðurin sigur, at tað er ikki vanligt, at bilar fara inn á vøllin at koyra. Tað ber kortini til at sleppa inn á grasvøllin við bili, um koyrt verður umvegis Nóa­ tún. ­ Portrið, sum var fyri, bleiv brotið í heilum, so vit góvust bara at seta tað upp aftur. Annars ber ikki til at sperra vøllin heilt av, tí vit mugu sleppa inn á hann at sláa hann, sigur húsavørð­ urin. Hann sigur, at fyri einum fimm árum síðani hevði onkur stolið ein bil og koyrt inni á vøllinum. Men bil­ tjóvarnir høvdu verið so óhepnir, at bilurin steðgaði upp og varð standandi á vøllinum. Sum sæst á myndini er talan týðiliga um bilspor, og tey eru greflig á at líta. Grópa vøllin upp Djúp bilspor eru í grasvøllinum á Læraraskúlanum eftir at onkur um vikuskiftið hevur stytt sær stundir við at koyra inni har Mynd: Jens Kristian Vang 895,-