Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 189 - 5. oktober 2009 - Politiski viljin er, at skipanin við inn- tøku­trygd, su­m vit u­msita, skal leggjast út til partarnar á arbeiðsmarknaðinu­m. Vit vita ikki meira enn tað, vit frætta u­m fjølmiðlarnar, sigu­r deildarstjórin á Lønjavningarstovu­ni, Hanni Thomsen Inntøkutrygd Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á Lønjavningarstovuni, sum húsast á Heykavegi 6 á Hálsi, har Fiskimálaráðið annars heldur til, arbeiða seks fólk. Stjóri er Hanni Thomsen, sum hevur verið deildarstjóri har seinastu 5-6 árini. Hann hevur annars verið í starvi hjá gamla Lønjavningar- grunninum heilt síðan 1975. Nú politiski viljin er, at øll skipanin við mynstuløn og inntøkutrygd skal broyt- ast og við tíðini leggjast út til partarnar á arbeiðsmarkn- aðinum, reiðarar og fiski- menn, eru tað ikki bara fiskimenn, sum standa spyrjandi. Tey seks fólkini, sum arbeiða á Lønjavningar- stovuni, vita lítið meira um ætlaðu broytingarnar enn tað, sum hoyrist alment í fjølmiðlunum. Tey vita, at landsstýrið hevur sett eina nevnd at arbeiða við tilmæli um broytingar. - Vit hava skilt, at politiski viljin er, at skipanin, sum vit umsita í dag, skal leggj- ast út til partarnar á arbeiðs- marknaðinum. Hanni Thomsen sigur, at hann veit einki at siga um, hvør lagnan hjá teimum seks fólkunum verður, nú ætlanin er, at nýggja skip- anin ætlandi skal umsitast av pørtunum á arbeiðs- marknaðinum. Spurdur, um starvsfólkini á Lønjavningarstovuni møgu- liga kundu fingið onkrar aðrar uppgávur í Fiskimála- ráðnum, sigur hann, at slíkt hava tey einki hoyrt um. - Nei, vit vita einki meira um ætlaðu broytingarnar enn tað, sum fjølmiðlarnir bera frá politikarum og teimum, sum í dag eru tengd at arbeiðnum at end- urskoða mynstulønarskipan- ina og inntøkutrygdina, sig- ur deildarstjórin, Hanni Thomsen. Lagnan hjá seks fólkum í óvissu Funnu mini-Stonehenge Hálvan annan kilometur frá tí kenda Stonehenge hava bretskir fornfrøðingar funnið nakrar steinar, sum eftir øllum at døma hava verið grundarsteinar undir størri steinum, sum hava staðið har eina ferð í tíðini. Fornfrøðingarnir halda, at steinarnir hava myndað ein runding eins og Stonehenge, men at hann hevur verið minni. Teir hava givið steinunum navnið Bluehenge, tí teir eru bláir á liti, skrivar Reuters. Granskarar hava fyrr sagt, at tað elsta av Stonehenge er frá umleið 3.100 fyri Kristi føðing, og teir halda, at tað elsta av teirri minnu útgávuni er frá somu tíð. Trupul uppgáva Sosialistaflokkurin í Grikkalandi, sum vann stóran sigur á teimum konservativu, fær nóg mikið at takast við, nú hann skal skipa stjórn. Politisku eygleiðararnir siga, at flokkurin skal royna at stýra einum landi, sum var um at steðga upp orsakað av altjóða fíggjarkreppuni, og sum verður roknað sum eitt tað veikasta landið í evru-bólkinum. Millum annað hevur landið ta næststørstu uttanlandsskuldina, og grikska vinnulívið stendur seg ikki í kappingini við vinnuna í hinum ES-londunum. Tí fáa sosialistarnir og George Papandreou, floksformaður, nóg mikið at takast við, skrivar AP úr Athen. Enn veit eingin u­m nevndin, su­m landsstýrið hevu­r sett til at gera tilmælið u­m, hvu­ssu­ inntøku­trygd fiskimanna skal skipast í framtíðini, fer at semjast og koma u­ndir land við einu­m u­ppskoti, so nýggja skipanin kann setast á kjøl fyrst í komandi ári Inntøkutrygd Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Heimurin er í eini broyting- artíð. Tað eru Føroyar eis- ini. Nú vil politiski myndug- leikin í Føroyum broyta ta skipan, sum hevur verið virkin í meira enn seksti ár. Hetta er skipanin við inn- tøkutrygd fiskimanna, og uppi í hesi trygd liggur eisini forskotstrygdin hjá langfarafiskimonnum. Fiskimenn og feløg, sum varða av fiskimonnum, halda, at inntøkutrygdin er ein vælvirkandi skipan, sum veitir monnum trygd, tá fiskiskapur og/ella fiska- prísir svíkja. Tá gongdini í fiskiskipa- og útróðrarvinnuni er á eini leið, kostar almenna mynstu- lønarskipanin einar 18-20 miljónir krónur um árið, men í ár, nú serliga fiska- prísirnir hava verið vána- ligir, og fiskiskapurin eftir eitt nú toski og hýsu eisini hevur verið svikaligur, fer skipanin helst at kosta tí almenna stívliga 40 miljónir krónur, tá árið er liðugt. Neyðugt við trygd Eingin tímir at sigla og arbeiða fyri einki, og um eitt nú línu-og útróðrarfloti ikki loysa, koma ikki tey fiskasløg til virkingar, sum virkini og marknaðurin úti í heimi eftirspyrja. Við fiskiskapi hevur altíð gingið upp og niður, og soleiðis fer tað ivaleyst altíð at verða. Teir ”klóku” heilarnir siga, at veiðitrýstið er ov stórt, og tí eru eitt nú toskur og hýsa so illa fyri. Fyri stívliga 10 árum síðan fingu vit eina fiskidaga- skipan, sum bæði vinna og fiskifrøði góvu blátt stemp- ul. Nógv hevur verið frammi um, hvussu politiski myndug- leikin hesi árini hevur latið hesa skipan avskeplast ella skeiklast, men tað er sam- stundis ein sannroynd, at talið av fiskidøgum er mun- andi skert, síðan henda skip- an sá dagsins ljós. Fiskifrøðin sigur, at veiði- trýstið framvegis er ov stórt, tó at skerjingar eru í dagatali á hvørjum ári. Ávísir politiskir flokkar og kanska serliga persónar eru farnir at dansa etir ”pípuni” hjá fiskifrøðini, samstundis sum teir vísa á, at nógvir fiskidagar liggja óbrúktir. Tí er bara, siga teir, at skerja dagatalið enn meira, tá hetta kortini onga ávirkan hevur á møguleikarnar hjá skipum og bátum. Logikkurin sigur tó, at tá skipanini í sínari tíð toldi, at allir dagar verða brúktir, eigur tað eisini at merkja, at trýstið IKKI er ov stórt, tá so nógvir dagar liggja óbrúktir. Tí skuldi – alt annað líka – ikki verið neyðugt við skerjingum á hvørjum ári, sum lagt hevur verið upp, síðan fiskidagaskipanin sá dagsins ljós. Oyða við studningi Ein av teimum, sum talar fyri, at inntøkutrygdin eigur at broytast og verða løgd út til partarnar á arbeiðsmarkn- aðinum, fiskimenn og reið- arar, er búskaparfrøðingurin, Kári Petersen. Hann heldur tað vera skeivt, at tað almenna veitir stuðul, tá fiskiskapurin svík- ur, tí tað er tað sama sum at stuðla niðurfisking av fiska- stovnunum, sum bara ger umstøðurnar hjá fiskiflot- anum uppaftur truplari. Kári Petersen heldur, at tá fiskastovnar eru illa fyri, hevði tað verið betri, um fiskimenn heldur fóru uppá land at gera okkurt annað – enn at fiska og fáa almenna inntøkutrygd fyri at troyta fiskastovnarnar uppaftur meira. Ikki so einfalt Ein annar, sum hevur eina aðra hugsan um hesi viður- skifti, er formaðurin í Før- oya Reiðarafelag, Viberg Ymisk sjónarmið um inntøkutrygd Viðberg Sørensen Mynd: Álvur Haraldsen