Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 189 - 5. oktober 2009 Írar hjálpa Íslandi Avgerðin hjá írsku veljarunum at taka undir við Lissabon- sáttmálanum kann hava týdning fryri íslendsku umsóknina um limaskap í Evropasamveldinum. Tá írar vrakaðu sáttmálan í fjør, fekk tað ES at útseta umsóknina frá Kroatia um limaskap. Íslendsku fjølmiðlarnir skriva, at íslendska umsóknin hevði fingið somu lagnu, um írar eisini høvdu sagt nei nú, tí fleiri av limalondunum eru ímóti at taka nýggj lond uppí, fyrr enn semja er fingin um framtíðarbygnaðin. Tað er ógreitt, hvussu skjótt samráðingarnar um íslendskan limaskap kunnu ganga. Tey mest bjartskygnu hava sagt, at tað kann taka tvey ár. Ísland lán úr Póllandi Ísland fekk í gjár endaliga tilsøgn um at læna 150 milliónir evrur ella 1,1 milliard krónur frá polsku stjórnini. Londini hava tingast eina tíð um lánið og samdust endaliga, tá íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrimur J. Sigfússon, og polski starvsbróður hansara, Jan Vincent-Rostowski, vóru á fundi í altjóða gjaldoyragrunninum IMF í gjár. Eftir semjuni skulu íslendingar rinda póllendingum lánið aftur eftir tíggju árum. Frammanundan hevur IMF lænt íslendsku stjórnini 10 milliardir krónur, men enn hava íslendingar bara fingið helmingin av láninum. Forskotsgrunnur fiskimanna, sum hevur syrgt fyri, at langfarafiskimenn fáa forskot, tá teir eru burtur, verður eisini ávirkaður av, at inntøkutrygdin skal leggjast út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum Inntøkutrygd Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Uppi í inntøkutrygdini ella minstulønini, sum fiski- menn fáa, tá veiða ella fiskaprísir svíkja, er eisini Forskotsgrunnur Fiski- manna, sum hevur til upp- gávu at rinda langfarafiski- monnum forskot, meðan teir eru burtur. Forskotið, sum hesir menn fáa útgoldið, verður afturrindað av reiðríunum nakrar vikur eftir, at lastin er løgd upp. Forskotið, sum langfara- fiskimenn fáa, er 20.000 krónur um mánaðin. Spurdur um forskotið hevur nakað við inntøku- trygdina annars at gera, sigur deildarstjórin á Løn- javningarstovuni, at tað hevur tað. - Tað er soleiðis, at for- skotið, sum vit gjalda út, hevur trygd í inntøkutrygdini hjá fiskimonnum. Soleiðis virkar eisini forskotsskipanin undir inntøkutrygdini, sum politiski myndugleikin nú ætlar at leggja út til arbeiðs- marknaðin at umsita og – við tíðini – eisini at gjalda, sigur Hanni Thomsen. Forskotið eisini ávirkað Tað eru langfarafiskimenn, sum fáa forskot úr Forskotsgrunni Fiskimanna, meðan teir eru burtur Sørensen, sum Sosialurin tosaði við í síðstu viku. Viberg er eisini við í nevndini, sum landsstýrið hevur sett til at gera tilmæli um eina nýggja mynstuløn- arskipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu umsita og gjalda. Hann heldur ikki, at við- urskiftini eru so einføld, sum búskaparfrøðingurin vil gera tey til. - Nú fáa vit at síggja, hvat fer at spyrjast burtur úr hesum. Tó at 0 (null) krónur standa á uppskotinum til fíggjarlóg til inntøkutrygd, eiga fiskimenn ikki at fara í panikk. Vit hava eina løg- tingslóg, sum sigur, at fiski- og útrórðarmenn skulu hava minstuløn – líkamikið, hvat stendur á fíggjarlógini. Viberg vísir á, at politiski myndugleikin hevur gjørt av, at vinnan sjálv skal hava størri ávirkan og skal sleppa at taka aktivt lut í, hvussu stýringin av inntøkutrygdini skal verða. - Skipanin við inntøku- trygd hevur verið ein ógvu- liga góð skipan, og fiski- skipavinnan hevði slett ikki kunnað verið hana fyriuttan. Tað kann hon heldur ikki í dag, sigur hann. Alment ískoyti Viberg Sørensen leggur dent á, at landskassin fer ikki at sleppa púrasta snikka- leysur í eini nýggjari skipan, sum hann tekur til. - Nei, tað ber ikki til, leggur hann dent á. Formaðurin í Føroya Reið- arafelag vísir á, at ætlanin nú er at skipa ein grunn, sum skal stýra hesum viðurskiftum. - Her verðu í hvussu er neyðugt, at tað almenna tek- ur lut í eini byrjunartíð, sig- ur Viberg Sørensen, sum enn ikki dugir at siga ítøki- liga, hvussu eitt tilmæli til landsstýrismannin kann koma at síggja út. Fiskimenn standa spyrjandi, nú politiski myndugleikin vil umleggja alla inntøkutrygd fiskimanna Mynd: Karstin Vang