mánadagur 5. oktober 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189
Bowlinghøllin var karmurin
Hóast tað var sunnudagur, og hóast fleiri av fótbóltsfólkunum vóru nakað troytt
eftir at punktum varð sett hjá ymsu feløgunum leygarkvøldið, so var talan um
góða undirtøku til gallakvøldið, sum Sosialurin og Rás2 aftur í ár skipaðu fyri. Hesa
ferð var karmurin Bowling-høllin á Hálsi í Havn, har Rás2 hevur havt studio teir 27
triðja hálvleikirnar, sum sendir eru í ár. Aftur hesa ferð var Heri Simonsen vertur
við mikrofonina, og saman við restini av manningini hjá Rás2 syrgdi hann fyri, at
føroyingar flest fingu við, hvør vann hvønn heiður. Og sjálv fótbóltsfólkini
hugnaðu sær bara heilt væl teir tímarnar, sum tiltakið stóð við.
Leygardagin tók
HB-liðformaðurin, Fróði
Benjaminsen, ímóti
FM-steypinum í Sørvági, og
í gjárkvøldið var hann aftur
steypamóttakari – hesa
ferð sum ársins spælari
hjá monnum
Fróði Benjaminsen hevur verið
frammi á føroyska fótbóltspallinum
í mong ár, og hann hevur leingi
verið ein av bestu føroysku
spælarunum. Ikki minst hevur hetta
sæst aftur í afturvaldi ferð eftir ferð
til landsliðið, umframt at hann
hevur verið sera sjónskur í heimligu
kappingini.
Fyri sjey árum síðani, í 2002, tá
hann spældi við
barndómsfelagnum, B68, var Fróði
kosin ársins spælari. Síðani hevur
hann spælt við B36, har hann vann
sítt fyrsta meistaraheiti, og nú
hevur hann krýnt sína tíð í HB
seinnu árini sum meistari í ár.
Heiðurin fekk Fróði Benjaminsen
hesa ferð í kapping við ein annan
HB-ara, Hans á Lag, og við Ahmed
Keita í B68.
– Hetta er annan dagin á rað, at
eg taki ímóti einum steypi, so tað er
bara stuttligt. Eg eri fegin um
heiðurin, tí øgiliga nógvir spælarar
hava spælt væl í ár, segði Fróði, ið
heldur ikki smæddist fyri at geva
øðrum part av heiðrinum.
– Viðspælararnir hava sjálvandi
øgiliga nógv at siga, og so hava vit
eisini havt tveir øgiliga góðar
venjarar, sum hava gjørt mína rollu
á liðnum góða í ár. Og so leingi, tú
sleppur undan skaðum, so kanst tú
vísa meira, og í so máta havi eg
verið øgiliga heppin í ár.
Heidi Sevdal, sum hetta
kappingarárið hevur spælt
við Víkingi, var kosin ársins
spælari hjá kvinnum annað
árið á rað
Tey, sum fylgja við føroyskum
kvinnufótbólti, munnu helst øll
ásanna, at tað, sum Heidi Sevdal
ikki dugir við einum bólti, er
neyvan vert at duga við bóltinum.
Hon hevur framúr góð evni at
krússa, umframt at hon hevur eitt
gott skot – enntá úr langari
frástøðu, um so skal vera.
Hon hevur sínar røtur í NSÍ,
umframt at hon hevur spælt við
B36 okkurt árið, og í ár hevur verið
partur av bronsuliðnum hjá Víkingi.
Kappingina um at gerast ársins
spælari í ár, vann hon í kapping við
teir báðar bestu málskjúttarnar í
landskappingini, sum báðir eru úr
KÍ: Rannvá B. Andreasen og Sofíu
Purkhús.
– Eg hevði ikki roknað við, at eg
fór at gerast ársins spælari í ár.
Gamaní, vunnu vit bronsu í Víkingi,
men vit lorkaðu tað eitt sindur
burtur í byrjanini, so KÍ og AB
sluppu avstað. Men seinni tóku vit
tað aftur, tá vit vunnu stig frá
báðum teimum fremstu liðunum,
segði Heidi Sevdal, sum ikki var til
staðar í Bowlinghøllini í Havn í
gjárkvøldið, tí hon er stødd í Berlin,
har hon er á námsferð í sambandi
við skúlagongd sína.
Tí gjørdist tað lítlasystirin, Ansy,
ið tók ímóti steypinum vegna Heidi,
ið somuleiðis var errin av
lítlysystrini, ið vann heiðurin sum
ársins stjørnuskot. Tann heiðurin
hevur Heidi vunnið áður, umframt
at hetta er annað árið á rað, at hon
verður kosin ársins spælari hjá
kvinnum.
hil
Politiskt sjálvmál
Sjálvandi skal
politiski mynd-
ugleikin vera við, tá
gerast skal av, um
Føroyar ætla at hýsa
Oyggjaleikunum
ella ikki. Men
sjálv málið hjá
Fíggjarnevndini
hevur kanska
forkomið hesum
møguleikanum
Ítróttarklumman
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum mælti í farnu viku frá, at taka undir
við uppskotinum frá Sjálvstýrisflokkinum um, at serstakur
oyggjaleikagrunnur verður settur á stovn.
Grundgevinginum fyri støðuni var, at tað almenna sambært
fíggjarnevndini ikki eigur at leggja seg út í, um og nær Oyggjaleikir
skulu haldast í Føroyum.
Makan til slutur og vrøvl skal mann leita leingi eftir!
Sjálvandi er tað ein almenn uppgáva at standa fyri vertsskapinum
av Oyggjaleikum. At siga hetta vera eina uppgávu hjá áhugafeløgum
er einki annað enn undanførsla – ella í besta føri tekin um eitt
vantandi forstáilsi fyri týdninginum, sum leikirnir hava.
Í høvuðsstaðnum hava tey skilt boðskapin, og setningurin hjá
sitandi samgongu er, at Havnin í øllum førum skal vera til reiðar at
taka sín part, um Føroyar skulu hýsa leikunum aftur.
Ítróttarliga prógvaðu úrslitini í Álandi, at vit ikki hava nakað sum
helst at skammast um í oyggjaleikahøpi.
Boðskapurin frá løgmanni eftir leikirnar í Álandi tóktist eisini vera
ein staðfesting av, at Føroyar sum samfelag eru til reiðar at átaka sær
uppgávuna, men tann boðskapurin varð so dyggiliga skotin niður av
samdu fíggjarnevndini.
Aðra staðni hava tey annars skilt, hvussu stórur týdningurin er av
at hýsa stórum ítróttahendingum. Men samstundis vísti miseydnaða
Obama-ferðin, sum varð skundað ígjøgnum í evstu løtu, hvussu
stóran týdning tað hevur, at politiska skipanin er við – allan vegin. Í
so máta kann fíggjarnevndin longu nú hava skotið eitt sjálvmál av
teimum heilt stóru í føroysku royndunum at fáa leikirnar til Føroya.
Enn er sjálvandi tíð at broyta meining. Og vónandi verður hendan
eisini broytt. Men at ein samd fíggjarnevnd staðfestir, at tað ikki er
ein almenn uppgáva at hýsa leikunum, er við vissu eitt tað ringasta
signalið, sum kundi verið sent til hini oyggjasamfeløgini. Og ilt er at
síggja, hvussu hesi nú skulu halda, at Føroyar á nakran hátt eru til
reiðar at hýsa leikunum.
Fróði er ársins
spælari
Heidi er ársins spælari
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Fróði Benjaminsen er fyri aðru ferð kosin ársins spælari í føroyskum fótbólti. Fyrru ferðina var í 2002,
tá hann spældi við B68
Mynd: Álvur Haraldsen