Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 15 HB spældi best Meistaraliðið HB hevur sýnt besta fótbóltsspælið í 2009. Tað halda tey, sum hava skrivað um fótbólt í Sosialinum í ár. Fyri hvønn dyst hava ítróttarskrivararnir latið millum ein og seks bóltar til liðini, og við 92 bóltum tilsamans, vann HB heiðurin sum liðið, ið hevur spælt besta fótbóltin í ár. Fyri heiðurin slapp Vodafone-liðið hjá HB at velja eitt lið úr yngru deildum felagsins, har hvør spælari fær ein bólt í part, og HB-venjarin, Sámal Erik Hentze var ikki í iva. Sjálur eigur hann ein drong, sum spælir við smádreingjunum hjá HB, og sum hann tók til, so spardi hann sær 500 krónur í bóltakeypi, um liðið hjá soninum fekk bóltarnar. Gevst á botninum Jan Andreasen, sum hevur verið partur av hópinum hjá KÍ í sera nógv ár, metir, at árið í ár er tað mest vónbrótandi nakrantíð. – Hetta er ein sera tung kensla at hava. Hetta hevur verið tað strævnasta árið eg nakrantíð havi spælt, segði Jan Andreasen eftir dystin leygardagin. Hann leggur afturat, at nú spælir hann ikki longur við besta liðinum hjá KÍ. Hóast Jan Andreasen staðfestir, at hetta hevur verið eitt sera tungt kappingarár, so helt Jan Andreasen eina løtu, at KÍ hevði møguleika at yvirliva. – Vit fingu fleiri leikarar í summarsteðginum, og vit høvdu nógvar góðar leikarar, men úrslitini blivu við at vera óstabil, segði Jan Andreasen. Somuleiðis sigur Jan Andreasen, at KÍ má flyta uppaftur beinanvegin, og hann ivast heldur ikki í, at tað fer at bera til. -eij Væntaði meira Hóast Egil á Bø, liðskipari hjá EB/Streymi, innast inni er vónbrotin, at tað ikki eydnaðist at vinna nakað í ár, so heldur hann, at silvurheiðursmerkini ikki eru so galin. – Vit høvdu vónað meira, men tá vit sóu, hvussu stabilir HB vóru, so mugu vit vera nøgdir við silvur, helt Egil á Bø, tá hann hevði fingið silvurheiðursmerkið um hálsin. Um seg sjálvan sigur Egil á Bø, at hóast hann gavst einaferð í summar, tá eitt sindur av turbulensi var í EB/Streymi, so dugir hann ikki enn at siga, um hann fer at gevast nú. – Eg dugi ikki at svara upp á nakað enn. Eg fari at taka eina avgerð í vetur, og so fáa vit at síggja, hvat tað verður, sigur Egil á Bø, sum ikki vil staðfesta, at hann spælir ein dyst afturat fyri besta liðið hjá EB/Streymi. -eij Veðrið darvaði spælinum eitt sindur, men spæl­ ararnir sóu út til, at heldur hava viljað verið heima, tí lítið skil var á spælinum. Men EB/Streymur vann, og fáu uppmøttu KÍ áskoðararnir sóu liðið flyta endaliga niður í næstbestu deildina Tað var rættiliga greitt, at dysturin onga ávirkan fór at hava á nakað á stigatalvuni. KÍ hevði trý stig og tíggju mál upp til B36 á áttanda plássi, og EB/Streymur hevði trý stig og seks mál aftur til Víking á triðja plássið, so KÍ skuldi vinna við tennisúrsliti ella meira, um dysturin skuldi hava nakra ávirkan á stigatalvuna. Veðrið var heldur ikki av tí besta, og heglingurin beint áðrenn dysturin varð settur í gongd hevur helst ikki hjálpt huginum hjá spælarunum at fara út á vøllin. Fyrri hálvleikur var sum heild rættiliga rótutur við nógvum dystum á miðjum vølli. EB/Streymur hevði undanvind og KÍ verja gjørdi fleiri ferðir stór mistøk. Eftir eitt mistak slapp Arnbjørn Hansen leysur og lítla løtu seinni hevði eitt líknandi mistak við sær, at Hans Pauli Samuelsen bleiv leysur, men hvørgin av EB/Streymsleik- arunum megnaði at fáa bóltin í málið. Fleiri mistøk Tá seinni hálvleikur kom í gongd, var meiri skil í spælinum hjá EB/ Streymi, meðan KÍverjan helt fram at gera mistøk. Tá einir tíggju minuttir vóru spældir kom Levi Hanssen leysur. KÍverjan blokkeraði, men EB/streymsleikarin fekk bóltin aftur og skeyt. So var alt ein ruðuleiki í brotsteiginum og hetta endaði við at Arnbjørn Hansen fekk prikað bóltin inn. Eftir málið fekk KÍ eitt rímiligt trýst á verjuna hjá EB/Streymi, men onki veruligt hendi, fyrr enn EB/ Streymur einaferð fór í álop. Nógvir leikarar vóru inni í brotsteiginum, og brádliga fekk Sorin Anghel bóltin. Hann nærum spældi seg sjálvan leysan við høgra beini og smekkaði til við vinstra beini, so ársins málverji ongan møguleika hevði. Restin av dystinum hevði lítið uppá seg, og tá Dagfinn Olsen floytaði fyri seinastu ferð, vóru tey flestu kring vøllin fegin um tað. KÍtastrofa Fyri KÍ staðfestir úrslitið veruleikan, at klaksvíkingar onki lið eiga í bestu mansdeildini. Tað er somuleiðis fyrstu ferð, at KÍ flytur niður. Men tað hevur eisini verið ein løta at venja seg við tankan, at KÍ ikki er við í bestu deildini eftir 2009. Tá ætlanin fyri nøkrum árum síðan var at skula gerast fremsta lið í landinum. Fyri EB/Streym merkti úrslitið, at liðið var næstbest í landinum, bæði í steypakappingini og landskapp- ingini. Skilið á spælinum var millum lítið og einki, men í seinna hálvleiki mannaði EB/Streymur seg upp, soleiðis at teir við sigrinum fingu staðfest silvurmerkini Mynd: Sofus D. Johannesen EB/Streymur KÍ eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu KÍ­EB/Streymur 0­2 (0­0): Onki skil í Klaksvík