mánadagur 5. oktober 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189
Leonardo misti røddina
Venjarin hjá AC Milan, brasilski Leonardo, er í trongum skóm, tí
tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá hansara felagið higartil í
hesum kappingarárinum. Um vikuskiftið rópti og skríggjaði
Leonardo so nógv á sínar spælarar, at hann mest sum misti
røddin, og hjálparvenjarin mátti tosa við fjølmiðlarnar eftir
dystin. AC Milan fekk bert javnleik 1-1 ímóti Atalanta.
Vil av við Portsmouth
Tað er liðin ein mánaði, síðan Sulaiman al-Fahim keypti enska
fótbóltsfelagið Portsmouth, men longu nú vil hann selja aftur. Al-Fahim
hevði lovað at tveitt 400 milliónir krónur í kassan hjá Portsmouth, sum er í
fíggjarligum trupulleikum, men okkurt bendir á, at al-Fahim ikki hevur
pengarnar til hetta. Tí er líkt til, at hann fer at selja stóran part av felagnum
aftur beinanvegin.
Í seinasta landskappingar
dystinum á árinum eydn
aðist tað NSÍ at toga seg
fram um grannarnar
hinumegin Svangaskarð
Tá spælararnir hjá NSÍ fóru á vøllin
til seinasta hálvleikin á árinum,
kendu teir fortreytirnar. B68 hevði í
evstu løtu mist sigurin í Gundadali,
og tí vóru trý stig í Fuglafirði meira
enn vanliga týðandi.
Fyri steðgin hevði talan ikki verið
um tað stóra fótbóltsspælið.
Vindurin var nógvur í Fuglafirði, og
tað bar við sær, at dómarin í
tveimum førum gjørdi av at útseta
dystin, so hesin byrjaði ein tíma
seinni enn dystirnar aðrastaðni í
landinum. Hetta tí FSF longu tíðliga
um dagin hevði heitt á dómararnar
um heldur at bíða nakað við at
floyta ígongd, so vandin fyri at flyta
dystir til sunnudagin gjørdist minst
møguligur. Ein avgerð, sum eisini
hepnaðist væl, tá tað eydnaðist at
gjøgnumføra alt umfarið
leygardagin.
Søtur sigur
Tað var tó um reppið, at alt fór í fisk
hjá NSÍ. Fuglfirðingar høvdu
nevnliga ikki ætlanir um at lata
nakað sum helst fyri einki, og tá
Poul Ennigarð stútaði hornaspark í
netið, stóð veruliga á hjá runavík-
ing unum.
Men tá var tað, at ungu lands-
liðsspælararnir hjá runavíkingum
traðkaðu í karakter. Johan Troest
Davidsen javnaði eftir hornaspark,
og Einar T. Hansen legði NSÍ
framum – somuleiðis eftir horna-
spark.
So var NSÍ á sigurskós, og tá Bogi
Løkin segði farvæl og takk á hesum
sinni við málinum til 3-1, kundi
kassameistarin hjá NSÍ draga andan
lættari. Sjálvandi skal peningur
eisini nýtast til ferðing og fyrireik-
ing, men tær 680.000 krónurnar,
sum eitt pláss í Europa gevur, koma
væl við hjá runavíkingum, sum í ár
hava verið í hørðum stríði við
Víking og B68 um europisku
billettirnar. Og tað mundi kennast
eyka søtt, at tað akkurát vóru
grannarnir av Toftum, sum at enda
máttu boyggja seg í hesum
stríðnum.
Eisini í seinastu útgávuni av
3. hálvleiki í 2009 vóru SMS
boð frá lurtarum partur av
undirhaldinum. Niðanfyri prenta
vit bestu SMS’ini, sum komu inn
leygardagin, og tað besta av
hesum – sum er prentað ovast á
listanum – verður lønt við einum
gávukorti frá Carello
» Ein heilsan til sudringar og sandingar:-)
fai tykkum ikki undirsjoartunnil, so enda
tit sum kì og 07 vestur !!!«
» Ei ta er naka mess, ta at vit senda sms.
Vit brúka horn og klón, og hartil vit seta
vára vón, at okra sms verður funni, so vit
hoyra um stund at vit hava VUNNIÐ.«
» Í Hb drekka tey gull øl, hjá Kí drekka tey
grav øl:-)«
» Mc OUT dámdi ikki 23man. Toftamenn í
sorg, aftaná beinleiðis horna frá Borg.«
» Haldi at B71 skal sleppa at spæla sinar
heima dystir i Klaksvik komandi ar, so
sleppa teir at koyra igjøgnum ein
undirsjovartunnil:) vh Jarvin«
» Tad veru ongantid at eg gevi upp.
Ongantid noy. Eg komi so at stulda
tykkum alt næsta ar. Koyr a ki. Vit elska
tykkum. Blatt er blatt, blatt er gott.«
» Lat nsi endeliga gledast um bronsina vit
vunnu teir i runavik vit voru nogv betre
enn teir«
» Vit skullu nokk minna HB a næsta ar ta id
teir bliva nummar 2, at nummar 2 er einki«
Bestubitar úr 3. hálvleiki
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
ÍFNSÍ 13 (00):
NSÍ slapp í Europa
NSÍ
ÍF
Runavíkingar bjargaðu sær í evstu løtu europiska atgongumerkið, tá teir vendu 0-1 til 3-1 í Fuglafirði
savnsmynd